Kina ætlar at gera risastórar íløgur í Afrika

Kina ætlar at gera risastórar íløgur í Afrika
Íløgurnar fyri 336 milliardir krónur skulu m.a. útvega eina millión arbeiðspláss aftrat
Toppfundurin er í Beijing, og kinesiski forsetin hevur boðað frá stórum íløguætlanum í Afrika.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.09.2024 - 09:39

Xi Jinping, forseti í Kina, ætlar at gera íløgur í Afrika fyri 336 milliardir krónur næstu trý árini.

Tað boðar hann frá í eini røðu á toppfundinum hjá felagsskapinum "Forum fyri Kina og Afrika" (FOCAC), skrivar Reuters,

Hann lovar eisini, at Afrika skal fáa eina millión nýggj arbeiðspláss, og Kina fer at stuðla 30 verkætlanum, sum hava við undirstøðukervið at gera.

 

Fríhandil

- Vit eru til reiðar at hjálpa til at menna fríhandilsavtalur á afrikanska meginlandinum, styrkja um vørustreymin og fíggjarliga samstarvið til gagns fyri menningina av Afrika, sigur Xi Jinping.

Toppfundurin í Forum fyri Kina og Afrika verður hildin triðja hvørt ár. Í ár verður hann hildin í Beijing, høvuðsstaðnum í Kina.

Fleiri enn 50 afrikanskir stjórnarleiðarar eru við. António Guterres, aðalskrivari í ST, er eisini við á fundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590