Verdandi: Ein filmssøga í nógvum løgum

Verdandi: Ein filmssøga í nógvum løgum
Hvussu var at sita eftir, tá maðurin fórst á sjónum? Hvussu fekst tú lívbjarga tær? Og hvat merkti hetta fyri konu og børn?
Ein partur av manningini handan spælifilmin Verdandi
Mynd: Pressumynd: Lucas Frayssinet  
 
16.04.2025 - 10:35

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða lýstir í spælifilminum Verdandi, sum verður innspældur í Føroyum í hesum døgum og aftur í juli.

Óli Jacobsen, sum hevur skrivað um hendingina við Verdandi, sigur at hendan sluppin hvarv í 1944, og at við vóru 13 mans, ið ikki komu afturíaftur. Í hesari samrøðuni sigur Óli okkum eitt nú søguna um Simonu Petersen og hvussu hon fekk lívbjarga sær og sínum eftir at Verdandi var gingin burtur.

Gunnvá Zachariassen, ið hevur ein av høvuðsleiklutinum í filminum, nevniliga dóttir Simonu Petersen, sigur, at filmurin millum annað lýsir hvussu tú fekst lívbjarga tær eftir vanlukkuna, men samstundis er óvissan og sorgin har. Í leiklutinum verður eisini nomið við sambandið við mammuna - og tað at filmurin fer fram í tveimum tíðarskeiðum - í 1944 og aftur í 1990, er eisini eitt eyka lag í filminum.

Í hesari frásøgnini, ið kann hoyrast her, tosa vit við Óla Jacobsen, Gunnvá Zachariassen og Óla Jákup Jacobsen.

1738468


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619