Finalan í KAKUMiKS

Finalan í KAKUMiKS
Og vinnararnir eru… Bakistjørnurnar!
Vinnararnir gjørdust Bjarti Karbech í Hjøllum og Mattias Malunarson Brøðraberg við liðnavninum Bakistjørnurnar.
 
19.05.2025 - 14:30

Finalan í sjónvarpssendingini KAKUMiKS var fríggjakvøldið 16. mai. Spenningurin var í hásæti og kappingin hørð. Vinnararnir gjørdust Bjarti Karbech í Hjøllum og Mattias Malunarson Brøðraberg við liðnavninum Bakistjørnurnar. Teir vunnu ímóti Ró Thomassardóttir Thomsen og Brá Ebbadóttir Thomsen, ið gjørdust nr. 2. 

 

Í fyrra umfari fingu Bakistjørnurnar hjálp frá Onnu Rasmussen, ið eigur lítla bakaríið Baka fyri meg, og Køkukonurnar fingu hjálp frá Jórun Larsen, ið er útbúgvin kondittari og starvast hjá Miðberg bakaríi. Liðini skuldu baka 60 kransakøkubitar, sum tey borðreiddu fyri dómarunum og næmingunum í Skúlanum við Løgmannabreyt. Dómararnir góvu Køkukonunum 10 stig og Bakistjørnunum 9 stig fyri kransakøkubitarnar, og sostatt løgdu Køkukonurnar seg á odda. 

Men børnini í Skúlanum við Løgmannabreyt sluppu eisini at atkvøða, og her fingu Bakistjørnurnar flest stig. 


Endaliga avbjóðingin var at baka eina vinnarakøku við evninum “Vár”. Her fingu Bakistjørnurnar 10 stig, meðan Køkukonurnar fingu 8 stig. 

Samanlagt fingu Bjarti og Mattias 22 stig, og Ró og Brá endaðu við 19 stigum – og harvið vóru tað Bakistjørnurnar, ið vunnu!  

Vinningurin var ein glasmuffa at reypa sær við, ein full kurv av bakiútgerð og harafturat kann vinnarakakan smakkast hjá Kirstini og Olevinu heilt til 16. juni. 
 


 

Hjartaliga tillukku, Bakistjørnurnar – og stóra tøkk til øll tey dugnaligu børnini, sum bakaðu við hjarta, hugflogi og nógvum sukri!  

Sí sendingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590