Bispur: Kríggj er óndskapur!

Bispur: Kríggj er óndskapur!
Norðurlendsk bisparáðstevna er í Føroyum í hesum døgum, har einir hálvthundrað biskuppar hittast at tosa um evnið: “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”.
 
26.06.2025 - 10:11

Jógvan Fríðriksson, bispur, er vertur fyri ráðstevnuni, og hann setti ráðstevnuna við eini prædiku í kirkjuni í Kirkjubø, har hann prædikaði um ófriðarligu heimsstøðuna og kom til niðurstøðuna, at kríggj er óndskapur. 

 

Jógvan Fríðriksson, bispur, greiðir frá í útvarpsstovuni.

 

Umframt fleiri útlendskar fyrilestrahaldarar, so hava Jákup Reinert Hansen, Hans Andrias Sølvará og Sjúrður Skaale eisini hildið fyrilestur til ráðstevnuna. 

Norðurlendsk bisparáðstevna er triðja hvørt ár, og biskuppar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi luttaka á ráðstevnuni. Í ár er høvuðsevnið “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”.

 

1750748

 

Lurta eftir samrøðuni við Jógvan Fríðriksson, bisp, í Summarmorgni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590