VIKUGESTURIN: Eg dugi sjálv!

VIKUGESTURIN: Eg dugi sjálv!
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku. Men hon vildi ikki víkja, hóast baklandið mælti frá
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.10.2025 - 13:15

"Jeg kan selv!"

Orðini stava frá einari hending, sum familjan hevur fangað á einum smalfilmi hjá familjuni, tá ið hon var trý ára gomul í Grønlandi, har hon er fødd.

Og orðini eru eisini lýsandi fyri ta melduródn, sum kom í, tá ið hon var við til at bera uppskotið um fría fosturtøku í Føroyum. 

Hon vildi sjálv, hóast baklandið og konservativi parturin av Sambandsflokkinum harðliga mælti henni frá. Hon var troytt av at tillaga seg, sum kvinnur altíð hava gjørt, sum hon tekur til. Hon vil sjálv!

Eyðdis Hartmann Niclasen búði í Smørum Nedre í Danmark til hon var 12 ára gomul, og tað heldur hon vera eina orsøk til, at hon gjørdist sambandskvinna.

Tá ið hon og maðurin høvdu búð í húsum sínum í Miðvági í bara eina viku, brendu tey í grund, og tað kundi gingið heilt galið, um maðurin ikki var skjótur og bjargaði allari familjuni. Ein skakandi hending, sum hevur fylgt teimum síðan.

Í samrøðuni við vikugestin hesa ferð fylgja vit Eyðdis gjøgnum árini í Grønlandi, Fraklandi og Danmark, til hon kom aftur til Føroya. Vit tosa millum annað um fosturtøkumálið, uppvøkstur, persónsmensku, virði og politikk.

Hoyr alla samrøðuna við Eyðdis Hartmann Niclasen her.

1767771

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762