Vit gleðast um at hjálpa

Vit gleðast um at hjálpa
Rannvá Olsen og Birita Jacobsen savna pening til frama fyri krabbameinsviðgerð hjá vinkonu.
 
09.10.2025 - 09:49

Í sjey ár hevur Ivonna Johansen stríðst við krabbamein. Av tí sama hevur hon fingið nógvar viðgerðir, sum hava ávirkað hennara lívsgóðsku álvarsliga. Nú hevur hon leitað sær nýggja viðgerð í Týsklandi, sum ikki er partur av føroyska ella danska heilsuverkinum. Hendan viðgerðin er sera kostnaðarmikil, og Ivonna má sjálva gjalda fyri hana.

Ivonna hevur alment verið úti og biðið um hjálp til fíggjarligan stuðul, og vinkonurnar Rannvá Olsen og Birita Jacobsen hava eisini brett upp ermar fyri at hjálpa vinkonuni.

Tær hava skipað fyri fleiri stuðulstiltøkum til frama fyri Ivonnu og eru sera glaðar fyri alla ta hjálp, tær longu hava fingið.

Men enn er langur vegur. Leygarkvøldið 11. oktobur verður skipað fyri stuðulstiltakið, sum eitur "Eg ynski so brennandi at liva". Til ber at lesa meira um hetta á www.atgongumerki.fo.

Rannvá Olsen og Birita Jacobsen vitjaðu morgunsendingina:

1768664

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762