USA gjørt avtalu við Japan um sjáldsom jarðmetal

USA gjørt avtalu við Japan um sjáldsom jarðmetal
Metallini hava týdning í framleiðsluni av elbilum, fartelefonum og nógvum øðrum elektroniskum vørum
Donald Trump, forseti, og japanski forsætisráðharrin, Sanae Takaichi, tá avtalan varð undirskrivað.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2025 - 08:46

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í sambandi við vitjan í Japan skrivað undir avtalu um at tryggja útboðið av sjáldsomum jarðmetalum.

Trump hitti Sanae Takaichi, sum fyri stuttum varð vald til fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra í Japan, í Tokyo. 

Londini bæði skrivaðu undir rammuavtalu um at tryggja veitingina av týdningarmiklum og sjáldsomum jarðmetalum.

Hugtakið 'sjáldsom jarðmetal' verður brúkt til at lýsa 17 evni, sum øll eru metal. 

 

15 frumevni

Tey fevna um 15 sokallað lantanid, ella frumevni, sum liggja frá nummar 57 til nummar 71 í periodisku talvuni - umframt scandium og yttrium, og hava øll týdning í framleiðsluni av elbilum, fartelefonum, vindmyllum og nógvum øðrum elektroniskum vørum.

Tað er tilfeingiskrevjandi at útvinna hesi metal, og Kina er nógv størsti framleiðarin í heiminum.

 

Sterkasti sameindi

Trump segði eisini, at USA er sterkasti sameindi hjá Japan.

- Vit eru sameind á sterkasta stigi, og tað er stórur heiður, serliga so tíðliga, at vera saman við tær, sum eg vænti verður ein av mætastu forsætisráðharrunum, segði Trump við japanska forsætisráðharran..

Takaichi fer eisini at tilnevna Trump til friðarheiðursløn Nobels, skriva Hvítu húsini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590