Svimjing: heimsmet, føroysk met og gull í Íslandi

Svimjing: heimsmet, føroysk met og gull í Íslandi
Føroyskir svimjarar hava av álvara gjørt vart við seg í NM/NJM-kappingini í Íslandi um vikuskiftið. Gull, føroyskt met og heimsmet komu til høldar hjá føroyingunum
Tíggju svimjarar umboðaðu Føroyar til norðurlandameistaraheitini í Ìslandi um vikuskiftið
Mynd: Havnar Svimjifelag  
 
01.12.2025 - 13:42

Føroyskir svimjarar gjørdu av álvara um seg, tá kappast var um norðurlandameistaraheitini fyri vaksin, ung og paraíðkarar í Íslandi um vikuskiftið.

Parasvimjarin Oddvá Sedea Nattestad úr Havnar Svimjifelag gjørdi ikki mætari enn at seta trý heimsmet á stevnuni, sum var í Laugardalshøllini í Reykjavík. 

Tey komu í 50 metur frí (0.30.34), 50 metur bringu (0.37.81) og 100 metur bringu (1.26.27). Oddvá Sedea Nattestad svimur í einum lutfalsliga nýggjum bólki, S19, sum er fyri fólk við vælfungerandi autismu.

Andrias Mellemgaard (HS) svam í bólkinum S9, sum er fyri fólk við minni rørslutarni. Hann setti fleiri persónlig met.

 


Oddvá Sedea Nattestad úr Havnar Svimjifelag gjørdi ikki mætari enn at seta trý heimsmet á NM/NJM-stevnuni í Reykjavík um vikuskiftið (Mynd: Havnar Svimjifelag)
 

Eitt gull og tvey føroysk met

Isak Brisenfeldt (HS) svam eisini væl um vikuskiftið. Ungi HS-svimjarin vann gull í 200 metur firvald við tíðini 1.59.01, sum eisini er føroyskt met. 

Í juniorbólkinum vann Líggjas Joensen silvur í 200 metur frí, og Lea Osberg Højsted (Ægir) svam seg til bronsumerki í 200 metur bringu við nýggjum føroyskum meti upp á 2:30.72.

Svimjisamband Føroya sendi átta svimjarar til kappingina, meðan Parasport Føroyar sendi tveir. Rúni Gaardbo og Barbara Debes vóru við sum venjarar fyri SSF, meðan fyrrverandi stórsvimjarin Katrin Dagbjartsdóttir var venjari fyri Parasport Føroyar.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595

Meira um sama evni