Liberali flokkurin vann stórsigur á valinum í Japan

Liberali flokkurin vann stórsigur á valinum í Japan
Sanae Takaichi gjørdist forkvinna í flokkinum í heyst, og síðani er undirtøkan nógv vaksin
Sanae Takaichi vann stórsigur á valinum til undirhúsið í Japan í gjár.
Mynd: Kim Kyung-Hoon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2026 - 08:57

Sanae Takaichi vann stórsigur á valinum til japanska undirhúsið í gjár.

Hennara flokkur, Liberal Democratic Party , fekk 316 av 465 sessum - tað besta úrslitið hjá flokkinum higartil - og saman við samgonguflokkinum, Ishin no Kai, hevur hon meira enn tveir triðingar av tinginum aftanfyri seg. 

Tað gevur henni møguleika at trumfa yvirhúsið, og fer at gera politiska arbeiðið lættari, skrivar Reuters.

 

Fyrsta kvinnan

Sigurin er eisini søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein japanskur flokkur við kvinnuligum leiðara vinnur eitt val í Japan. Takaichi, sum hevur fyrrverandi bretska forsætisráðharran, Margaret Thatcher, sum fyrimynd, hevur fingið stóran stuðul, eftir at hon tók við valdinum í LDP-flokkinum í oktober í fjør.

Hon hevur lagt dent á trygd og eina meira tjóðskaparliga kós, serliga í sambandi við Kina og Taivan. Útsagnir um skattalættar og at taka meirvirðisgjaldið á matvørum av, hava tó elvt til órógv á fíggjarmarknaðunum. 

Reuters sigur eisini, at Takaichi stendur sterkt millum ungar veljarar. Hon ætlar at seta ferð á búskapin og at økja um verjuútreiðslurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590