Bretska kravið um vakmyndatól er ódámligt, heldur fakfelagsformaður

Bretska kravið um vakmyndatól er ódámligt, heldur fakfelagsformaður
Føroya Skipara- og Navigatørfelag undrast á, hvussu bretar kunnu krevja vakmyndatól á føroyskum skipum. Svarið er tó ikki so einfalt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag
 
15.03.2026 - 14:21

7. mars komu bretsku krøvini um vakmyndatól á øllum skipum, sum fiska í bretskum sjógvi, í gildi. Upp undir gildiskomuna hava fleiri limir sett seg í samband við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum 23. februar í telduposti spurdi føroyskar myndugleikar, hvørjar heimildir bretar hava fyri at seta slik krøv, sum felagi heldur vera ógvuliga ódámlig.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1800980

 

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sigur, at tað tekur nakað av tíð at svara fyrispurninginum frá Føroya Skipara og Navigatørfelag, tí talan er um eina heldur torgreidda støðu, har skiljast má ímillum, nær og hvar føroysk lóg er galdandi, og nær talan er um, at bretsk lóggáva er galdandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1800988

 

Stjórin í Dátueftirlitinum heldur, at um endamálið hjá bretum til dømis er at hava eftirlit við, um fiskur verður blakaður út, so er tað eitt sakligt atlit eftir føroyskari lóggávu. Hann veit ikki, nær tey hava eitt svar klárt til Føroya Skipara- og Navigatørfelag, men væntar, at tað verður skjótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118