Chuck Norris deyður

Chuck Norris deyður
Chuck Norris, ið gjørdist kendur, tá hann spældi við í Bruce Lee-filminum "The Way of the Dragon", og seinni í sjónvarpsrøðini "Walker, Texas Ranger", er deyður, 86 ára gamal
Mynd: Chuck Norris á Facebook  
 
20.03.2026 - 14:25

Fyrrverandi heimsmeistarin í karate, Chuck Norris, ið brúkti sínar førleikar á stríðsmottuni til at gerast filmsstjørna, er deyður, 86 ára gamal. 

Tað kunngerð familja hansara á sosialu miðlunum.

Familjan ger samstundis vart við, at hon gjarna vil halda umstøðurnar fyri andlátið privatar, men at Chuck Norris var umgirdur av sínum nærmastu, tá hann andaðist, og at hann hevði frið í sinninum. 

Chuck Norris vann fleiri karate-meistaraheitir síðst í sekstiárunum, og hansara vinarlag við karate-legenduna Bruce Lee gjørdi, at hann fekk ein leiklut í filminum "The Way of the Dragon" hjá Bruce Lee frá 1972. 

 

Filmurin gjørdist sera væl umtóktur, og tað hevði við sær, at Chuck Norris fekk møguleikan at gera fleiri aðrar action-filmar, eitt nú "Invasion USA" og "The Delta Force". Men tað er kanska serliga sjónvarpsrøðin, "Walker, Texas Ranger", ið fólk flest kenna Chuck Norris fyri. 

Chuck Norris var politiskt virkin og stuðlaði høgravonginum í USA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590