Ein dýrgripur, at vit eru Føroyar

Ein dýrgripur, at vit eru Føroyar
Í dag fer Lóa til skótar, og tey hava spurt, um hon kann tosa um barnarættindi
Lóa Einarsdóttir Gullbein gongur í 2.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt.
 
25.03.2026 - 13:49

- Tað er altíð ein vón, sigur 8 ára gamla Lóa Einarsdóttir Gullbein, sum gongur í 2.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt.

Týsdagin var Lóa í Barnaútvarpinum og greiddi frá. Hon var í Norðurlandahúsinum í samband við barnafestivalin - Frítt flog, har evnið var - Fólkaræði. Lóa heldur, at tað er ein dýrgripur, at vit eru Føroyar.

Tað hevur stóran týdning, at vit vita um okkara land,

Lóa, 8 ár

 

Lóa dámar væl at fylgja við í valsendingunum, nú løgtingsvalið er fyri framman, men Dagur og Vika er hennara yndissending.

Í frítíðini gongur Lóa til fimleik, føroyskan dans, hon spælir trombon og er KFUK skótir. Í dag fer Lóa til skótar, og tey hava spurt, um hon kann tosa um barnarættindi.

Hoyr Lóu her:

Loa_tosar_um_folkaraedi_klipp

 

Tú finnur alla sendingina á ViT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590