Blindi bókhaldarin takkar fyri seg

Blindi bókhaldarin takkar fyri seg
- Teldutalan hevur verið mær ein stór hjálp, sigur Johan Petur Nielsen, sum seinastu útvið 30 árini hevur arbeitt sum bókhaldari á Sjóndeplinum
 
17.04.2026 - 10:22

Johan Petur Nielsen er útbúgvin grannskoðari og hevur alt sítt vaksna lív arbeitt sum bókhaldari. 

Einki óvanligt er í tí, men Johan Petur Nielsen er blindur. 

Nú sum 67 ára gamal fer Johan Petur Nielsen á pensjón, eftir at hann seinastu mongu árini hevur arbeitt sum bókhaldari á Sjóndeplinum. 

Men hvussu kanst tú arbeiða við teldum og tølum, tá tú ert blindur? 

- Eg havi ymisk amboð, sum eg brúki, tá eg eri ti arbeiðis. Eg kann til dømis forstørra tekst og tøl, og eg kann eisini brúka teldutalu, soleiðis at tøl og bókstavir verða lisin upp fyri mær, sigur Johan Petur Nielsen.

Í morgunsendingini vitja vit á Sjóndeplinum, har Johan Petur Nielsen greiðir frá arbeiðinum og lívinum sum blindur.

1807176

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590