Ferðandi á MV Hondius sleppa í land í dag

Ferðandi á MV Hondius sleppa í land í dag
Ferðamannaskipið hevur lagt at uttan fyri sponsku oynna Tenerife, har ferðandi í dag vera flutt á land
MV Hondius
Mynd: savnsmynd  
 
10.05.2026 - 10:20

Ferðandi á ferðfólkaskipinum MV Hondius sleppa í land í dag.

Skipið hevur havt altjóða áhuga, eftir at fleiri ferðandi vóru smittað við hantavirusi og trý fólk doyðu av virussjúkuni. 

Í morgun legði skipið at uttan fyri sponsku oynna Tenerife, har ferðandi verða flutt í land í havnini í Granadilla.

Tað skrivar DR.

Fyri at avmarka møguliga smittu so nógv sum gjørligt, liggur skipið væl uttanfyri havnina.

Sum er vísir eingin av teimum áleið 140 ferðandi sjúkutekin. Kortini taka spanskir mynduleikar síni fyrivarni fyri ikki at seta nakran í váða.  

Eitt læknalið kannar tey ferðandi fyri sjúkueyðkenni, áðrenn tey verða flutt av skipinum.  

Síðani verða tey býtt í bólkar eftir tjóðskapi og silgd á land í smáum bátum. Harfrá verða tey koyrd í bussum beint til flogvøllin, har tey verða flogin til heimlondini.

Áleið 30 starvsfólk verða verandi umborð og sigla víðari til Hollands, har skipið er skrásett.

Tað verður ein stór uppgáva at flyta tey ferðandi á land. 350 politistar eru til staðar á havnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762