30.400 starvsfólk í apríl

30.400 starvsfólk í apríl
Í apríl vóru 15.500 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum
382 fólk løgdust aftrat arbeiðsmegini frá apríl í fjør til apríl í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
21.05.2026 - 14:04

Fólk, sum arbeiða í Føroyum, gerast støðugt fleiri.

Men seinastu árini er vøksturin tó viknaður. 

Sambært Hagstovuni vóru 30.419 starvsfólk í apríl, sum Hagstovan nevnir tey, 382 fleiri enn í apríl í fjør.

Vøksturin er 1,3 prosent.

Í apríl vóru 15.500 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. 

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, gerast alsamt fleiri.

Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða undir almennum ræði, men bara fjórði hvør maður.

Hagstovan sigur, at undir almennum ræði eru bólkarnir almenn fyrisiting og tænasta, ikki fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir, sum eru undir almennum ræði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762