Vit tosa ikki um løn

Vit tosa ikki um løn
Vit tosa við vinir og kenningar um mangt og hvat, men eitt, ið sjáldan verður tikið upp á tungu, er tað, sum stendur á lønarseðilinum.
 
31.08.2026 - 10:46

Cecilia Nolsøe Sørensen helt fyri nøkrum árum síðan vera ein trupulleika, at vit ikki tosa hart um okkara privatu fíggjarviðurskifti, so hon gjørdi ein dulnevndan vanga á Instagram, sum hon kallaði fíggjarligt frælsi. Á hesum vanga deildi hon ymisk fíggjarlig viðurskifti og ivamál, og eftir stuttari tíð hevði hon nógvar fylgjarar.

- Har vóru sera nógv fólk, sum skrivaðu privat til mín og spurdu, hvussu tey praktiskt skuldu fara til verka, sigur Cecilia, men leggur afturat, at sera fá viðmerktu uppsløgini alment.

Ein, hvørs løn er meira almenn enn hjá teimum flestu, er Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Á hvørjum aðalfundi er lønin hjá forkvinnuni til umrøðu, og sjálvt um tað er neyðugt, so er tað ikki so unniligt.

- Tá tað punktið kemur á skrá, havi eg hug til at fara undir borðið, tí tað er so flóvisligt at sita har og vera máld hvussu nógv eg eri verd í krónum og oyrum. Men um vit tosaðu opið um hesi viðurskifti, so hevði eg ikki havt trongd til at goyma meg, sigur Mary.

Sum samfelag høvdu vit heilt víst fingið nakað burturúr, um gjøgnumskygnið var í lønarlagnum, heldur Mary, tí tá høvdu vit sæð lønarmunirnar, og kundu spurt um hví.

Eisini hevði tað verið lættari at samráðst um løn, um vit øll vistu av hvørjum øðrum, legur Mary afturat

a_1947-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595