Útgrevsturin á Sondum á Sandi fortelur um katólsku tíðina í Føroyum

Útgrevsturin á Sondum á Sandi fortelur um katólsku tíðina í Føroyum
Ein umleið tíggju sentimetrar høg standmynd av einum ápostli er funnin í útgrevstrinum. Saman við øðrum funnum lutum, sigur hetta nakað um katólsku tíðina í Føroyum
Helgi Michelsen, leiðari á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum
Mynd: Savnsmynd  
 
05.09.2026 - 13:37

Standmyndin er úr pípuleiri og er frá 1400- ella 1500 árunum.
Fyrr í summar varð eisini ein lítil standmynd av Mariu við Jesusbarninum funnin í útgrevstrinum.

(Mynd: Helgi Michelsen)

Lutirnir geva innlit í samtíðina og í miðaldarbønhúsið á Sondum á Sandi.
At slíkt handverk er funnið í einum føroyskum bønhúsi, vísir sambandið við evropeisku katólsku kirkjuna. Standmyndir av hesum slagnum hava verið kostnaðarmiklar, sigur Helgi Michelsen, leiðari á fornfrøðideildini á Tjóðsavninum.

Tað er tó trupult at staðfesta, hvør ápostulin er, tí onnur hondin er brotin av.
Hevði hann havt ein lykil í hondini, kundi talan verið um Pætur ápostul. Hevði hann havt ein kross, kundi talan verið um Andras ápostul. Men báðir verða ofta myndaðir sum eldri menn við skeggi.

Í hinari hondini heldur ápostulin einari posabók, einari bók innbundnari í leður. Slíkar bøkur vóru vanligar í 1400- og 1500-talinum.

Hoyr innslag her:

Apostul_a_Sondum

 

Verjudúkur er nú lagdur yvir útgrevstrarøkið fyri veturin, og arbeiðið verður tikið upp aftur komandi summar.

Tjóðsavnið stendur á odda fyri útgrevstrinum á Sondum í samstarvi við Moesgaard Museum og Aarhus Universitet. Fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti taka lut í útgrevstrinum, sum part av útbúgvingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595