Við Nóa eftir havhestaungum

Við Nóa eftir havhestaungum
Hetta er tíðin, tá ið farið verður eftir havhestaungum. Nóa er 10 ára gamal og býr í Funningsfirði. Seinastu tíðina hevur hann verið við pápa sínum eftir havhestum
07.09.2024 - 13:26

"Hetta er besta tíðin á árinum", sigur 10 ára gamli Nóa úr Funningsfirði, sum dámar væl at fara eftir havhestum við bátinum Snipp.

Hann stýrir mangan bátinum út eftir firðinum. Tá ið teir eru komnir út í Djúpini, so er hann til reiðar við glúpinum og er kvikur og fær fleiri havhestaungar, sum hann kippir og roytir.

Tann eina dagin fingu teir 100 havhestaungar, og einsamallur fekk Nóa 17 havhestaungar.  Hann hevur úr at gera í hesum døgum, og hevur havt tveir dagar frí úr skúlanum.

Nóa bjóðaði Barnaútvarpinum við eftir havhestaungum í fagrasta veðri fríggjadagin 6.septembur.

Í Barnaútvarpinum mánadagin hoyra vit Nóa greiða frá. Sendingin er longu at hoyra á VIT.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762

Meira um sama evni