Tað hevur avleiðingar at fara úr Jehova vitnum

Tað hevur avleiðingar at fara úr Jehova vitnum
Jehova vitni hevur verið ein samkoma í Føroyum í mong ár, men at fara úr samkomuni hevur stórar avleiðingar - alt samband við familju og vinir í samkomuni verður kvett
07.11.2025 - 19:23

Julian Nygaard er uppvaksin í samkomuni Jehova vitni, men valdi fyri einum ári síðani, at fara úr samkomuni.

Tað hevur stórar avleiðingar at fara úr Jehova vitnum, tí viðkomandi ið fer úr, kann ikki longur hava samband við tey í samkomuni.

Hóast Julian Nygaard hevur tað sum heild væl við avgerðini, er tað sera hart, at sambandið við familju og vinir er kvett:

- Eg havi havt tað ordiliga gott síðan eg fór úr, tí eg ikki longur eri í einari sekt, og eg føli at eg kann blomstra. 

- Men hinvegin er tað ræðuliga torført, ikki at kunna tosa við mína familju tá eg havi hug til tað. 

- Nú livi eg mítt lív, við tí tanka, at eg fari ongantíð at síggja mína familju aftur.

Tað tók honum langa tíð, áðrenn endaliga avgerðin um at fara úr varð tikin, og árini upp til, livdi hann eitt dupultlív:

- Eg kundi ikki tosa við familju ella vinir um teir tankarnar eg hevði, og byrjaði at fáa, um Jehova vitni. Eg visti ikki hvat tey fóru at gera, og um tey fóru at fortelja teimum elstu tað, so eg fór at verða blakaður út.

- So eg valdi at halda tað til mín sjálvs, og liva eitt dupultlív. So byrjaði eg at fyrireika at fara út - eg visti eg skuldi hava nýtt starv, eina íbúð, og eitt nýtt netverk av fólki eg kundi stóla uppá.

Julian Nygaard velur at standa fram og greiða frá sínari uppliving við at fara úr samkomuni, tí hann vil stovna ein bólk fyri tey ið á ymsan hátt eru útihýst - eitt nú úr samkomu, familju ella bólki av ymsum slag.

Sí samrøðu við Julian Nygaard í innslagi í Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590