Oddvá í 2025: Heimsmet og gull í nýggjum bólki

Oddvá í 2025: Heimsmet og gull í nýggjum bólki
Oddvá Sedea Nattestad hevði eitt frálíkt svimjiár í 2025. Síðan hon varð góðkend at svimja í bólki fyri fólk við autismu, hevur hon kappast víða um og sett fleiri heimsmet
13.02.2026 - 12:48

Tað er langt ímillum føroysku heimsmetini, men í ár hevur Oddvá Sedea Nattestad sett fleiri. 

Hon fór at venja við Havnar Svimjifelag, tá hon var fimm ára gomul, og seinastu árini hevur hon verið á fyrsta liðnum.

Tá hon var fimtan var hon útgreina fyri ADD og autismu, og á heysti í 2024 varð hon klassifisera og góðkend at svimja í bólkinum II3 fyri svimjarar við autismu.

Stutt eftir kappaðist hon í hesum bólkinum til altjóða kapping í Reykjavík og gjørdi ikki mætari enn at seta heimsmet í 100 metur bringu á langgeil og varð harumframt kosin besti kvinnuligi parasvimjarin.

 - Eg havi ongantíð hugsað, at eg skuldi fáa eitt heimsmet ella eitt føroyskt met ella nakað sovorði. Eg havi bara svomið, tí tað er stuttligt, sigur Oddvá Sedea Nattestad.

Síðan hevur hon kappast í fleiri altjóða kappingum, millum annað í Bangkok, og hevur sett bæði heims- og evropeisk met.

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595

Meira um sama evni