BREDDIN: Lóggávan skal broytast, so sendarar kunnu setast á tey við demens

BREDDIN: Lóggávan skal broytast, so sendarar kunnu setast á tey við demens
Tøknin er ein hin størsta verjan hjá demensraktum, siga Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum og Pál Weihe, lækni. 
17.04.2026 - 15:33

Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. 

Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran. 

Í Breddanum í dag var hugt nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini. 

Spurt var m.a., um tað ber til at geva samtykki við skerdum minni, og um har er eitt mark.

Og so bleiv viðgjørt, um vit í Føroyum eiga at duga betur at rúma ymiskleika. 

Tøknin er ein hin størsta verjan hjá demensraktum, siga Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum, og Pál Weihe, lækni. 

Tey halda, at lóggáva skal broytast, soleiðis at tað er smidligari at seta sendarar á tey, sum hava demens.

Birgit Eliasen legði til rættis. 

Allur Breddin kann hoyrast á KVF Ljóð. 

 

Hvat: Breddin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týs-, hós- og fríggjardagar kl. 10, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Stroyming: Breddin verður eisini stroymdur á KVF.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590