Kalsoyartunnil heldur enn nýggja ferju

Kalsoyartunnil heldur enn nýggja ferju
Kalsoyingar gleða seg til undirsjóvartunnil, nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum steðgar ætlanini at byggja nýggja ferju til kalsoyarleiðina
Fotografur: Ólavur Wolles
21.05.2026 - 19:43

Ein undirsjóvartunnil til Kalsoyar er søtur musikkur í oyrunum á barnafamiljunum í Kalsoynni. Tunnilin er eitt framstig og gevur okkum betri stundir til familjulívið, sigur barnafamilja, sum skal seta búgv í oynni.

Í løtuni mugu Dávur Syderbø og Tórunn Susanne Sømark búgva hjá bróður Dáva, tá tey vitja á Húsum í Kalsoynni.

Unga familjan, sum í løtuni býr í Klaksvík, hevur tó sett sær fyri at flyta til Húsar, har tey hava grundstykki. Ein framtíð á Húsum talar til ungu familjuna, hóast fólkatalið í oynni er minkað seinastu árini.

Rætta loysnin er at raðfesta ein tunnil til Kalsoyar og steðga ætlanini um at byggja nýggja ferju, heldur Dávur Syderbø, eins og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard, nú hevur gjørt av.

 

Sí innslag í Degi og viku.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762