Etos
Etos: "Sjúkrarøktarfrøðisøgan er alneyðug at skjalprógva"
			<description>Føroyska sjúkrarøktarsøgan
Á altjóða sjúkrarøktarfrøðidegnum, 12. mai, sum er føðingardagurin hjá navnframu Florence Nightingale,heiðraðu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetur Føroya Elisabeth Hall, professara emerita, fyri hennara íkast til gransking og menning av sjúkrarøkt í Føroyum.
Elisabeth hevur verið knýtt at DHS og hevur vegleitt phd-lesandi og eggjað og stimbrað til gransking og menning á deildini.
Umframt tað hevur hon granskað í viðurskiftum knýtt at sjúkrarøkt í Føroyum og føroyskari skúkrarøktarsøgu.
Elisabeth Hall sigur tað er um at gera hjá einum landi at granska í teirra sjúkrarøktarsøgu. Soleiðis kann mann virðismeta, hvussu var hetta tíðarsekiðið, hvat var gott og hvat var minni gott. Hví var tað so og hvat bera vit við okkum í ókomnum døgum.
Etos: "Menniskju eru ikki tól"
			<description>Kari Martinsen er sjúkrarøktarfrøðingur, men eisini er hon doktari í heimsspeki og søgu. Og hon er professari emerita. Hon hevur skrivað ellivu bøkur.
Hennara aðalmál er tann sansaliga sjúkrarøktin. Hetta at alt ikki bara skal vera effektivt og ganga skjótt fyri seg, men at heilsustarvsfólk nýta sínar sansir, so tey merkja og kenna tann sjúka, so álit og trygg umsorgan kemur millum sjúkling og røktarstarvsfólk.
Skaldskapurin hja K. E. Løgstrup hevur havt stóran týdning fyri Kari Martinsen. Tað er Løgstrup, sum sigur, at vit hvønn dag hava lívið hjá hvørjum øðrum í okkara hondum.
"Nakað meiri enn..." er til í okkara tilveru, sigur Kari Martinsen. Nakað ævigt er felt í okkum, nakað gátukent, sum vit ikki megna at seta á ein frymil. Í samskiftinum millum sjúkling og viðgera, kann ljós skína innar og nakað hendir, sum hevur við sær, at heilsuverkið verður sunt og livandi.
Menniskju eru ikki tól, men livandi verur, sum hava sínar sansir at gáa og meta um, hvussu geri eg nú sum best ? Og aðalmálið er, at tú gloymir teg sjálvan í royndini at fáa sjúklingin at kenna seg tryggan.
Etos: Tá menniskju verða rá
			<description>Dorthe Birkmose er sálarfrøðingur og hevur skrivað ritgerð í fyribrigdinum, "tá menniskju ikki hava sjálvstilvitan".
Hon arbeiddi nøkur ár sum neuropsykologur á brekøkinum, men fór so undir sjálvstøðuga vinnu í 2004. Hennara yrkið hevur verið at supervisera, og hon er komin runt Danmark til nógv støð og stovnar, har hon varnaðist, hvussu strongd og sálarlig ovbyrjan avlagar menniskju. Hon sá ógvusligu baksíðuna - nevniliga ráanina. 
Hon hevur skrivað bókina "Tá góð menniskju eru ónd - ráanin sum er eitt tabu". Fyri at skilja hetta fyribrigdið, sigur Dorthe Birkmose, at hon brúkti, hvat sálarfrøðin sigur um óndskap, og hvussu óndskapur verður ein viðspælari millum fólk.
Í dag ferðast Dorthe Birkmose runt í Norðanlondum og fyrilesur um ráan, so til ber at fyribyrgja og tá skaðin er hendir, hvussu menniskjuni kunnu fara víðari í teirra lívi.
Tað, sum er so lúmskt og vandamikið við ráan er, at tú varnast ikki tína ráan, men heldur at tað eru hini. Ikki fyrrenn tú varnast tína ráan, kann nøkur broyting til tað betra henda. Og skeiv gongd kann vendast. Dorthe sigur, at øll ráan byrjar og endar við strongd.
Tí ráan kann henda og er allastaðir har menniskju eru. Har fólk eru sett í starv fyri at hjálpa øðrum og strongdin ger seg galdandi, har er vandin fyri at menniskju verða ófantalig.
Men tey stillu vitnini, tey sum eygleiða og onki siga, tey góðtaka ófantaligu viðferðina av øðrum, tí tey siga onki.
Etos: Hermeneutikkur
			<description>Orðið hermeneutikkur er grikst orð og merkir at tulka ella umseta.
Vit menniskju tulka og analysera, javnt og savnt, alt og øll og alt rundanum okkum, men við hermeneutikki kunnu vit analysera okkara tulkingar.
Okkara tulkingar hava vit úr okkara samtíð, tí vit hava felags fatanarkarm.
Fra tíð til aðra spyrja fólk ymiskar spurningar til ein tekst og soleiðis er ein tekstur livandi og kann geva ymisk andsvar.
Men ein tulking er ikki betri enn ein onnur.
Etos: "Eg havi eitt starv, sum bæði er strævið og fantastiskt"
			<description>Andrea Gilstón Danielsen, starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Í hesum poddinum, greiðir Andrea frá, hvussu tað er at starvast í einum sjúkrahúsi við øllum teimum avbjóðingum, sum har eru. 
Etos: "Í eldraøkinum fært tú brúkt allar tínar førleikar"
			<description>Mona-Maria úr Fugloy er 52 ár. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense.
Komin heim til Føroya, so fór hon eftir seks árum aftur til Danmarkar og hevur hon arbeitt í sjúkrahúsverkinum, heimatænastuni, eldrarøktini og røktarheimum.
Í 2007 dagførdi hon sína útbúgving til nýggja bachelorútbúgving og tók ein kandidat í sjúkrarøktarfrøði, har fokus var á leiðslu og menning.
Fyri einum ári síðani flutti hon heim til Føroyar og er nú deildarleiðari á heiminum við Vágna við trimum deildum og 24 búfólkum og 46 starvsfólkum.
Sendingin er send í samstarvi við Sjúkrarøktaretiska ráðið og KVF.
Etos: "Fokus er sjúkrarøktarfrøðingurin"
			<description>Poula Reinert- Petersen, er í dag leiðari. Hon hevur staðið, har sjúkrarøktarfrøðingarnir nú standa, so hon kann við sínum royndum brynja síni starvsfólk til at geva bestu røkt. Poula er eisini tilvitað um umsorganarmøði versus skipanarmøði.
Poula hevur starvast sum heimasjúkrasystir til familjan flutti til Danmarkar. Har tók hon eina kandidatútbúgving, cand.scient.san. 
Síðani starvaðist hon í læknaviðtaluni í Fuglafirði. Eisini hevur hon undirvíst í heilsu og ítrótti á miðnámi á Kambsdali og tvey ár sum leiðari á Veks, eldraøkinum og tvey ár sum leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Síðani mai 2020 hevur hon verið leiðari í Nánd. Har starvast um 80 fólk í føstum starvi og nøkunlunda tað sama í tímaløntum størvum.
Aðalmálið er at geva allarbestu røkt.
Etos : "Eg eri bindiliðið millum borgaran og skipanina"
			<description>Herborg Petursdóttir er sjúkrarøktarfrøðingur. Í dag er hon visitator hjá Tórshavnar kommunu og situr í upptøkunevndini, sum tilskilar búpláss til borgarar í kommununi.
Vanliga gáa vit ikki um leiklutin hjá sjúkraøktarfrøðinginum, sum ofta og títt má taka atlit bæði til borgaran og tey avvarðandi. Hvussu siglir hann millum skerini ? Hvørji amboð hevur hann, tá etiskar tvístøður taka seg upp? 
Hvussu sær sjúkrarøktarfrøðingurin sín leiklut ?
Etos: Rættvíst kríggj
			<description>Jus ad bellum, jus in bello, jus post bellum.
Etikkur og rættvíst kríggj. Er tað ikki ein andsøgn ? Kann nakar etikkur vera tengdur at kríggi ?
Ymsar konventiónir eru, sum siga um mann kann rættvísgera at mann fer í kríggj og hetta gongur heilt aftur til rómverjarnar og tí er hetta á latínskum máli.
Etos: Hvat er náttúruetikkur ?
			<description>Er menniskjan eitt mál í sjálvum sær ella er menniskjað eitt mál til nakað annað ? Menniskjan kann reflektera, tað kunnu djórini ikki, hava tey so annað og lægri virði ?
Ella hevur alt livandi somu tign, tí vit øll eru endalig ?
Hava vit okkara tign, tí vit eru skapt í Guðs mynd, ella tí vit eru fornuftsverur ?
Etos: Tyrannar og oligarkar.
			<description>Hugtøkini oligarkar, tyrannar og plutokrati stava úr gamla Grikkalandi, men hava aktualitet í dag.
Vit sum liva í demokratiskum landi, gáa sum so ikki um tað, og tað er vandamikið.
Men hvat søgdu Platon og Aristoteles um hetta, tá teir vóru uppi á døgum ?
Lærari í heimsspeki, Jógvan D. Hansen, sigur frá.
Etos: Hvussu handfara vit okkara fortíð ?
			<description>Hvussu handfara vit okkara fortíð ? Og hvør skal avgera, hvat vit skulu minnast og hvussu vit minnast søguna ?
Er tað rætt at gera upp við fortíðina, at reinsa og koyra alt burtur, sum hevur verið ?
Enda vit tá sum søguleys, sum tongil í brimi ? Verjuleys ?
Skulu vit ikki hava sokallaði "denkmal", støð og hendingar og standmyndir, har vit steðga á og hugsa ?
Etos: Hvussu raðfesta vit í koronutíðum?
			<description>Koronutíðin hevur verið og er enn serstøk. Fáur man hava hugmyndað sær árið, sum fór. Ymiskt er komið undan kavi, sum vit ikki hava varnast áður.
Men kunnu vit sum samfelag og tjóð fyrireika okkum til komandi farssóttir? Tí farssóttir koma og fara.
Winston Churchill segði, at man skuldi ikki lata eina kreppu fara fyri skeytið. So hvat er til ráða at taka?
Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki, er gestur í Credo.
Etos: Hví skulu vit hava etikk?
			<description>Hava vit etikk, tí vit vilja verja okkum móti hvørjum øðrum, so vit ikki gera okkum inn á hvønn annan? Eru tað avtalur um atferð, so til ber at liva? Ger etikkur okkum til menniskju og hevjar okkum uppum djórini?
Etos:Skal eg avgera, nær eg vil mynstra av?
			<description>Hvat er virðiligur deyði ?
Hvat er aktiv og passiv deyðshjálp? Skal eg sjálv gera av, nær eg vil fara?
Er tað ein mannarættur í siviliseraðum samfelagi, ella skulu vit altíð velja lívið, tí vit hava øll eitt egið virði?
Kann eg krevja, at onnur skulu hjálpa mær at at fara úr lívinum ?
Deyðin er natúrligur partur av lívinum og tí skal lívið ganga sína gongd, til tað endar, ella er tað meiri mansømiligt at steðga líðingini og soleiðis enda lívið ?
Er lívið heilagt og hava vit øll eitt egið virði ?
Etos: Áðrenn og aftan á koronu
			<description>Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu!
Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað?
Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mitt í eyganum?
Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur ?
Skal samfelagið sleppa at yvirvaka borgaran meira? Hvussu við raðfestingum? Hvussu við okkara rættvísiskenslu? Og okkara rættindum í demokratiska samfelagnum ?
Etos: Transhumana menniskjað.
			<description>Fara vit í einari posthumanari tíð, at kunna broyta grunntreytirnar fyri, hvat eitt menniskja er ? Er maður meiri enn mold ? Er dreymurin um ævigt lív nú til í einum gentekniskum varianti ?
Um tað er gott at liva í 80 ár, er so ikki betri at liva í 160 ár ?
Spæla vit Guð, tá vit broyta okkara byggisteinar ?
Etos: Umhvørvisetikkur.
			<description>Hvørja ávirkan hava vit á livandi verur, djór, landsløg og náttúruna sum heild ? Hevur alt livandi eitt egið virði ?
Virðismeta vit altíð frá einum antroposentriskum sjónarmiði ?
Og er tað ikki órørda náttúran vit leita eftir ?
Etos: Nándaretikkur
			<description>Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos.
Hann sigur frá guðfrøðinginum og filosoffinum K.E.Løgstrup.
Løgstrup tosaði um etiska kravið. Hvat liggur í støðuni og hvørji krøv kunnu hugsast at vera til staðar ?
Sært tú eitt menniskja, sum er í neyð, kemur tú so tí til hjápar ? Tey etisku virðini eru innbygd í tilveruna, tey eru feld inn í støðuna, helt Løgstrup.
Etos: Dygdaretikkur
			<description>Hvørja dygd hevur tann, sum fremur eina gerð?
Platon tosaði um fýra dygdir, sum staturin skuldi hava, nevniliga rættvísi, vísdóm, dirvi og tamarhald.
Vit og skil skal stýra okkum og ikki kenslurnar.
Etikkur og politikkur er neyvt knýtt saman og menniskjan skal blóma.
Etos: Um konsekvensialismu
			<description>Betri at vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur býttlingur ?
Tráanin eftir njóting og tráanin at koma sær undan líðing, hvussu skipa vit lívið og samfelagið eftir hesi fortreyt.
Hvørjar avleiðingar fáa tínar gerðir?
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá konsekvensialismu.
Etos: "Vit hava øll eitt egið virði"
			<description>Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá Immanuel Kant og kategoriska imperativinum.
Kant segði "spyr teg sjálvan, um gerðin, tú ger, kann verða ein alment galdandi lóg."
Eru vit okkara egnu lóggevarar? Og er ikki neyðugt at hugsa um avleiðingarnar av okkara gerðum?
Etos: Hvat er etikkur og hvat er moralur?
			<description>Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, er gestur í Etos.
Vit spyrja: Hvat er rætt og hvat er rangt? Vit brúka orðini etikkur og moralur hvørt um annað, men kunnu og skulu vit grundgeva við kenslunum ella við viti og skili?
Hava vit etikk og moral í einum heimi, har ongi menniskju eru, ella er etikkur og moral bara tengdur at menniskjum?
Etos: Hvat er etikkur?
Hvussu skal eg, mannabarn liva? Hvat er tað góða lívið? Hvat er rætt og hvat er rangt? Hvussu beri eg meg at móti øðrum menniskjum, tí vit skulu øll vera her og øll hava vit eins virði, tí vit eru øll mennisku og tí serstøk.
Vit tosa um etikk bæði í samfelagnum, í politikki, millum menniskju, í heilsuverki, tá tað snýr seg um djórini og umhvørvið.
Etikkur er gjøgnumvovin alla okkara tilveru her á bláu gongustjørnuni. Men tað, sum eg haldi er rætt, er ikki neyðugt at tú heldur vera rætt og soleiðis daga, javnt og savnt, etisk dilemma undan og tað er lívið um at gera at hava hesi á breddanum.