Brunsj
            <itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
              <itunes:name>Kringvarp Føroya</itunes:name>
Brunsj við Niels Petersen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Føroya kjósaði hann sum Ársins eldsál í fótbólti í 2012. 
Niels er útbúgvin framleiðslutøkningur og lesur í løtuni námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hann byrjar á 3. ári aftaná summarferiuna. Niels starvast eisini sum hjálparfólk í barnagarðinum, frítíðarskúlanum og ungdómsklubbanum í Kollafirði.
Í mars 2022 fekk Niels eina Gastric Bypass skurðviðgerð í Danmark, og síðan tá hevur hann tapt seg 55 kilo.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Niels millum annað frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Sevmýru á Tvøroyri. Eisini verður prátað um tíðina á Nørrona eftirskúlanum í Hygum í Danmark, sum varð eitt vendipunkt í lívi hansara. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Jens Jákup Hansen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í Kringvarp Føroya. 
Jens Jákup hevur altíð kent seg øðrvísi enn onnur, og í januar 2022 fekk hann staðfest ADHD.  
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jens Jákup frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Miðvági.
Eisini verður prátað um tíðina, tá hann og Ann komu saman og ymiskar avbjóðingar, sum ADHD hevur havt við sær ígjøgnum lívið. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
Magnus Magnussen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Magnus Magnussen er føddur í 1966 á Tvøroyri. Hann er uppvaksin í Fámjin og búsitandi í Havn. 
Magnus er útbúgvin Bachelor of Art í søgu og landalæru á Fróðskaparsetri Føroya, men seinastu fimtan árini hevur hann starvast sum søluleiðari fyri útflutningi hjá Samskip.
Tey allar flestu munnu tó kenna Magnus best í leiklutinum sum vertur fyri Gekkinum í sjónvarpinum hjá KVF. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Magnus frá síni bakgrund og ymiskum stuttligum og áhugaverdum hendingum, ið hava merkt hansara lívsleið. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Mariann Mikkelsen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Mariann Mikkelsen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.  
Mariann hevur ferðast víða og uppliva nógv í sínum 51 ára langa lívi. Hon hevur verið skiftisnæmingur í USA, gingið á málskúla og ferðast runt í Guatamala, siglt við seglbáti frá Puerto Rico til Thyberøn í Danmark, siglt við sluppunga av Sandi til Svalbard, og við seglbáti runt á Miðjarahavinum. 
Mariann er útbúgvin heimaskipari og hevur dykkaraprógv. Hon hevur eisini ferðast og dykkað nógva staðni í heiminum. 
Mariann bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men fyri tveimum árum síðan eydnaðist tað henni at blíva mamma til nú fýra ára gomlu dóttrina Akanshu Sofíu, sum er fødd í India. 
Eyðfinn Jensen er vertur. 
Brunsj við Ragnhild Ellingsgaard
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð.  
Hon er kend frá føroyska miðlaheiminum og hevur arbeitt fyri bæði Sosialin, Rás 2 og KVF. 
Ragnhild er javnan frásøgufólk á tiltøkum og festivalum, og so seint sum á jólum var hon vertur fyri stórslignu konsertina Jól við Løkin, ið varð send í sjónvarpinum hjá KVF. 
Harumframt er hon útbúgvin Joga leiðbeinari og undirvísur bæði kvinnum og monnum í at linka spenningar í kroppinum. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ragnhild millum annað frá síni bakgrund og frá tíðini, tá hon var partur av kreativa umhvørvinum í Studio Pegasus.  
Eisini verður prátað um lærarastarvið og aktuellar avbjóðingar hjá lærarum og næmingum í fólkaskúlanum. 
Eyðfinn Jensen er vertur. 
Kári Streymoy er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Kári Streymoy, ið dagliga starvast sum formaður fyri avskipingini hjá Bakkafrost, hevur eina langa fortíð sum fulltíðar tónleikari og trummuspælari í bólkinum TÝR. 
Í 2008 fekk Kári ein álvarlsigan skaða í ryggin, eitt disklop, ið skaddi hansara førleikar á trummunum, so hann at enda varð noyddur at gevast í bólkinum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiður Kári frá síni bakgrund og frá uppvøkstrinum á Glyvrum. Eisini verður prátað um tónleik og um lívið sum fulltíðartónleikari á konserterðum í Europa og USA. 
Eyðfinn Jensen er vertur. 
Bogi Andreasen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn. 
Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla, og starvast dagliga sum leiðari á millum annað Reinsaríinum og Perluni í Havn. 
Harumframt reka Jóhanna og Bogi "Gallarí Havnará", sum húsast í niðastu hædd í húsum teirra. 
Bogi er eisini kendur frá politikki, og eitt tíðarskeið var hann varaborgarstjóri í Havn. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Bogi frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Klaksvík. Sum ungur fór hann til skips, og ætlanin var at fara á skiparaskúla og at lesa til skipsførara. 
Eisini verður prátað um ymiskar verkætlanir og ymisk tiltøk, sum Bogi hevur verið við til at skipa fyri. 
Eyðfinn Jensen er vertur. 
Brunsj við Lív Clementsen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbeiða í bókhandli, og síðan 1986 hevur hon búð í Hoyvík. 
Lív hevur eitt rættiliga sjáldsamt starv. Hon eigur og rekur eina av bert trimum fyritøkunum í føroyum, sum veita jarðarferðahjálp. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Lív frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum í Sandavági og síni yrkisleið. 
Hon hevur millum annað starvast á Posthúsinum, Hotel Hafnia, og Reyni Service, áðrenn hon í 2013 bleiv sjálvstøðugt vinnurekandi.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Martin Mouritsen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi.
Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri.
Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin frá síni familju og síni bakgrund. Eisini verður prátað um musikkskúlaskipanina og tíðina, tá hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, umframt aðrar upplivingar og onnur áhugamál, sum eru og hava verið partur av lívinum hjá Martini.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Gudmund Helmsdal Nielsen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Gudmund Helmsdal Nielsen er føddur í 1972 á Saltnesi, uppvaksin í Leynum og búsitandi á Signabø.
Hann hevur eina Master í Filmsvísindi, og starvast fulla tíð sum sjálvstøðugt vinnurekandi í fyritøku síni, Helmsdal Media, innan filmsframleiðslu í Føroyum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Gudmund frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Leynum umframt ymiskum hendingum og upplivingum á síni lívsleið, sum hevur verið merkt av einum ovurstórum áhuga fyri filmi.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Siri Súsonnudóttir Hansen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Siri Súsonnudóttir Hansen er fødd í Havn í 1979 og uppvaksin upp í Søldafirði.
Hon er útbúgvin Kandidat í Námsfrøðiligari Sociologi og hevur millum annað starvast sum blaðstjórið á Kvinnu og verið marknaðarleiðari í SMS.
Í dag er hon sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast fyri tíðina sum samskipari fyri Tónleikasamband Føroya.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Siri frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og hendingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og litføgru lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Magni Christiansen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Magni Christiansen er 50 ár, føddur í Tórshavn, uppvaksin og búsitandi í Vestmanna 
Magni er best kendur sum kontri tónleikari og sangari. Hann hevur givið 8 heildarútgávur út, og tann 9. kemur eftir ætlan út í summar. Í sendingini hoyra vit eitt lag av komandi útgávuni. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magni frá síni familju og frá uppvøkstrinum í Vestmanna. 
Í sínum vaksna lívið hevur Magni starvast mest sum stuðul og hjálpari hjá bæði børnum og vaksnum. Millum annað hevur hann arbeitt á barnaheimi í Føroyum og í Danmark og á Eiragarði í Havn. Seinastu fýra árini hevur Magni starvast sum hjálparfólk í barnagarðinum Áarlon í Kvívík. 
Í sendingini verður eisini prátað um fleiri upplivingar og hendingar, ið hava myndað hansara áhugaverdu tónleikaligu yrkisleið. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
Diana Gilstón er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Diana Gilstón er 59 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgvin innan leiðslu og starvsfólkaviðurskiftið og starvast sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Taks.
Diana er eisini virkin kórsangari og seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Havnarkórinum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Diana millum annað frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum á Hornabø og frá yrkisleiðini í Keypmannahavn, London og í Føroyum.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Jóhann Mortensen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jóhann Mortensen er føddur í 1950 í Havn, har hann eisini vaks upp.
Jóhann er útbúgvin journalistur og hevur starvast í Útvarpinum og Kringvarpinum í 36 ár. Áðrenn tað var hann blaðmaður á Sosialinum í 6 ár.
Frá 1995 til 2008 var hann tíðindaleiðari í útvarpinum, men annars er hann helst best kendur fyri náttúru og mentannarsendingar. Í meir enn 17 ár gjørdi hann vælumtóktu sendirøðina Frítíð og náttúra.
        20230128_125936.jpg
Hóast Jóhann er farin frá vegna aldur, framleiðir hann enn sendingar í útvarpinum. Nýggjasta sendirøðin er ein spurnaðarkapping um kvæði og føroyskan dans, ið er skipa millum dansifeløg í føroyum.
Harumframt er Jóhann sera virkin á nógvum ymiskum økjum. Hann er millum annað formaður í Skógfriðingarnevndini, limur í staðbundnu Kaldbaksnevndini og virkin í áhugabólkinum Varveitið fríøkið við Sandá.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen er fødd í 1963 á Toftum, uppvaksin á Strondum og búsitandi í Havn. 
Hon er útlærd arkitektur og ein av stovnarunum og leiðarunum hjá MAP arkitektum. Heidi er eisini limur í nevndini hjá Føroya Arkitektafelag.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Heidi millum annað frá uppvøkstrinum á Strondum, ungdómstíðini í Havn og frá lestrartíðini í Keypmannahavn. 
Eisini verður prátað um burðardyggan arkitektur og ymiskar verkætlanir, ið hava myndað hennara áhugaverdu yrkisleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Ásla Breyt Danielsen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Ásla Breyt Danielsen er 33 ár, uppvaksin í Oyndafirði, fødd og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgving hárfríðkari og starvast dagliga sum leiðari í egnu fyritøkuni Wauw. Harumframt er Ásla ávirkari ella influensari við meir enn 8400 fylgjarum á Instagram.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Ásla frá síni lívsleið, eins og prátað verður nærri um nakrar av persónligu frásøgnunum og filmunum, sum Ásla hevur lagt út á Instagram og Facebook.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Nicolaj Falck
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Nicolaj Falck er útbúgvin sjónleikari á Listaháskúli Íslands í Reykjavík, og starvast bæði sum sjónleikari og sum timburmaður.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Nicolaj frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Nólsoy og frá ymiskum hendingum og upplivingum, sum hava myndað hansara áhugaverdu lívsleið.
Eisini verður prátað um umstøðurnar í Føroyum innan films- og leiklist.
Vertur er Eyðfinn Jensen.
Brunsj við Jens Eli Ellefsen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jens Eli, sum fyri viku síðani kundi hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, greiðir í sendingini frá barna og ungdómsárunum í Miðvagi, frá sjóðmanslívinum í Føroyum og í Grønlandi og frá tíðini sum handilsmaður og reiðari.
Føringar munnu tó kenna Jens Eli best sum tónleikara og yrkjara, og sangir hansara verða javnan sungnir í føroyskum brúdleypum og veitslum.
Sendingin var fyrstu ferð send tann 29. august 2020. 
Eyðfinn Jensen er vertur í Brunsj.
Brunsj við Benny Ejdesgaard
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Benny Ejdesgaard er 58 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Benny er millum annað útbúgvin sum Dekoratør innan sjónliga marknaðarføring í menningardeildini hjá Lego.
Seinni bleiv hann útlærdur koyrilærari, og seinastu átjan árini hevur hann rikið egnu fyritøkuna koyrilærarin.fo
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Benny frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjølbroyttu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Jóhan á Plógv
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jóhan á Plógv er 54 ár, hann er føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Jóhan er útlærdir snikkari, námsfrøðingur og sexologur, og starvast sum námsfrøðingur á Fjálgalon.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jóhan frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum og stuttligum hendingum, ið hava myndað hansara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Urd Johannesen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Urd Johannesen er 55 ár, fødd og uppvaksin á Glyvrum, búsitandi á Argjum. Hon er útbúgvin Cand. Mag. í enskum og altjóða viðurskiftum og hevur eina Master í Arts Management, frá City University í London.
Fyri tíðina starvast hon sum Bókmentanarligur samskipari fyri FarLit, men tann 1. januar í 2023 byrjar hon í nýggjum starvi sum Mentannarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Urd frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Glyvrum. Eisini verður sagt frá ymiskum hendingum og upplivingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og fjøllbroyttu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Magnus Juel Petersen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Magnus Juel Petersen er føddur í 1959 á Tvøroyri, har hann eisini er uppvaksin. Magnus er útlærdur bakari og konditari og starvast í dag sum húsavørður hjá Sankta Frants Skúla í Havn. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magnus frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Tvøroyri. Eisini verður sagt frá ymiskum upplivingum og hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu og fjøllbroyttu lívsleið. 
Eyðfinn Jensen er vertur.
Maria Andersen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Maria Andersen er fødd í 1941 í Miðvági, har hon eisini er uppvaksin. Sum nítjan ára gomul flutti Maria til Danmarkar, har hon hevur búð líka síðan.
Hon er útbúgvin námsfrøðingur, og hevur starvast við børnum og ungum alt lívið.
Sum ung fekk Maria áhugað fyri samfelagsviðurskiftum og byrjaði at virka í ymiskum felagsskapum og mótmælisgongum.
Í nógv ár búði og arbeiddi Maria á ymiskum kollektivum, og saman við táverandi manni sínum, Knút Andersen, stovnaði hon “De kollektive børne og ungdomsmiljøer” í 70’unum. Endamálið við felagsskapinum var at broyta barnaforsorgina í Danmark.
Umframt at hava uppliva ungdómsuppreisturin og flower power tíðina í 60’unum og 70’unum, var Maria eisini á Tvind háskúla, har tey koyrdu við tíggju gomlum bussum til New Delhi í Indien ígjøgnum Turkaland, Afganistan, Iran, Irak, Pakistan og onnur lond.
Eyðfinn Jensen er vertur. 
Óli Rubeksen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Óli Rubeksen er 64 ár, føddur í Keypmannhavn, uppvaksin í Havn og búsitandi á Velbastað.
Hann er útlærdur bilmekanikar, námsfrøðingur og process & organisations konsulent.
Óli hevur arbeitt sum SSP ráðgevi í Føroyum í 14 ár, men í dag fæst hann mest við seyðahald og heimablídni.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Óli frá ymiskum viðurskiftum og hendingum, sum hava mynda hansara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Eir í Ólavsstovu
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Eir í Ólavsstovu er 60 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Hon er útbúgvin sjónleikari og hevur lisið samskiftið og landafrøði á lærda háskúlanum í Roskilde.
Dagliga undirvísur hon á Glasi, men er annars kend frá sjónvarps og filmframleiðslu.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Eli Hentze
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Eli Hentze er føddur, uppvaksin og búsitandi heima á Sandi. Hann er útbúgvin lærari og fótbóltsvenjari og hevur síðan 2017 starvast fulla tíð fyri Fótbóltsamband Føroya. Seinastu trý árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá føroyska A landsliðnum í fótbólti.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Eli millum annað frá síni bakgrund og frá uppvøkstrinum heima á Sandi. Eisini verdur prátað um áhugan fyri námsfrøði og um tíðina við B71, ið vann føroyameistaraheiti í bestu fótbóltsdeildini í 1989.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Óluva Zachariassen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Óluva Zachariasen er 55 ára gomul, uppvaksin í Hesti og býr í Havn. Hon er útbúgvin ídnaðarlaborantur, bachelor í stjórnmálafrøði og hevur útbúgving sum journalistur. 
Í nógv ár starvaðist hon í Kringvarpinum, men hevur seinastu 4 árini verið sjálvstøðugt vinnurekandi sum samskiftisráðgevi, orðstýrari o.a. 
Óluva var fyrsta kvinnan, ið hevur verið á øllum teimum 340 skrásettu fjallatindunum í Føroyum og er ein av stovnarunum av Hagafelagnum.
Í sendingini greiðir Óluva m.a. frá uppvøkstrinum í Hesti, starvstíðini sum journalistur og um kærleikan til náttúruna.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Pól Sundskarð
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Pól Sundskarð er føddur í 1957 í Klaksvík, har hann er uppvaksin og búsitandi. Pól er útbúgvin handils og skrivstovufólk, og rekur saman við konu síni egið ferðavinnu virkið. 
Hann er kendur fyri síni mongu brøgd innan renning og hevur vunnið fleiri heiðursmerkir í maraton og øðrum víðgongdum rennikappingum. 
Pól hevur gingið nógv í føroysku fjøllunum og verið á øllum 340 fjallatindunum fleiri ferðir, men á fjallatúri á heysti í fjør datt hann og bleiv sera illa skaddur.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Pól frá ymiskum upplivingum og hendingum á síni áhugaverdu lívsleið, ið hevur broytt kós meira enn einaferð.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Oddbjørg Johansen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Oddbjørg Johansen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur síðan 2015 starvast sum leiðari hjá Bú og Viðgerarstovninum á Stoffalág 35 í Havn, ið er skipaður í samstarvi við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og Almannaverkið.
Endamálið við stovninum er at geva ungum við sálarligum avbjóðingum eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum. Í 2020 varð Oddbjørg kosin Ársins Sjúkrarøktarfrøðingur av felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Oddbjørg frá sínum uppvøkstri í Runavík umframt ymiskum upplivingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Hans Petur í Brekkunum er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Hans Petur í Brekkunum hevur lisið tónleik á Det Jyske Musikkonservatorie og EMBA í leiðslu á Niels Brock í Keypmannahavn.
Í meir enn 12 ár var hann leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og síðan 2019 hevur hann verið stjóri í Føroya Symfoniorkestri umframt at starvast í Ravnur Tryggingarmekling.
Í sendingini greiðir Hans Petur millum annað eisini frá sínum barna og ungdómsárum, frá tíðini á besta liðnum hjá HB og frá síni tónleikaligu bakgrund. Hann hevur spælt saxofon og givið tónleik út sum solistur og við tónleikarum og bólkum sum Paria, Brekku Brothers, Take Off, Hjarnar, Frændir, Kim Hansen, Kristinu Bærendsen, Halli Joensen og mongum øðrum.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Elisabeth Myllhamar
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Eyðfinn Jensen er vertur.
Elisabeth Myllhamar er fødd og uppvaksin í Skopun, men flutti til Skálavíkar, tá hon gfitist Klæmint í 1971.
Í Skálavík hevur hon verið kommunuskrivari í 37 ár, arbeitt í handilinum niðri á Mølini og rikið matsølubúðina Neystið í 30 ár. Harumframt er Elisabeth limur í Náttúrufriðingarnevndini fyri Sands sýslu.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Elisabeth frá sínum uppvøkstri og síni bakgrund umframt ymiskum hendingum og viðurskiftum, sum hava myndað hennara virknu lívsleið.
Brunsj við Ingvør Nolsøe
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Ingvør Nolse er fødd í 1951 í Klaksvík, har hon vaks upp og búði, til hon sum átjan ára gomul flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg til Art Director innan marknaðarføring og samskiftið.
Afturkomin til Føroya sum 25 ára gomul stovnaði hon Føroya fyrstu marknaðarføringsfyritøku "Teknistovan hjá Ingvør", sum seinni broytti navn til "Stephanssons hús". Fyritøkan var einaráðandi innan marknaðarføring í Føroyum í 10 ár.
Ingvør hevur loyst nógvar ymiskar áhugaverdar uppgávur, staðið fyri átøkum, gjørt bløð, búðmerkir, etikettir og nógv onnur kreativ verk, sum enn síggjast ymsa staðni í føroyska samfelagnum.
Frá ungum árum var Ingvør virkin innan friðarrørsluna, og hon hevur luttikið í stórari friðargongu í USA undir kalda krígnum. Gongan fór ígjøgnum 15 statir líka frá New York til Washington DC.
Ingvør hevur eisini stríðst fyri javnstøðu og verið virkin í føroysku kvinnurørsluni. Hon var við til at stovna Kvinnufylkingina í 1976.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ingvør Nolsøe frá síni bakgrund og ymiskum áhugaverdum hendingum og upplivingum, ið hava myndað hennara slóðbrótandi lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Ólavi Jóannesarson Hansen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Ólavur Jóannesarson Hansen varð føddur í 1980 og vaks upp í Saltangará og Runavík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og starvast innan bygging og útboð hjá Landsverk.
Í frítíðini er hann virkin innan tónleik bæði sum sangari, samskipari og ummælari.
Uframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ólavur frá síni bakgrund og ymiskuum hendingum, sum hava myndað hansara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Lindu Unudóttir Olsen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Linda Unudóttir Olsen er 55 ár, fødd, uppvaksin og búsitandi í Tórshavn. Hon er útbúgvin blómuprýðari og starvast í Blómuhúsinum á Hálsi í Havn.
Linda er eisini edrúur alkoholikari, og tað hevur hon verið í meir enn 23 ár.
Tá Linda var tvey ár, lat mamman hana frá sær til Barnaheimið í Havn, har hon vaks upp og búði, til hon sum fjúrtan ára gomul varð send á ein kristiligan ungdómsskúla í Danmark.
Linda byrjaði tíðliga at ballast og at ganga í býnum. Rúsevnini vundu uppá seg, og hetta førdi hana út í eina misnýtslu, sum hon ikki megnaði at stýra. Tað var tó ikki fyrr enn Barnaverndin bankaði uppá, at Linda sum 32 ára gomul fór í viðgerð á Heilbrigdinum á Velbastað.
Í dag hevur hon eitt virkið arbeiðslív og eitt ríkt familjulív við trimum børnum og tveimum ommubørnum.
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lindu og synum hennara í íbúðini Undir Glasheyggi í Havn.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Poul Müller
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Poul er 64 ár, føddur, uppvaksin og búsitandi í Havn. 
Hann er Sparikassa lærdur og útbúgvin Grannskoðari hjá Paula Ellefsen, men síðan 1996 hevur Poul arbeitt fulla tíð sum festibóndi við mjólkineytum og seyðahaldi í Havnardali. 
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Poul frá síni bakgrund og ymiskum umstøðum og hendingum á síni lívsleið. Prátað verður bæði um barna og ungdómstíðina og um lívið sum bóndi á Müllersgarði.
Nógv er broytt innan føroyskan landbúnað, síðan Poul yvirtók festið frá pápa sínum í 1996. Størsta broytingin kom í 2008 við sjálvvirkandi Felagsfjósinum í Havnadali, sum Poul saman við trimum øðrum setti á stovn.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Eirik Suni Danielsen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Eirik Suni Danelsen er útbúguvin húsasmiður og byggifrøðingur og starvast í dag sum leiðari í Tilhaldinum í Tórshavnar Kommunu.
Í nøkur ár var Eirik Suni lærari á Tekniska Skúla, men í 2004 yvirtóku hann og Tóra vallaraheimið Gjáargarð, sum tey broyttu til gistingarhús og matstovu og róku í fimtan ár.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Theresu Turiðardóttir Kreutzmann
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Theresa Turiðardóttir Kreutzmann er uppvaksin í Vági og á Tvøroyri og búsitandi á Argjum.
Hon er skrivstovulærd og hevur útbúgving sum Altjóða Tænastu Økonom.
Í nógv ár arbeiddi Theresa innan ferðavinnu bæði í Føroyum, Danmark og í Grønlandi.
Seinastu árini hevur hon verið sjálvstøðugt vinnurekandi og starvast í dag sum millum annað ráðgevi, íverkseti og hotelstjóri á Hotel Bakkanum í Vági.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Guðmundi Joensen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Guðmundur er 38 ár, føddur og uppvaksin í Havn, búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgving múrari, og umframt eina leið sum yrkisítróttarmaður, hevur hann verið varaleiðari í Svimjihøllini í Gundadali og leiðari av ítróttarháskúlanum í Suðuroy. 
Í dag starvast hann sum leiðari í nýggja ungdóms- og virkishúsinum “Gulu smiðju” í Runavík, sum letur upp í morgin, sunnudagin 24. apríl.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Hilda Viderø er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Hilda Viderø er fødd í 1955 í Klaksvík. Hon vaks upp í Fuglafirði tey fyrstu fimm árini og síðani í Klaksvík.
Tvey tíðarskeið í lívinum hevur hon búð í Afrika saman við manni sínum Johannes og synum teirra. Frá 1984 til 1987 vóru tey trúboðarar í Liberia í vestur Afrika, og frá 1989 til 1996 vóru tey útsend til Botswana í suður Afrika.
Hilda er útlærd námsfrøðingur og psykiatriskur røktari og hevur starvast sum sjálvstøðugur familjuviðgeri og vegleiðari í Føroyum.
Í nógv ár var hon virkin innan ABC Barnahjálpina og Føroysku Barnahjálpina, men síðan 2018 hevur hon arbeitt fulla tíð fyri hjálparfelagskapin “Mirjam”, ið virkar fyri kvinnu íverksetan í Liberia og Kenja.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Magna Mohr
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Magni Mohr er proffessari í fysiologi og starvast sum dekanur á Fróskaparsetrið Føroya.  
Hann er eisini fysiskur venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum og síðan 2016 hevur hann verið formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Harumframt hevur Magni havt fleiri aðrar spennandi uppgávur sum fysiskur venjari hjá millum øðrum Juventus, Chelsea, Brøndby og danska fótbóltslandsliðnum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Magni frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Vági og frá ymiskum áhugaverdum upplivingum, sum hava myndað hansara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Jansy Gaardlykke
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jansy Gaardlykke er fødd í 1960 í “Gerðinum” í Lamba, har hon eisini er uppvaksin. 
Hon er útlærd sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvast sum heimasjúkrasystir á Strondum, á Landsjúkrahúsinum, á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark.  
Seinastu 25 árini hevur Jansy verið dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum í Føroyum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Jansy frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, sum hava mynda hennara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við John William Joensen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>John William er føddur í 1969 í Keypmannahavn og uppvaksin "Uppi á Hædd" í Klaksvík. Í Brunsj greiðir hann frá lívinum sum smádrongur í 70'unum og 80'unum bæði í grannalagnum og í skúlanum. Hann var málmaður hjá KÍ, og hvørt summar var hann á legu í Zarepta á Vatnsoyrum.
John William er útlærdur prentari og arbeiddi í nógv ár fyri blaðið Norðlýsi. Tey seinastu árini var hann stjóri á blaðnum.
Í 2011 fekk John William staðfest Parkinsson og tvey ár seinni mátti hann leggja stjórastarvið frá sær vegna sjúku.
Í dag er hann formaður hjá Parkinsson felagnum í Føroyum.
Brunsj við Agnes Mols Mortensen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Agnes Mols Mortensen er fødd í 1977 á Tvøroyri og er útbúgvin lívfrøðingur. Saman við eldri beiggja sínum, Mortan Mols Mortensen, eigur og rekur hon fyritøkuna "Tari", sum virkar í fyrrverandi smoltstøðini í Fámjin. "Tari" framleiðir skjól til rognkelsi fyri laksa-alivinnuna í Føroyum og tara til matna.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Agnes frá sínum virki og ymiskum áhugaverdum upplivingum í lívinum. Hon hevur millum annað gingið á kostskúla í Danmark, verið AFS næmingur í Ghana í Vesturafrika, silgt við skúlaskipinum "Danmark", lisið Lívfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og tikið Phd í New Hampshire í USA.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Martin Restorff er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Martin er útlærdur tænari og starvast í dag sum stjóri á hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, ið hava myndað hansara áhugaverdu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Thordis Skaalum
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
Thordis Skaalum er fødd og uppvaksin í Miðvági, men hevur búð í Sørvági ta mesta av lívi sínum. 
Hon er útlærd sjúkrahjálpari og fótarøktari, og arbeiddi á Ellisheiminum í Miðvágið líka frá 1984 til beint eftir ársskifti. 
Thordis hevur verið limur í bygdaráðnum í Sørvági í 12 ár, og hon er stigtakari og ein av fyriskiparunum til Sørvágs country & blues festival.</description>
Kristina Gry Berg er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Kristina Gry Berg er uppvaksin í Havn, men flutti við familjuni til Fuglafjarðar í 2007.
Hon hevur lisið Enskt og Heimspeki á Lærda Háskúlanum í Odense, og undirvísti í fleiri ár á Handilskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali umframt á Tekniska skúla í Klaksvík.
Í 2014 bleiv Kristina leiðari fyri Mentannarhúsið í Fuglafirði, og síðan 2016 hevur hon starvast sum leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði.
Seinastu tvey árini hevur Kristina verið forkvinna í nevndini hjá Demokratia, sum arbeiðir fyri at økja um talið av kvinnum í bæði landspolitikki og kommunupolitikki.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Óli Petersen er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Óli Petersen, best kendur sum Óli P, er útbúgvin tekniskur assistentur og arbeiddi í 25 ár á teknistovuni á Skála Skipasmiðju, áðrenn hann bleiv fastur satiru og blaðteknari á Sosialinum, har hann eisini var í 25 ár.
Í Brunsj greiðir Óli frá ymiskum hendingum og viðurskiftum, sum hava myndað hansara lívsleið, líka frá uppvøkstrinum í Klaksvík undir seinna veraldarbardaga til dagin í dag, nú hann hevur valt at leggja pennin frá sær.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Mourits Mohr Joensen
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Í sendingini verður spildurnýggi sangurin “Litfagrir fuglar”, sum Mourits hevur skrivað, frumframførdur.  
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Mourits frá síni lívsleið og sínum familju viðurskiftum. 
Mourits, ið er útlærdur elektrikari og maskinistur, hevur í løtuni farloyvi frá Havstovuni, har hann hevur starvast seinastu 24 árini.  
Eyðfinn Jensen er vertur.
Jóannes Patursson er gestur í Brunsj
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Jóannes Patursson er bóndi sum 17. ættarlið á Kirkjubøargarðinum, ið hann ​rekur saman við konuni Guðrið og synum teirra.
Í sendingini greiður hann millum annað frá lívinum á Kirkjubøargarðinum fyrr og nú og frá søgum og sagnum og teimum mongu søguligu bygningunum á staðnum.
Eyðfinn Jensen er vertur.
Brunsj við Elisu Vang
			<itunes:author>Kringvarp Føroya</itunes:author>
			<description>Elisa Vang er 35 ár, fødd og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og starvast dagliga sum samskiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag. 
Elisa er eisini útbúgvin yoga lærari og rekur fyritøkuna Andarúm Yoga. Harumframt skipar hon saman við øðrum fyri Gin Yoga til veitslukend høvi.  
Elisu dámar sera væl at skemta og at undirhalda. Hon hevur luttikið á “Stand-Up Comedy" skeiði hjá Sjúrða Skaale, Bárði Persson og Jákupi Dahl og framført til til fleiri almen og privat tiltøk millum annað “Bart út” á Reinsaríinum og “Uppreistur” í Salt. 
Elisa arbeiðir fyri at broyta ímyndina av tjúkkum fólkum, og hon heldur javnan fyrilestrar um fitiskamman ella “fatshaming”, sum tað eitur á enskum.
Eyðfinn Jensen er vertur.