Heðin Brú
Heðin Brú 2:2
			<description>Í seinna partinum av dokumentarstuttrøðini um Heðin Brú verður sagt frá árunum eftir 1940. Heðin Brú hevur nú fingið sítt gjøgnumbrot sum rithøvundur. Høvundurin er vorðin familjumaður, tey hava sett búgv uppi undir Varða í Havn, eftir nøkrum árum eru børnini fimm í tali. Hans Jakku, sum navn høvundans í veruleikanum er, tekur í 1942 við sum landbúnaðarráðgevi. Hvør fríløta má tí gagnnýtast, tá skrivast skal. Hann skrivar umborð á ferðamannaskipum millum bygda í arbeiðsørindum, og tá friður er við hús. Børn og abbabørn merkja, at hann hevur nógv um at vera, men hann roynir eftir førimuni at vera um tey øll. Hann er eisini politiskt virkin innan Javnaðarflokkin, og tá landsstýri skal skipast í 1951, er hann løgmansevni floksins. Tað verður av ongum, og eftir tað hugsavnar hann seg alt meira um rithøvundavirki sítt. Ikki fyrr enn hann fer frá fyri aldur, fær hann endiliga hugsavnað seg fult og heilt um rithøvundakallið, men tá eru høvuðsverkini longu skrivað. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen
Heðin Brú 1:2
			<description>Rithøvundurin Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð. Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð. Føroyingar lósu Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín. Av føroyskum prosahøvundum, var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við. "Feðgar á ferð", ið fleiri ferðir var lisin sum framhaldssøga í útvarpinum, hevur vunnið støðu sum klassikari í føroyskum bókmentum. Bøkur hansara vóru eisini týddar til fleiri fremmandamál og lisnar víða hvar. Hann verður framvegis mettur sum eitt av mætastu prosaskaldum, ið skrivað hevur á føroyskum. Heðin Brú var listamannaheiti, ið Hans Jákup Jacobsen (1901-1987) fekk sær. Hann var føddur og vaks upp í Skálavík fyrst í farnu øld. Eftir nøkur ár til skips, og ein vetur á háskúla í Havn, helt hann seg hava ráð at fara burtur at lesa. Í 1928 tók hann prógv sum búnaðarfrøðingur í Danmark. Heimkomin fór hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, í 1942 tók hann við sum landbúnaðarráðgevi. Tað gjørdist hansara lívsstarv, skrivingina fekst hann við í fríløtum. Undirheitið á fyrra partinum, "Loystur úr fjøtrum", sipar til strev høvundans at frígera seg frá øllum teimum, ið leggja honum meinbogar í vegin at halga seg til skaldskapin. Heimbygdin kennist honum ov trong, hann vil út um bøgarðarnar at royna flogið. Ikki fyrr enn hann er staddur í Danmark tekur hann dik á seg og fer av álvara undir at skriva. Men søgurnar, ið bilgjast innan í honum, spretta úr heimbygdini. Tað er føroyska fólkið og bygdalívið í Føroyum, sum Heðin Brú fyrst og fremst skrivar um. Tað eru Suni Merkistein og Hans Petur Hansen, sum leggja til rættis nýggju dokumentarrøðina í tvinnanda pørtum um Heðin Brú.