Tey brølandi tjúguni
Tjóðarbyggingin stóran týdning fyri føroyska listaumhvørvið í 1920-árunum
Føroysku listamálarnir, ið gera vart við seg um hetta mundi, eru fyrst og fremst Jógvan Waagstein, Kristin í Geil og Niels Kruse, samstundis sum Sámal Joensen, seinri Sámal Joensen-Mikines, og William Heinesen eisini eru virknir.
Í 1928 letur løgtingið Sámal Joensen-Mikines eitt stipendium, so hann kann fara í skúla á Kunstakademiets malerskole í Keypmannahavn, og í 1932 vendur Sámal Joensen-Mikines aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving.
Kvinnurnar gera vart við seg
Flora Heilmann, ið varð fødd í 1872, var prestafrúa og búði eitt skifti eitt á Viðareiði. Í 1920-árunum fekk hon eitt stipendiat frá løgtinginum til at avmynda tað gomlu Havnina. Hon fer undir hetta arbeiði í 1930-árunum og úrslitið gjørdist 57 vatnlitsmyndir av eitt nú gomlu Havnini og kirkjum.
Flora Heilmann gjørdist eisini vinkona við journalistin Elizabeth Taylor, sum ferðaðist um allan heimin og eisini í Føroyum. Fyrri veraldarbardagi hevði við sær, hon ikki slapp av aftur landinum fyrrenn nøkur ár seinri. Og hon teknaði og málaði eisini, eins og bókin, ið hon legði úr hondum, fekk heitið "The Far Islands and Other Cold Places - Travel Essays of a Victorian Lady".
Eitt skifti búði Elizabeth Taylor í Miðvági, har hon vegleiddi Mikkjal á Ryggi í at tekna, og hetta hevði við sær at hann fór at myndprýða sínar egnu útgávur, samstundis sum hann eisini fór í holtur við stórslidnu Fuglabókina.
Í 1923 fer Birgitte Johannesen, hvørs familja er frá Vestmanna, men flutt til Havnar, til Onglands at lesa akvarellmálari, har ið hon fær góð skoðsmál, samstundis sum hon eisini fær fleiri virðislønir.
Í 1925 fer hon á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har ið hon er næmingur til 1928. Henni dámdi væl at fara út í náttúruna at mála, samstundis sum hon hevði ein serligan hug til at mála Føroyar og tað føroyska landslagið. Men við tað, at hon búði í Danmark, ferðaðist hon ofta til Føroyar um summarið, her hon málaði alt summarið.
Men tað vóru ikki øll, sum hildu tað vera í lagi at ein kvinna arbeiddi við list, og hetta vóru eisini atfinningar, sum Elinborg Lützen og Ruth Smith fingu at hoyra. Tá var tað eisini trupult hjá einari kvinnu at liva av listini eina, og Birgit Johannesen hevði eisini eitt annað starv við síðuna av.
Skuldin hjá Vágs kommunu var eina slaka millión krónur fyrst í 1920-árunum
Í 1928 varð sáttmáli gjørdur millum Vágs Kommunu og Froðbiar Sókn um, at Froðbiar Sókn keypur streym frá el-verkinum í Botni. Og tað gjørdist eisini ein stórur fyrimunur fyri Tvøroyri, tá bygdin 8. desember 1928 fekk streym á fyrsta sinni, samstundis sum fyrsta Ljósfestin á Tvøroyri varð hildin.
Í Havn varð el-verkið á Rundingi tikið í nýtslu 1. september 1921. El-verkið var útgjørt við tveimum motorum. Annar var 100 hestar og hin 50.
Í 1920-árunum verða fleiri fakfeløg stovnaði eins og Javnaðarflokkurin verður settur á stovn. Fleiri orrustir eru eisini millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar í 1920-árunum, og tað at arbeiðsgevararnir og keypmenninir á fleiri plássum vóru teir somu, hevði eisini avbjóðingar við sær.
Ein av stríðsspurningunum var, at fólk vildu fáa reiðan pening, heldur enn at skula keypa uppá borg ella fáa blikkpengarnar, sum nakrar fyritøkur høvdu fingið sær.
Lønarmunur var eisini: Kvinnurnar fingu lægri løn enn menninir, eins og lønin eisini var ymisk, alt eftir hvar í landinum tú var.
Í 1920-árunum var nógv vinnuligt og annað virksemi á Tvøroyri, og sostatt var Tvøroyri heldur eitt býarsamfelag enn eitt bygdasamfelag - hóast Tvøroyri ikki var ein býur. Har var dansur, ítróttur og nógv felagsvirksemi.
Í 1920-árunum var talið av sjólætnum 155 fólk, og taka vit 1925, búðu bara 22.835 fólk í Føroyum. Hvat merkti hetta fyri lívið umborð og hvussu merktist tað hjá teimum, ið sótu eftir?
Í sendingini hava vit tosað við Tórleif Augustinussen, Óla Jacobsen, Hans Andrias Sølvará og Erland Viberg Joensen.
Tú kanst hoyra sendingina her!
Í Norðstreymoy var umval eftir løgtingsvalið í 1920, tí hol var í hurðini
Í 1921 vitjaði Christian hin 10., kongur í Føroyum, og í fylginum vóru Alexandrine, drottning, og synirnir, Fríðrikur, krúnprinsur, og Knút, prinsur. Hetta var triðja kongsvitjanin í Føroyum, og vitjað var í Suðuroy, Havnini og í Klaksvík.
Í Havn legði drottningin grundarsteinin til Dronning Alexandrines Hospital, ið varð tikið í nýtslu í 1924.
Og hvønn týdning fekk nýggja sjúkrahúsið og hvør er heilsustøðan hjá føroyingum í 1920-árunum? Hesir eru millum spurningarnir, ið verða viðgjørdir í sendingini hesuferð.
Eftir 1910 fóru tær fyrstu ungu føroysku kvinnurnar til Danmarkar á sjúkrasystraskúla. Og tíggju ár seinri - í 1920, fýra ár fyri Færø Amts Hospital varð niðurlagt, byrjaði ein rættulig útbúgving av sjúkrasystrum í Føroyum, skipað av diakonissunum og medisinska yvirlæknanum á sjúkrahúsinum.
Í 1921 legði Alexandrina, drottning, grundarsteinin til "Dronning Alexandrines Hospital", og í februar 1924 var nýggja sjúkrahúsið, ið varð teknað av H. C. W. Tórgarð, og sum hevði 65 seingjarpláss, tikið í nýtslu - og hetta var annars samstundis sum fyrstu sjúkrasystrarnar vóru útbúnar í Føroyum.
Nomið verður eisini við hvønn týdning tað fekk, at tað beint fyri ólavsøku í 1921 eydnaðist einum granskingarliði á universitetinum í Toronto undir leiðslu av Frederick G. Bantin at fráskilja ella isolera insulini, og at læknin og bakteriufrøðingurin, Alexander Fleming, í september 1928 av tilvild fann fram til bakteriudrepandi evnini hjá ávísum blámusoppum, ið sum fráleið hevði við sær framleiðsluna av penisillini.
Luttakarar í sendingini eru Hans Andrias Sølvará og Pál Weihe.
Tú kanst hoyra sendingina her!
1742924
Fimm bókhandlar og eini 300 útvarpstól vóru í Føroyum í 1920-árunum
Hesir er nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í Teimum brølandi tjúgunum hesuferð.
Nomið verður við høvundar sum Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus, Poul F. Joensen, Christian Matras og William Heinesen, eins og andaligu bókmentirnar eisini verða viðgjørdar, eitt nú við atliti at málspurninginum.
Saman við Maluni Marnersdóttir, ið er professari í bókmentum og ein av høvundunum til bókaverkið Føroysk bókmentasøga, viðgera vit 1920-árini úr bókmentaliga sjónarhorninum, eins og vit eisini hoyra brot úr føroyskum skaldskapi um hetta mundi.
Jazztónleikurin og nýggj tøkni settu sera stóran dám á 1920-árini
Í byrjanini var jazztónleikurin ávirkaður av eitt nú ragtime, europeiskum samtíðar dansitónleiki, marchtónleiki, negro spirituals og blues. Men júst nær, ið jazztónleikurin gerst ein sjálvstøðug sjangra, er torført at siga. Men hildið verður, at fyrsta tíðarskeiðið í jazzsøguni byrjar í New Orleans seinast í 1800 talinum, og tað er við kornettblásaranum Buddy Bolden sum ein hin kendasti tónleikarin.
New Orleans var tá kendur fyri - eisini í altjóða høpi, at vera ein stuttleikabýur, har ið nógvir møguleikar vóru innan undirhalds- og tónleikavinnuna. Og í Storyville, ið var stuttleikamiðdepilin í býnum, spældu eisini - heilt fram til Fyrra heimsbardaga, nógvir av teimum jazztónleikarunum, sum framvegis teljast millum stóru slóðbrótararnar innan jazzin.
Seinra partin av 1920-árunum herjar Charleston-fepurin, sum er dansur, ið tók seg upp millum tey svørtu í Charleston í Suðurdakota í umleið 1920 og frá 1925 ella har á leið var Charleston dansurin hægsti móti allastaðni, og eisini í Europa.
Dansurin hevði við sær, at beinini svingaðu longur upp, samstundis sum kjólarnir gjørdust styttri, eins og Charleston mest sum gjørdist eitt súmbol ella ein ímynd av 1920-árunum.
Jazztónleikurin kom eisini skjótt til Føroyar. Longu í 1923 var fyrsta føroyska jazzorkestrið - Jazzband Triumph, stovnað, bara seks ár eftir at heimsins fyrsta jazzpláta kom út.
Í sendingini hesuferð tosa vit við Knút Háberg Eysturstein og Maluna Marnersdóttir, samstundis sum vit eisini hoyra eina ørgrinnu av tónleiki frá hesum tíðarskeiði.
Fyrri heimsbardagi hevði stóra ávirkan á 1920-árini
Fyrri heimsbardagi hevði eisini við sær at Russland var illa fyri, og hetta slóðaði fyri kollveltingina í oktober 1917, tá sar-dynastiðið fall og Vladimir Lenin tók við valdinum. Men eftir tríggjar heilabløðingar doyði Lenin longu í 1924, og tá tók tann munandi harðrendari Josef Stalin við valdinum - og tað var als ikki til fyrimunar fyri russiska fólkið: Kósin gjørdist meiri nationalistisk, landbúnaðurin varð kollektiviseraður og stýringin miðsavnað, og íðnaðargerðingin kom als ikki fólkinum til góðar.
Eftir at Benito Mussolini í 1919 hevði stovnað tað fyrstu fascistisku herdeildina, telvar hann seg støðugt fram at valdinum - við harðskapi.
Í Italia gongur tað harðliga fyri seg á heysti 1922, og tað minnur mest um borgarakríggj, tá kommunistar og fascistar bresta saman í gøtunum. 28. oktober fara 30.000 fascistar undir leiðslu av Bennito Mussolini - Il Duce - í hergongu við kós móti Rom, har ið endamálið er at taka valdið. Úrslitið verður at stjórnin hjá Luigi Facta leggur frá sær, og kongurin, Victor Immanuel hin 3., biður Mussolini um at skipa nýggja stjórn.
25. november sama árið letur tjóðartingið honum einaveldug rættindi næstu 12 mánaðirnar. Endamálið er at fáa lóg og landaskil.
Við harðskapi og yvirgangi tryggja italsku fascistarnir sær ein risastóran valsigur á valinum 6. apríl 1924. Fascistarnir fara úr 35 tjóðartingslimum til 375 og tryggja sær sostatt meiriluta í parlamentinum.
Í januar 1926 fær Mussolini heimild til at stjórna Italia við fyriskipanum. Føraraprinsippið verður sett í gildi, og ein hvør andstøða móti fascistisku stjórnini verður bannað.
21. apríl 1927 kunngerð Mussolini eitt "Carta del Lavoro" - Arbeiðsins Grundlóg, og verkføll og verkbann verða forboðin.
20. mars 1928 verður ein nýggj valskipan sett í gildi í Italia. Limirnir í umboðsmannatinginum verða hereftir útpeikaðir av einum fascistiskum stórráði.
Victor Emanuel kongur hin 3. og hansara fylgi sleppa snikkaleys eftir eina bumbuatsókn í Milano hin 12. apríl 1928, men 17 fólk lata lív.
Og 11. februar 1929 tryggjar ein avtala millum Mussolini og Pavastólin stovnsetingina av Vatikanstatinum.
Børsspekulatiónin, sum eftir fýra árum hevur havt við sær, at partabrøvini eru fýrafaldaði í virði, endar hósdagin 24. oktober í 1929 í einum fullkomnum búskaparligum ragnaroki. "Tann svarta hósdagin", sum dagurin verður róptur, rapa partabrævakursirnir niður á Wall Street í New York, og eftir fáum døgum eru partabrævaeigarar í tíggjutúsundatali farnir á ørmundarhús, ognir eru søplaðar burtur, og milliardir av dollarum eru horvnir út í tað bláa.
Og kreppan í Wall Street í 1929 tryggjaði eisini Adolf Hitler og nazistunum valdið í Týsklandi í 1930-árunum.
Hesi eru nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd í hesari fyrstu sendingini av Teim brølandi tjúgunum.
Og í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, Signar í Homrum, søgufrøðing, og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing og formann í búskaparráðnum.