Í minnisins ríki
Bacalao
			<description>Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965. Vit hoyra um vrakarar sum Niels í Geilini í Skúgvi og havnamannin Rasmus, sum varð róptur Perlan og um Poul Hansen stjóra. Hanus lýsir her eina tíð, tá ongir ølklubbar vóru, onki sjónvarp og ongin Rúsa. Raskar ungar gentur pakkaðu fiskin, og ein teirra plagdi at syngja sangin ”Please release me let me go”. Við byrggjuna lógu trolarar sum Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason. Tónleikurin er eftir The Beach Boys, Edith Piaf og Harry Brandelius
Frá Waterloo til Arcola Street
			<description>Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda. Hanus fortelur fyrst um rithøvundin Bernard Shaw, sum var sosialistur og kvinnustríðsmaður. Síðani greiðir hann frá tí stórfingna leikinum ”Fruen fra havet” eftir norska rithøvundin Henrik Ibsen, sum hann sá í 2008 í Arcola Theatre í London. Í leikinum uppliva vit, at tann unga læknafrúan Ellida Wangel á onkran gandakendan hátt kennir seg drigna av einum gátuførum fremmandum manni. Leikurin hevur eitt sniðfungigt dialektiskt snar, tí ikki fyrr enn maður Hildu gevur henni fult og óskert frælsi, tekur hon støøðu og velur – hann og ikki tann fremmanda. Vit hoyra tónleik eftir
Händel og skaldskap eftir Ben Jonson. At enda hoyra vit nøkur minnilig ørindir úr Kópakvæði eftir Kvívíksjógvan. Brynjálvur Lamhauge skipar.
Jeanne d´Arc og onnur konubrot
			<description>Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin – hugsar Hanus sær, at hann ger sær ein kalendara til tess at minnast og heiðra ymiskar merkiskvinnur – eitt nú Nicolina á Kamarinum í Havn, Eivør Pálsdóttir, Onnu Sofíu á Rípini í Skúgvi, ta norsku Dorotheu Engelbretsdatter og ta gitnu Hypatiu, sum á sinni undirvísti í støddfrøði í Aleksandria. Høvuðsnavnið og hetjan í hesi sending er tann gitna Jeanne d´Arc, tann blaðunga gentan, sum bjargaði Fraklandi í hundraðárabardøgunum við Ongland. Henda gentan – nevnd moyggin úr Orleans – livdi frá 1412 til 1431. Hon fekk onga tøkk fyri sítt bragd, men varð eftir boðum frá fronskum kirkjumonnum tann 30. mai 1431 brend livandi á torginum í Rouen. Henda sending var endursend fyrr í ár.
Lærari í Hvalba
			<description>Evnið í hesi sending er skúlaárið 1963 – 1964, tá ið Hanus var vikarur í Hvalba. Vit hoyra um hansara starvsbrøður Carl Thormann Sørensen, skúlastjóra, og Jógvan Nattestad lærara, um Katrinu á Bakkanum, sum hann búði hjá, og um Oliver Schrøter, sum var lærari í Nesi. Vit hoyra um morðið á John F. Kennedy, um Hvalbiar berghol, um barrina Jack Ruby, um Dánjal Jacob á Breyt.Vit hoyra tónleik og sang eftir Leonard Cohen, Fríðrik Petersen, Hans Andrias Djurhuus og The Faroe Boys
Úr Syðradali til Wien
			<description>Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962. Hann og tvey syskinabørn silgdu úr Esbjerg til Harwich, ohg komin upp á land í Onglandi hoyrdu tey sangin ”Hor mein Lied Elisabeth”, sum var sum ein ógloymandi kvøða. Hanus var um hetta mundið læraravikarur í Norðradali og Syðradali. Árini 1964 – 1965 gekk hann á mál- og bókmentaskúla í Bournemouth, har eisini tríggir aðrir føroyingar tá vóru staddir. Hesa tíðina sá Hanus filmin Goldfinger, og upplivdi at síggja og hoyra – á fyrsta sinni- The Beatles. Vit hoyra tónleik eftir Elvi Presley og Edith Piaff og sangir sum tann norska Anna Lovinda og Seemann, sum settu sín dám á tilveruna hesi árini. Dansistøðini í Havn, um hetta mundið, vóru Sjónleikarhúsið, Tórshøll og Klubbin
Stenka Rasin, Bellman og aðrir garpar
			<description>Evnið í hesi áttandu og seinastu sendingini er longsul. Rithøvundurin hugleiðir, meðan hann gongur ein túr úr Marknagili oman í býin. Vit hoyra tann svenska sangin ”Till Østerland vill jag fara”, tann íslendska ”Nu andar suðrið” eftir Jónas Hallgrímsson og vit hoyra kórið hjá Donkossakkunum syngja um tann æviga longsulin hjá russarum eftir frælsi. At enda hoyra vit ein av Fredmans Epistlum eftir Carl Michael Bellmann, sum endar við at tann gitna Ulla Winblad liggur í fasta svøvni
Frá Háskula til Norðoyatunnil
			<description>Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum. Hanus og kona hansara – Kirsten – fóru í hesum sambandi eina ferð til Norðuroyggjar og vóru og vitjaðu á Viðareiði, í Føgrulíð og á Skarði, har Símun av Skarði varð føddur og vaks upp. Á ferðini var tað Hanusi, sum drakk hann í seg tann varhuga av framburði, nátúrligum tjóðskapi og kærleika til sítt mál og sína mentan, sum á onkran gandakendan hátt sýntist at streyma úr landslag, fjøllum, urtum, blómum og gróðri. Í sendingini verður somuleiðis greitt frá tí europeisku mentan – heimspeki, frígering og skaldskapi – sum háskúlarørslan í Danmark varð runnin úr. Vit hoyra um Kant, Schelling, Herder og Fichte og um Grundtvig, Bjørnson og Ibsen. Í sendingini hoyra vit skaldskap og tónleik eftir Símun av Skarði, Poul F. Joensen, Regin Dahl og Erik Grip, sum syngur ein sang hjá Grundtvig.
Tá ið trýssini komu
			<description>Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum. Tíðarinnar loysnir vóru umhvørvisvernd, kvinnufrígering, ungdómsuppreistur. Hetta var hippietíðin. Tann týski heimspekingurin Erich Fromm boðaði frá, at málið í tilveruni var – ikki at eiga – men at vera. Tíðarinnar nøvn vóru Grundtvig, William Blake og Herbert Marcuse. Vit hoyra sangir sum ”I nat jag drømde”, ”If you are going to San Francisco” og ”Jakten på Dalai Llama”. Vit hoyra eisini sangir sum ”I lit a thin, green candle” og ”Suzanne” eftir Leonard Cohen. Tíðin var spennandi, men sum frá leið ikki vandaleys, við tað at summi fóru at brúk rúsevnir.