Ymisk lív
Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.
Ymisk lív 9
			<description>James Olsen er tónleikari og entertainari, og drívmegin í hansara gerandisdegi er at sleppa at spæla tónleik.
Hann er kendur í náttarlívinum í Føroyum sum ein festligur undirhaldari og stendur næstan hvørt vikuskifti á palli við bólkinum Showmen. Men við sær í skjáttuni hevur James eisini tungar upplivingar og nógvar ósvaraðar spurningar.
Bergur Debes Joensen er prestur í Vesturkirkjuni í Havn. Hann hevur frá barni av vitað, at hansara lutur her á jørð fyrst og fremst er at tæna Gudi. Hetta kall hevur verið reyði tráðurin í lívinum, og umframt prestastarvið er Bergur sera virkin í missiónsarbeiði.
Bergur er giftur og eigur trý børn, og hóast familjan livir eitt vanligt lív, so setur trúgvin altíð sín serliga dám á gerandisdagin hjá familjuni.
Sending frá 2007. Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørdu sendingina.
Ymisk lív 8
			<description>Petra Joensen er fødd og uppvaksin í Gásadali, og hon býr einsamøll í gomlu húsunum hjá foreldrunum. Hennara gerandisdagur minnir nógv um gerandisdagin soleiðis, sum hann var í Føroyum fyri nógvum árum síðani.
Kolovnurin stendur í køkinum enn, og kúgvin er í kjallaranum. Petru dámar ógvuliga væl friðin, sum er í Gásadali, og modernaða brúkarasamfelagið sigur henni púra einki.
Annu Kirstin Thomsen harafturímóti dámar best at vera har, sum okkurt hendir. Hon býr á Tvøroyri, og her er hon kend í býarmyndini sum ein modernað og nýskapandi dama.
Saman við beiggja sínum eigur hon Pubbina, sum tey hava gjørt í gomlu krammbúðini hjá Thomsen, sum var langabbi Annu Kirstin. Pubbin er blivin eitt rættiligt "inn stað" á Tvøroyri, men hetta við at stinga nøsina ov langt fram og royna nýggjar leiðir er ikki bara lætt.
Sending frá 2006. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen og Hans Petur Hansen.
Ymisk lív 7
			<description>Annar er viðurkendi rithøvundurin og skribenturin Carl Jóhan Jensen. Hann er ein maður, sum ikki ræðist at leggja seg út í almenna kjakið, og hann hevur fleiri ferðir fingið sinnið í fólk, millum annað við sínum sera bersøgnu ummælum. Hann eigur tveir tannáringar og býr saman við avstralsku konuni, Kate.
Hin maðurin í sendingini er 52 ára gamli Jóhan Davidsen. Hann hevur seinastu 16 árini arbeitt sum ruskmaður í Havn, og hansara dagur byrjar tíðliga á morgni, áðrenn flestu okkara hava fingið eygu. Hann er ógiftur og eigur eingi børn, so aftan á arbeiðstíð dámar honum væl at spasera runt í býnum og práta við fólk. Tað bókliga hevur ongantíð havt hansara stóra áhuga, so aftan á sjey ára skúlagongd var hann glaður at sleppa til arbeiðis.
Sendingin, sum var gjørd í 2006, hava Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba gjørt.
Ymisk lív 6
			<description>Anker Mortensen er listamálari, og hann hevur seinastu nógvu árini halgað sítt lív til listina. Um morgnanar fer hann oman í lítla atelierið, sum hann leigar mitt í býnum í Havn, og eftir at hava kynt í brenniovninum, byrjar hann so spakuliga at arbeiða við palettunum. Atelierið er meira enn ein verkstova fyri Anker, og her hevur hann eisini tað mesta av tí, hann skal brúka í tí dagliga. Sjálvt um bohemalívið kann vera rættiliga fátæksligt, vildi Anker ikki skift tað um við nakað annað.
Petur Slyne, harafturímótim arbeiðir í reklamubranchuni og hevur altíð nógv um oyruni. Hann er partaeigari í lýsingastovuni Petur og Petur, og uttanlandsferðir, fundir og deadlines eru gerandiskostur hjá honum. Hann er giftur við Vivian Slyne, sum eisini hevur sína egnu fyritøku, og tey eru fyri stuttum flutt í nýggju snotiligu húsini, sum tey hava bygt í Havn. Fyri Petur hava stórir dreymar og tað at arbeiða seg uppeftir alt at siga.
Sending frá 2006. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.
Ymisk lív 5
			<description>Sendingin er um tá 74 ára gomlu Fanny Olsen í Árnafirði. Hon eigur og rekur einasta handilin í bygdini, og hóast tað bara eru einir fýra-fimm kundar um dagin, møtir hon trúføst upp til arbeiðis hvønn morgun.
Handilin hevur verið í familjuni í mong ár, og Fanny hevur leingi vitað, at tað var hennara lutur at føra familjutraditiónina víðari og sostatt verða verandi í Árnafirði. Og hjá henni hevur tað verið júst tað rætta.
Marjun King úr Leirvík, harafturímóti, hevur altíð tráað eftir at sleppa út í verðina. Longu heilt ung droymdi hon um fjarskotin og eksotisk lond, og 20 ára gomul gjørdi hon av at fylgja dreyminum og byrja eina karrieru uttanlands.
Hon hevur búð og arbeitt nógvastaðni, seinastu 20 árini í London. Marjun er í dag 59 ár og býr nú í West End saman við enska manninum James. Tey eru bæði nýliga pensionerað og hava úr at gera við at njóta sítt otium.
Sending frá 2006. Sendingina gjørdu: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.
Ymisk lív 4
			<description>Nógvar smágentur droyma um at hitta prinsin á tí hvíta hestinum, sum kann geva teimum dreymatilveruna. Sum vaksnar velja kvinnurnar tó eina tilveru, sum samsvarar meira við teirra ynskir. Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan. Elin er 35 ár og heimagangandi, og hon býr saman við manninum á Húsum í Kalsoynni. Tey eiga seks børn, og øll tíðin hjá Elini fer til børnini. Hesum trívist hon væl við. Fía, hinvegin, er single og býr í Havn. Hon er 40 ár og hevur valt júst hetta lívið, tí hon vil hava tíð til sín sjálvs.
Sending frá 2005. Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen Klipt: Thomas Koba
Ymisk lív 2
			<description>Hvussu skulu tey síðstu árini verða? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum. Hjá 90 ára gomlu Rakul, sum tað mesta av lívinum hevur búð mitt í Havn, var spurningurin átrokandi, tá hon eina náttina datt í trappunum heima hjá sær sjálvari.
Tá gjørdi Rakul av, at nú var nóg mikið, nú skuldi hon flyta heimanífrá. Ellisheimið í Havn bleiv hennara nýggi bústaður. Í dag heldur hon, at tá mann ikki klárar seg sjálvan longur, so má mann lata onnur taka yvir.
Sigurð og Aðalbjørg, harafturímóti, duga als ikki at ímynda sær at vera noydd at fara á eitt heim at búgva. Tey vilja fegin klára seg sjálvi. Í dag eru tey 84 og 86 ár og búgva enn í húsunum, sum Sigurð bygdi til teirra í Oyndarfirði fyri 60 árum síðani.
Ymisk lív er ein sending full av lívsjáttan og lívsvísdómi um tað at gerast gamal og óhjálpin.
Ymisk lív 1
			<description>Tvær kvinnur - tvey lív. Tær eru báðar føddar í Føroyum í 1920-árunum. Fía Pedersen í Vestmanna og Astrid Miðskar úti í Svínoy. Tær koma báðar úr tryggum heimi og úr stórum systkinaflokki. Fortreytirnar fyri, at tær báðar fingu eitt lív, sum var líkt, vóru til staðar, men lagnan vildi tað øðrvísi. Í sendingini hitta vit Fíu og Astrid, har tær eru í dag (2005).
Astrid býr í Keypmannahavn og henni dámar list, vistfrøðiligan mat og gott vín. Sum ung valdi hon at fáa sær útbúgving og fara út at leggja verðina undir seg. Hon hevur m.a. arbeitt sum sjúkrasystir í Berlin og París, og hon hevur eisini búð í Afrika í 3 ár. Fía, harafturímóti, býr framvegis í Vestmanna, og har hevur hon tað allarbest. Hon gongur í elsta bindiklubbanum í Føroyum og umframt at binda, so flenna tær hart næstan alla tíðina. Fía gongur eisini á bingo og vil helst møta upp hvørja ferð, bingo er í Vestmanna.
Sendingin "Tvær kvinnur - tvey lív" lýsir, hvussu ymisk tilboðini í lívinum eru, og hvussu ymiskt vit taka ímóti avbjóðingum.
Sending frá 2005. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.