Kreppuárini miklu
Arbeiðsgevarar krevja lønarlækking, fagfeløgini løngjaldsstovur
Harumframt er lønarlagið um landið ymiskt, samstundis sum stórur munur er á lønarlagnum hjá monnum og kvinnum.
Men tríatiárini eru eisini eitt tíggjuáraskeið, har ið arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgini - og ikki uttan orsøk, gerast fleiri og fleiri.
Orrustunar millum arbeiðsgevararnar og fagfeløgini eru eisini fleiri, eitt nú krevur J. F. Kjølbro lønarniðurskurð, samstundis sum fagfeløgini vilja hava kontanta avrokning heldur enn kontrabók og blikkpengar. Millum annað hetta verður greitt frá í sendingini.
Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
Tað er merkisvert, at tað var felagið hjá yvirmonnunum, og ikki reiðararnir, ið tóku hetta stigið, og hetta endurspeglar helst væl ta serligu ognarmentanina, sum eyðkendi fiskivinnuna.
Skipara- og Navigatørfelagið setti 5.000 krónur í grunnin og Fiskimannafelagið somu upphædd. Føroya Skipara- og Navigatørfelag skipaði eisini fyri húsainnsavning, samstundis sum skrivari felagsins, Rikard Long, í bløðunum royndi at skapa áhuga fyri grunninum. Málið var at fáa til vega 300.000 krónur, men skrædlið í Wall Street í oktober 1929 ávirkaði eisini støðuna í Føroyum, og innsavningin steðgaði upp.
21. februar 1931 bjóðaði Christian Holm Jacobsen, keypmaður, Skipara- og Navigatørfelagnum á fund, har ið bert eitt mál var á dagsskránni: Stovning av einum banka við hjálp frá stovnsfænum hjá Sjóvinnulánsgrunninum. Á fundinum luttók eisini Thorstein Petersen, sakførari.
Tann 30. mai 1931 var aðalfundur í Sjóvinnulánsgrunninum, sum nú hevði teknað 220.000 krónur, harav tó bert 50.000 krónur vóru inngoldnar.
Ætlanin var, at nýggi bankin skuldi lata upp longu í oktober 1931. Men tað eyðnaðist ikki.
20. september 1932 boðaði nevndin í Sjóvinnulánsgrunninum til stovnandi aðalfund í bankanum. Aðalfundurin, sum varð hildin í Fráhaldshúsinum 6. oktober 1932, samtykti at stovna P/F Sjóvinnubankan við einum partapeningi upp á 300.000 krónur, har av helvtin skuldi inngjaldast. Føroya Løgting var størsti partaeigari við 60.000 krónum, og næststørsti partaeigari var Skipara- og Navigatørfelagið við 20.000 krónum.
Og 15. desember 1932 lat Sjóvinnubankin upp í Gongini í Havn.
Fyrsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt upp í Sørvági í oktober 1942, og tað var bretska hervaldið, sum hevði umleið 4.000 hermenn í Vágum, sum heitti á bankan um at stovna deildina. Áheitanin fór fyrst til Føroya Banka, men hann hevði ikki gjørt sær greitt, at nú vóru tveir bankar í Føroyum. Føroya Banki bíðaði ov leingi, og tí fekk Sjóvinnubankin møguleikan.
Næsta deildin hjá Sjóvinnubankanum læt ikki upp fyrr enn í 1955 í Klaksvík. Farið varð undir at byggja deildina longu í 1949, men trupla tíðin hjá bankanum fyrst í 1950-árunum gjørdi, at hon læt ikki upp fyrr enn í 1955. Síðani gekk skjótt at stovna fleiri deildir kring landið.
Í 1990-árunum sansaði aftur at í Sjóvinnubankanum. Og 6. oktober 1992 varð Sjóvinnubankin endurfíggjaður eftir at vera farin av knóranum. Og eftir partabrævabýtið í 1993 vórðu Sjóvinnubankin og Føroya Banki lagdir saman í 1994.
Í hesari sendingini verður eisini nomið við sermerktu saltsiluna á Drelnesi, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik, samferðsluútbyggingar í 1930-árunum, Føroya Ferðamannafelag verður stovnað, og hvørji tiltøk løgtingið setur í verk fyri at tryggja at Føroyar fáa vørur eftir at Seinri heimsbardaga brast á í 1939.
Í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, Ólav Rasmussen, Einar Larsen, Johnny í Grótinum og Maluna Marnersdóttir.
Nýskapandi kvinnur gjørdu vart við seg á føroyska bókmentapallinum
Fyrsta føroyska kvinnan, sum fekk sínar savnaðu tekstir givnar út, enntá meðan hon livdi, var Johanna Maria Skylv Hansen, sum livdi frá 1877 til 1973.
Ein onnur kvinna, ið eisini ger vart við seg, er Andrea Reinert, Andrea í Norðradali, sum livdi frá 1894 til 1941. Hon lærdi at seyma í Havn, og fór síðani til Danmarkar at læra til sjúkrasystur. Og hon var ein modernað kvinna, har ið tað erotiska eisini fekk innivist í skaldskapinum.
Helena Nolsøe, ið varð kallað Lena á Mýruni, og sum varð fødd 14. apríl 1875 og doyði 15. desember 1965, var virkin í tvørpolitiska mótstøðufelagsskapinum "Frit Danmark", ið varð stovnaður í 1942. Helena Nolsøe var ein ágrýtin kvinna og var eitt nú arbeiðskona hjá Mariu Skylv Hansen úti á Borðuni. Og kanska er tað frá Mariu Skylv at íblásturin er komin til at skriva siðsøguligt.
Í 1937 tekur Andrea Árting, sum livdi frá 1891 til 1988, við sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Og Andrea Árting er eisini ein skrivandi kvinna, sum bæði skrivar greinir og eisini nakrar fáar yrkingar í 1930-árunum.
Seks nýggjar skaldsøgur
Hóast 1930-árini - og eisini í Føroyum, vóru merkt av djúpari kreppu, komu heilar seks skaldsøgur út í 1930-árunum, nevniliga "Lognbrá" eftir Heðin Brú í 1930; "Blæsende gry" eftir Williami Heinesen í 1934; "Fastatøkur" eftir Heðin Brú í 1935; "Noatun" eftir Williami Heinesen í 1938; "Barbara" eftir Jørgen-Frantz Jacobsen í 1939; og "Feðgar á ferð", sum hevði staðið í tíðarritinum Varðin sum framhaldssøga frá 1936 til 1938, kom út sum skaldsøga í 1940.
Hans Andrias Djurhuus var ómetaliga virkin. Eitt nú varð hann stjóri í Sjónleikarhúsinum beinanvegin tað lat upp í 1926 og hann gjørdist formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 1930 - og hann røkti báðar sessirnar til hann doyði í 1951. Og hann skrivaði eisini nógvar leikir av alskyns slagi í 1930-árunum, meðan Janus Djurhuus, umframt at yrkja, umsetti fleiri stór verk.
Frá 1930 til 1934 var Mikkjal á Ryggi, sum var ein sera fjølbroyttur listamaður, eisini í stjórnini hjá Føroya Lærarafelag, har ið hann var rættuliga eldhugaður. Eitt nú skipaði Føroya Lærarafelag fyri fleiri summarskeiðum fyri lærarar.
Hetta eru millum evnini, ið verða viðgjørd í hesari sendingini, ið tú kanst hoyra her.
Millum 6 og 8 føroysk bløð komu út í 1930-árunum, teirra millum Dagblaðið
Nomið verður eisini við bóklingin ?Føroysk hús?, ið H. C. W. Tórgarð, arkitektur, lat úr hondum í 1932. Í bóklinginum ger Tórgarð vart við, at nýggju húsini ikki hóska ikki til føroyska landslagið, samstundis sum hann letur okkum nógv uppskot við føroyskum sethúsum og raðhúsum.
Fyrsta heimsmeistarakappingin í fótbólti fór av barkastokki í 1930 og tað var í Uruguay. Vit lýsa tilgongdina til kappingina eins og nomið eisini verður við føroyskan fótbólt í 1930-árunum, eitt nú verður nomið við fyrsta føroyska fótbóltsspælaran, Sniálvur Jacobsen, ið er fyrsti føroyski fótbóltsspælarin, ið ger vart við seg uttanlands.
Hesi eru millum evnini, ið verða viðgjørd í sendingini.
Í sendingini tosa vit við Maluna Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará og Suna Merkistein.
Sendingin kann hoyrast her!
Gráabók hevur við sær, at Jóannes Patursson fer úr Sjálvstýrisflokkinum
Størsta plássið er Havnin, sum í 1930 telur 3.200 fólk, og í 1935 3.611. Á øðrum plássi er Klaksvík við 1.409 fólkum í 1930, og 1.709 í 1935. Í 1930 er Tvøroyri á triðja plássi við 1.316 fólkum og í 1935 á fjórða plássi við 1.309 fólkum. Vágur, sum í 1930 var nummar fýra við 1.191 fólkum, er í 1935 ? við 1.377 fólkum, triðstørsta plássið í Føroyum. Og í bæði 1930 og 1935 er Vestmanna nummar fimm við 788 fólkum í 1930 og 921 fólkum í 1935.
Í Føroyum eru øll 1930-árini merkt av kreppu, húsagangi og arbeiðsloysi, men samstundis er hetta tíggjuáraskeiðið, har ið føroyska málið verður viðurkent sum skúla- og kirkjumál. Higartil hevði grein 7 verið í gildi, og hon álegði lærarunum at undirvísa á donskum ? sjálvt tá undirvíst var í føroyskum. Tó kundu lærararnir tosa føroyskt í teimum yngstu flokkunum, til børnini vóru før fyri at skilja danska málið.
Tað er eisini í tríatiárunum, at bæði bíbliutýðingarnar hjá Jákupi Dahl og Victor Danielsen koma út og hetta fekk eisini stóran týdning fyri føroyska málið.
Í 1930 var føroyska flaggið, sum enn ikki var góðkent, í brennidepilinum, og hendan orrustan byrjar við 1.000 ára hátíðarhaldinum fyri Altinginum í Íslandi.
Í 1932 vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið og fær reinan meiriluta ? 50,1 prosent av atkvøðunum, men á løgtingsvalinum í 1936 er Javnaðarflokkurin stóri vinnarin og fer frá 10,5 prosentum til 24 prosent, meðan Sambandsflokkurin, ið er stóri taparin, fer frá 50,1 prosentum til 33,7 prosent. Í 1935 verður Vinnuflokkurin stovnaður, og tá Jóannes Paturson í 1938 fer úr Sjálvstýrisflokkinum, stovnaði hann, saman við Vinnuflokkinum, árið eftir Fólkaflokkin.
Hesi eru millum evnini, ið verða viðgjørt í sendingini hesuferð.
Í sendingini eru samrøður við Hans Andrias Sølvará og Maluna Marnersdóttir.
Sendingin kann hoyrast her!
Hóast kreppuár var eisini roynt at ganga nýggjar leiðir í Føroyum
Tað var Christian Holm Jacobsen, sum tók stig til at byggja fyrstu sildaverksmiðjuna í Føroyum. Royndir vóru annars eisini gjørdar til at byggja eina sildaverksmiðju í Havn í tríatiárunum, men hendan royndin bær ikki á mál.
Farið varð eisini undir revahald í Føroyum í 1930-árunum, og byrjað var av álvara í Hvalvík fyri jól 1937 og við ársbyrjan 1938 á Trøllanesi. Í 1939 vóru 53 revagarðar í Føroyum.
Hóast 1930-árini vóru kreppuár, fór Føroya Bjór undir sodavatnsframleiðslu í 1930-árunum, og tá vóru sodavatnsløgini ivaleyst sitrón, hindber, jarðber og appilsin. Seinast í 1940- ella fyrst í 1950-árunum fór Føroya Bjór eisini undir framleiðsluna av Dani Cola, sum seinri varð avloyst av Jolly Cola.
Føroyska el-søgan byrjar í Vestmanna, har Ólavur á Heygum um aldarskiftið ætlar at útbyggja Fossá í Vestmanna, soleiðis at vestmenningar og onnur á Streymoynni kundu fáa elektrisitet. Men hóast hetta er fyrsta royndin at fáa ravmagn til vega í Føroyum, ber hon ikki á mál, sjálvt um Ólavur treiskast heilt til sín deyð í 1923.
Tað eru kortini bæði býlingar og privatfólk um landið, sum fáa sær bæði vatnorku- og motorverk, men tíðliga gerst greitt, at skulu munagóð tøk takast, mugu kommunurnar ganga saman um tey.
Í 1919 fer Vágs kommuna undir arbeiðið við at gera vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy, sum er fyrsta elverkið í Føroyum. Arbeiðið var liðugt á sumri 1921, og 18. juli varð ljósfestin hildin.
1. september 1921 varð motor rikna el-verkið á Rundingi í Havn tikið í nýtslu. Ætlanin var annars, at verkið skuldi vera liðugt at taka í nýtslu tann 1. desember 1920, men so var ikki.
Í 1928 varð sáttmáli gjørdur millum Vágs Kommunu og Froðbiar Sókn um, at Froðbiar Sókn keypur streym frá el-verkinum í Botni. Og tað gjørdist eisini ein stórur fyrimunur fyri Tvøroyri, tá bygdin 8. desember 1928 fekk streym á fyrsta sinni, samstundis sum fyrsta Ljósfestin á Tvøroyri varð hildin.
Í 1935 fær bygdin Lopra streym frá vatnorkuverkinum í Botni. Tá leigaðu nakrir týskir verkfrøðingar Hvalastøðina í Lopra frá Gudmundi Mortensen. Í sáttmálanum partana millum varð ásett, at um vatntrot var, hevði elverkið ikki skyldu til at veita streym til Lopra, soleiðis at tað ikki gekk út yvir nýtsluna í Vági og á Tvøroyri.
Í mai 1930 varð farið undir at gera vatnorkuverkið norðuri á Strond í Klaksvík. Ætlanin var, at verkið skuldi takast í nýtslu í desember sama árið, men ólagaliga veðrið hevði við sær, at verkið ikki bleiv liðugt fyrr enn á sumri árið eftir.
Og 14. juli 1931 varð vatnorkuverkið norðuri á Strond í Klaksvík tikið í nýtslu, og tað hevði kostað 630.000 krónur.
Í sendingini eru samrøður við Hans Andrias Sølvará, Jóannes Olsen, Jógvan Joensen, Jógvan Ravnsfjall, Trygva Samuelsen, Einar Waag og Anniku Waag.
Sendingin kann hoyrast her!
Kreppuárini miklu: Tá Charles Lindbergh lendi á Trongisvágsfirði (2/7)
Í 1930-árunum tók ein ring og ókend umfarssjúka seg upp í Føroyum. Av teimum, sum fingu hana, doyðu 18,2 prosent.
Samstundis sum náta- ella havhestasjúkan gjørdi um seg í sunnari parti av Føroyum, herjaðu tuberklarnir framvegis um landið. Í 1930-árunum vóru tilsamans fráboðaðir 869 nýggir tilburðir av tuberklasjúkuni, meðan 269 fólk í Føroyum doyðu av sjúkuni í sama tíggjuáraskeiðið.
Seinast í 1930-árunum varð sonevnda "tyfusgrindin" hildin til í Klaksvík og sjúkan frá "tyfusgrindini" spjaddi seg til fleiri bygdir í Norðoya læknadømi, eins og til Gjáar, Viðareiði og Hattarvík, eins og bygdirnar í Vestmanna læknadømi, Haldórsvík, Langasand og Oyri, umframt Tórshavnar læknadømi, Skála, Rituvík og Selatræ, og Skálavík á Sandoynni.
Hesi eru millum evnini, ið verða umrødd í aðru sending av Kreppuárunum miklu, sum snýr seg um 1930-árini.
Í sendingini tosa vit við Einar Larsen, Andras Sólstein og Maluna Marnersdóttir.
Kreppan í 1929 sendi skjálvtar gjøgnum øll 30-árini (1/7)
Eisini umrøða vit, hví tey sameindu londini, sum vunnu fyrra heimskríggj, loyvdu Hitler at taka so víðgongd stig, áðrenn Ongland og Frakland fráboðaðu, at tey í september 1939 vóru farin í kríggj móti Týsklandi?
Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, professara í søgu, og Johnny í Grótinum, ið er búskaparfrøðingur og formaður í búskaparráðnum.
Eisini verður nomið við støðuna í Spania, Italia og Portugal, ið eru høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum, tá talan er um útflutningin av saltfiski og klippfiski.