Bygdin og bjørgini
Bygdin og bjørgini 3:3
			<description>Vit fara við viðingum í stórslignar skorar og feitilendi í bjørgunum norðan fyri bygdina. Har ganga fleiri veðrar á summarbiti. Torført og bratt er at koma niður eftir veðrunum og ikki minni strævi at fáa teir upp á eggina.
Millum fjallmenninar er Anfinn Kalsberg og Karstin Hansen. Løgmaður er við í frásøgnini um bjargarøkt og veðrar.
Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer
Bygdin og bjørgini 2:3
			<description>Vestan fyri Enniberg er Riv, sum einaferð var besta lundapláss á Viðoynni. Undir krígnum kom rottan i Riv og oyddi plássið fyri lunda og lundapisur. Viðingar leggja á hvørjum ári rottugift í Riv. Teir hava vónir um, at lundin aftur fer at taka búgv í Rivi. Í Urðini eystan fyri Enniberg fleyga viðingar væl av lunda. Teir hava hús í Urðini, sum teir brúka í fleygingartíðini. Urðin er stórsligin og lundarnir búgva í holum og millum stóru klettarnar.
Sum í gomlum døgum, fara roytingarkonur at royta lunda úr Urðini. Dreingir skera lundaføtur av royttu fuglunum fyri at brúka tær í bøgarðinum. Fjøðurin hevði í gamlari tíð meira virði enn lundamaturin. Eldri menn siga frá hendingum úr bjørgunum har fleiri mans eru falnir og komnir til skaða.
Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer
Bygdin og bjørgini 1:3
			<description>Hetta er fyrsta sending av trimum um Viðareiði og stórslignu bjørgini norðan fyri bygdina.
Á hvørjum ári ganga veðrar á summarbiti í bjørgunum og túsund tals fuglar verða veiddir við stong. Nógv pláss eru torfør at koma til bæði til gongu og við báti. Einans álit, samanhald og dirvi gera tað møguligt at søkja hesi pláss. Í fyrstu sending fara vit í Settorvu at fleyga lunda. Settorva er áføst í Ennibergi, sum er heimsins hægsta forberg. Har gista vit nakrar dagar í lundalandinum millum hundrað túsund tals fuglar. Vit síggja hvussu menn veiða fuglin, hvussu lunda vørurnar verða kastaðar á sjógv fyri síðani at verða førdar heim í bygdina við lítlum báti. Roytingarkonur taka sær av fuglunum, og smádreingirnir brúka beinini til lundafleyg. Vit møta smáum og stórum í hoyna góðar summardagar. Prátað verður við yngri og eldri fólk um gamalt og nýtt í samband við bygdina og bjørgini.
Lagt til rættis hevur Zacharias Hammer