Rúmdin
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (17:17)
			<description>Í hesum 17. og seinasta partinum hoyra vit um, hvussu súgdýr koma fyri seg. Umrødd verður ein 47 milliónir ára gomul steinrenning av einum súgdýri. Steinrenningin er so væl varðveitt, at til ber at siga, hvat hetta lítla kvenndýrið át til seinastu máltíð. Dýrið verður nevnt Ida.
Steinrenningar av ymsum menniskjasløgum eru funnar t.d. í Afrika. Vit hoyra til dømis um Australopithecus, Homo erctus, Homo sapiens neanderthalensis og um okkara slag, Homo sapiens sapiens, sum fyri um leið 70.000 árum síðan legði leiðina úr Afrika til aðrar heimspartar.
Lívsvánirnar hava allar tíðir verið skiftandi. Brádlig skifti hava havt ógvisligar ávirkanir við sær, men lívið hevur altíð ment seg aftur so ella so. Hvussu liviligt tað fer at vera á jørðini hjá menniskjum í komandi tíðum, veldst fyri ein part um okkum sjálv.
Men líka so vist sum at jørðin einaferð var gjørd úr gassi og dusti, líka so vist er tað, at jørðin einaferð fer at ganga til grundar sum knøttur. Enn hevur eingin funnið eina aðra jørð, sum líkist okkara.
Gongustjørnan Mars verður dúgliga granskað í hesum árum. Staðfest er, at vatn hevur runnið á Mars. Og kanska hava høv eisini verið har í fyrndini. Tí er áhugavert at vita, um lív er ella kann hava verið á Mars.
Jupitermánin Evropa er eisini áhugaverdur í so máta, tí undir tjúkka ísinum verður hildið, at eitt djúpt hav kann vera.
Menniskjan hevur fingið eitt ómettiligt forvitni í vøggugávu. Vit vilja skilja heimin og støðu okkara í honum. Hesi seinastu hundrað árini er vitanin um rúmdina alsamt vaksin. Hvat vísindini fara at avdúka komandi hundrað árini, kann bara tíðin at vísa.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (16:17)
			<description>Í hesum 16. parti hoyra vit um, hvussu gamalt lívið á jørðini er, og hvussu tað hevur lagað seg til ógvuliga umskiftiligar jarðfrøðiligar umstøður. Kom lívið uttan úr rúmdini? Ella kom tað í á jørðini, og um so er, er tað so kanska íkomið fleiri ferðir? Tað vita vit ikki enn.
Greitt verður frá enska náttúrugranskaranum Darwin og ástøði hansara, sum hevur tolt tíðarinnar tonn. Sagt verður frá jarðfrøðisøguni og frá, hvussu lívmenningin á jørðini kann hava verið.
Jørðin varð til fyri 4,5 mia árum síðan. Tá var hon ein reyðgløðandi knøttur av flótandi metalum og gróti og hevði ikki fasta ýtu. So kólnaði jørðin, og ýtan stadnaði. Gosvirksemi gav jørðini lofthav og høv.
Í Grønlandi er funnið gamalt grót, sum helst er elsta fasta tilfarið, sum ber til at fáa hendur á á jørðini. 3760 millónir ára gamalt er tað. Grótið er myrkt á liti av kolevni, sum stavar frá verum, sum livdu í frumhavinum.
Vit hoyra um ógvisligar samanbrestir, sum hava oytt so siga alt lív á jørðini. Kortini hevur jarðarlívið spakuliga ment seg aftur, tá ein tíð er fráliðin. Seinasti stóri bresturin var fyri 65 mió. árum síðan, tá allir dinosauranir doyðu út og fleiri onnur sløg eisini. Hesin stóri meteoritturin datt niður í Yucatan í Meksikoflógva.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (15:17)
			<description>Í hesum 15. parti hoyra vit um, hvussu veðurlagið á jørðini broytist, og at tað ber til at rokna, nær ístíðir verða. Serbin Milankovic greinaði, hvørjar stjørnufrøðiligu orsakirnar eru til ístíðir. Jørðin gongur um sólina í einari ellipsu, men ellipsan broytir skap. Fyrst er hon næstan cirkulrund, men verður so avlangari og nærkast so aftur sirkulrunda skapinum. Periodan í hesi broyting er knappliga 100.000 ár. Vit hoyra um Agassiz, Adhémar, Croll og at enda um Milankovic, sum mennir eitt ástøði til at gera forsagnir um veðurlagið á jørðini.
Milankovic gevur út úrslitið av arbeiði sínum viðvíkjandi natúrligum stjørnufrøðiligum ávirkanum á veðrið á jørðini, og øðrum himmalknøttum við. Hann staðfestir, at ikki bara broytingar í skapinum á ringrásini hava ávirkan á veðurlagið. Pólagongdin (precession) og broytt áshall (obliquity) gera eisini sítt. Milankovic roknar ymsu ávirkanirnar milliónir ár aftur í tíðina. Um nøkur tíggjutalstúsund ár kann aftur væntast ein ístíð á jørðini.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (14:17)
			<description>Í hesum 14. parti hoyra vit um, at meginparturin av tilfarinum í alheiminum sæst ikki. Fritz Zwicky var fyrstur at vísa á, at rúmdin hevur í sær tilfar, sum ikki sæst.
Verða ástøðini fyri alheimin borin saman við eygleiðingar, er úrslitið, at vanligt tilfar er 4,6% og 22,8% er myrkt tilfar - tað er tilfar, sum ikki sæst. Og restina, sum granskarar nevna myrka orku, sum heldur ikki sæst, vita vísindini enn lítið og einki um.
Granskarar eru tískil grammir at kanna hetta nærri, og við rúmdarførum hevur t.d. borið til at mált røntgengeisling í rúmdini.
Tað kom óvart á granskarar, tá Chandra rúmdarfarið hjá NASA máldi røntgengeisling úr tóma og myrka rúminum ímillum stjørnubreytirnar í stóra Abell 1689-bólkinum.
Fjarstøðurnar eru ørandi stórar, og hóast tað við nútíðar tøkni ber til at eygleiða fjarar himmalknøttir, eru teir so langt burtur, og ljósið hevur verið á veg so leingi, at tað er sum at hyggja langt aftur í tíðina.
Tí vit síggja bara fortíð, og tíðin er eitt tvørligt hugtak. Er til dømis tyngdarfeltið sterkt í einum øki, gongur tíðin eisini seinni. Hesar margháttligu eygleiðaratreytirnar verða umrøddar og somuleiðis truplu støddarviðurskiftini í rúmdini.
Okkara heimsmynd verður viðgjørd. Einaferð hildu fólk, at jørðin var heimsins miðdepil, men hon er bara sum lítið fon í endaleysu rúmdini. Vit royna at skilja støðu okkara í rúmdini, hóast nógv enn er eftir at kanna.
Okkara sól er ein av stjørnunum í vetrarbreytini. Og hon er ikki ein friðarlig stjørna. Á sólini henda so ógvislig gos, at vit illa kunnu ímynda okkum tey. Tíbetur eru vit uttarlaga í lofthavinum um sólina. Sólin hevur helst størri ávirkan á viðurskiftini her á jørðini, enn vit higartil hava gjørt okkum greitt. Vit hoyra um vetrarbreytina og aðrar breytir, bólkar av breytum og um stórbólkar av stjørnubreytarbólkum.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (13:17)
			<description>Í hesum 13. parti hoyra vit um, hvussu málitólini gerast betri. Og at málingar verða gjørdar úr rúmdarførum. Ávíst verður, at úr allari rúmdini streymar ein fullkomiliga jøvn elligomul geislaleivd, sum seinni ger tað møguligt hjá granskarum at seta aldur á alheimin og eisini at meta um, hvussu stórur alheimurin er.
Víðari kanningar vístu ein flatan alheim, sum víðkast í allar ævir. Men granskarar og vísindafólk kanna áhaldandi øll sjónarmið og ástøði um, hvussu alheimurin veruliga er.
Vit hoyra um Guth og Linde og serliga inflatiónsástøði teirra, og hvussu ógvislig inflatiónstíðarbilið hevur verið. Og at tað kanska kann greina, hví alheimurin nú verður máldur at vera "flatur" ella "næstan flatur".
Vit hoyra um tær fýra náttúrukreftirnar: Sterku kjarnakraftina, veiku kjarnakraftina, elektromagnetisku kraftina og um tyngdarkraftina. Hesar hava allar sínar serstøku eginleikar, men hildið verður, at tær hava allar verið ein "frumkraft" tá Big-Bang var fyri 13,7 mia. árum síðan.
Tað, at Big-Bang ástøðið er frægasta ástøðið, granskarar higartil eru komnir fram til og ásamt um, merkir ikki, at heimurin er soleiðis í veruleikanum. Tí enn er nógv eftir at fáa skil á, eitt nú ymiskt, sum átti at verið til, men sum enn ikki er funnið. Eitt nú hesin serligi partikkulin, sum hevur givið øllum øðrum partiklum nøgd - er hann til ella ikki? Higgspartikkulin er nevndur eftir Peter Higgs, sum fyrstur kom við forsøgnini um hann. Hjá CERN í Sveis er bygd ein stór royndarstøð LHC (Large Hadron Collider), sum verður brúkt at kanna higgspartikkulin.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (12:17)
			<description>Í hesum 12. parti hoyra vit um, tá rúmdarferðirnar byrja. Søguliga hava einfaldar rakettir verið brúktar sum fýrverk og sum dvápn í fleiri hundrað ár. Kinesarar sendu eldørvar móti mongolum í 1200-árunum, og so við og við verða rakettir mentar til rættilig vápn.
Serliga tveir undangongumenn í nútíðar-rakettvísindum verða nevndir. Russarin Tsiolkovski, sum skrivar stórverkið "Um rúmdargransking við reaktiónsmotorum" og amerikanarin Goddard, sum sendir upp heimsins fyrstu rakett við flótandi brennievni.
Oberth og von Braun skriva seg eisini í søgubøkurnar sum undangongumenn í rakettmálum. Týskarar menna V2-rakettina, sum er upprunin til allar nútíðar rakettir.
Vit hoyra um, hvussu russar taka heimin á bóli við Sputnik 1. Hvussu amerikanarar eftir sputnikhvøkkin leggja seg á odda í rúmdargranskingini, og hvussu tað eydnast teimum í 1969 at senda tveir menn upp á mánan.
Vit hoyra eisini um baksýnisgeislingina, sum ger tað møguligt at máta eftirglóðina frá Big-Bang. Tað eru teir báðir Penzias og Wilson, sum máta hesa geislaleivd í 1964.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (11:17)
			<description>Í hesum 11. parti hoyra vit um, hvussu Gamow og Alpher rokna kjarnasamruna í Big-Bang. Teir vísa á, at við Big-Bang ástøðinum sum grundarlagi ber til at skilja lutfalsliga býtið millum hydrogen og helium, og hví hesi bæði lættastu grundevnini eru meginparturin av øllum grundevnum í alheiminum. Eisini verður greitt frá, tá teir sonevndu skorsteinarnir á djúphavsbotninum verða ávístir í 1977. Granskarar eru kløkkir, tá ið eitt yðjandi lív verður ávíst í hesum heita, eitrandi umhvørvinum, har einki sólarljós er.
Fred Hoyle, sum var fremsti forsprákari fyri kolldømda Steady-State ástøðinum, er fyrstur at siga orðið "Big-Bang" í eini útvarpssending hjá BBC í 1949. Hann loysir harumframt gátuna, hvussu tungu grundevnini kunnu verða gjørd í stjørnunum.
Eftir seinna heimsbardaga verður radiostjørnufrøðin ment. Jansky varnaðist radiogeisling úr rúmdini longu í 1931, og radiobylgjur kunnu fara ígjøgnum dustskíggj og avdúka slíkt, sum ikki sæst í kikara. Og radiogeisling kemur úr bæði stjørnum, svørtum holum og gassskýggjum. Og grundevnið hydrogen, sum mest er til av, geislar við heilt ávísari aldulongd. Hetta er sonevnda 21-cm-geislingin.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (10:17)
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (9:17)
			<description>Í hesum 9. parti verður hoyra vit um nær gongustjørnur hava lofthav ella atmosferu. Og spurningurin um, hvaðani oxygenið í lofthavinum stavar, verður viðgjørdur.
Eisini verður sagt frá, hvussu fyrstu frástøðurnar til stjørnurnar umsíðir verða roknaðar. Um hvussu Thomas Wright, sum tann fyrsti lýsti skapið á vetrarbreytini, og um Messierskránna, sum Charles Messier gjørdi at seta knattstøður á halastjørnur.
Og um Herschelfólkini og teirra stóru kikarar og teleskop, sum gera tey før fyri at eygleiða enn neyvari stjørnur og stjørnuhópar. Og at rokna hvussu langt burtur tær eru frá hvørji aðrari.
Bessel er fyrstur rokna fjarstøðu við at mála parallaksan hjá einum himmalknøtti. Tølini gerast stór, og av tí sama verður tosað nógv um, hvussu stórur alheimurin í veruleikanum er.
Tølini tala, hóast ringt er at fata støddina og fjarstøðurnar. "Tað stóra kjakið" um fjarar stjørnur og um stjørnutokur eru partar av vetrarbreytini ella liggja uppaftur longri úti í rúmdini, eru tvey sjónarmið, sum dúgliga verður kjakast um. Einastu ráð eru at byggja størri kikarar.
Nýggja tøknin at taka myndir er sera áhugaverd. Nú ber til at sammeta um knøttirnir hava flutt seg í mun til hvønn annan. Henrietta Swan Leavitt finnur ein rúmdarmálistokk, ið kallast cepheidur, ið er grundaður á, tá stjørnur sýnast at "blinka." Tað er varierandi ljósstyrkin, sum er áhugaverd, og sum Leavitt megnar at greina í ymsar bólkar.
Edwin Hubble loysir gátuna um tað stóra kjakið, og hann flytur rúmdarmørkini út um vetrarbreytina. Hann tekur myndir í hópatali, og hann arbeiðir við heimsins størsta kikara, tá tað eydnast honum at taka avgerandi myndina.
Andromedatokan er ein av fleiri stjørnubreytum langt úti í rumdini. Tølini eru øgilig og fjarstøðurnar eisini. Stjørnubreytir hava eisini ymisk skap, summar eru avlangar, elliptiskar, aðrar eru rundar, og uppaftur aðrar eru sum spiralar.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (8:17)
			<description>Í hesum áttanda parti verður sagt frá um hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar. Lættar stjørnur verða seinni til reyðar kempur og enda sum hvítir dvørgar. Hetta tekur milliardir av árum. 
Eitt stórt skýggj av gassi og dusti dregur seg saman, hitin í miðdeplinum verður so nógvur, at fusiónstilgongdir kunnu fara fram og verður til, at hydrogen verður gjørt um til helium. Soleiðis er eisini við okkara stjørnu, sum hevur gjørt hetta í 5 milliardir ár.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (7:17)
			<description>Onkrir samanbrestir hava verið gjøgnum tíðirnar, og týðilig tekin eru ymsa staðni á jørðini. M.a. var ein samanbrestur fyri umleið 65 mió árum síðan, ið oyddi stóran part av øllum lívi á jørðini. Greitt verður frá muninum nær sagt verður meterorid, meteor, meteorite, ella á føroyskum rúmdarsteinur, nykbrandur og loftsteinur.
Stjørnur eru sera ymiskar í stødd, og eru í veruleikanum fjarar sólir staddar fleiri milliónir ljósár burturi. Og tær eru sera nógvar í tali og sera ymiskar og eru savnaðar saman í stjørnubreytir.
Greitt verður frá í fýra stigum, hvussu ein stjørna verður til og doyr - samandráttur, høvuðsraðið, kempustjørna og stjørnudeyði.
Vetrarbreytin, okkara stjørnubreyt, sum vit eru partur av, er eini 1000 ljósár í tvørmáli. Okkara sól er ein av 100-200 milliardum stjørnum í vetrarbreytini.
Eisini verður greitt frá um Kuiperbeltið við nógvum og fjarum smáum himmalknøttum, sum mala í ringrás um sólina. Hesir knøttir ganga kring sólina í einum flata (ella belti) eini 30-55 AU frá sólini.
Oortskýggi tykist at vera kúluskapa og liggja uttan um alla sólskipanina. Hvaðani koma halastjørnurnar sum nærkast sólini (og okkum) úr øllum ættum, og ikki bara í einum flata ella belti. Er tað onkustaðni út Oortskýgnum?
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (6:17)
			<description>Í hesum 6. parti verður sagt frá um áttandu og ytstu gongustjørnuna Neptun, sum ikki var funnin av tilvild, men tí granskarar høvdu varhuga av einum himmalknøtti. Útrokningar vístu, hvar skuldi leitast, og í 1846 varð Neptun funnin.
Síðan verður sagt frá tí, sum er at síggja á himmalhválvinum. Um jørðina, sólina og mánan. Hvussu sólin framleiðir hita og av tí sama minkar 4,26 mió. tons um sekundi. Mánin er ein framvegis ein gáta, tí hvaðani kom hann, og uppá seg er hann sera stórur sammett við gongustjørnuna, hann ferðast um.
Eisini verður greitt frá um aðrar knøttir í sólskipanini, og um rúmdarførini og myndirnar, sum eru fingnar til vega. Eitt nú frá Voyager 2, sum varð skotið 20. august 1977, og sum nú er á ferð út úr sólskipanini.
1 astronomical unit (AU) er 149,6 mió.km., og greitt verður frá um hesa eind. Pluto var gongustjørna í 76 ár, men í 2006 setti altjóða stjørnufrøðifelagið IAU á fyrsta sinni upp reglur fyri, hvørt ein himmalknøttur er gongustjørna ella ikki. Pluto verður nú nevnd smágongustjørna ella dvørgagongustjørna.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (5:17)
			<description>Í hesum 5.parti verður sagt frá um kraft- og rørslulógir Newtons og lógina um atdráttarkraftina. Og um tíðina eftir Newton. Hvussu jørðin verður býtt upp í longdarstig, og um urið, sum gekk uttan at tað seinkaði og sum toldi rullið umborð á skipi.
Fyrsta kvinnan Caroline Herschel, finnur eina halastjørnu. Og at Friderich, John og Caroline Herschel varnast vetrarbreytina.
Hvussu Danin Ole Rømer varnast, at ljósið ikki fer við óendaliga nógvari ferð, men við endaliga nógvari ferð.
Sagt verður eisini frá um gongustjørnurna Saturn, sætta gongustjørnan frá sólini, við teimum nógvu ringunum og mánunum. Og um gongustjørnuna Uranus, sjeynda gongustjørnan frá sólini, sum eisini er trið størsta gongustjørnan. Tann fyrsta, sum var funnin við kikara í 1781.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (4:17)
			<description>Í hesum fjórða parti verður sagt frá um Merkur, sum er gongustjørnan, ið er næst sólini, og um Venus, sum er onnur gongustjørnan í raðnum frá sólini. Og eisini um jørðina, sum er nummar trý í raðnum, og tann einasta, ið hevur lofthav. Og um nógv størstu gongustjørnuna, Jupiter, sum er ein gassknøttur. Fimta gongustjørnan í røðini frá sólini.
Eisini verður sagt frá um sjáldsama gávuríka granskaranum Galileo Galilei, sum dugir tað ástøðiliga, er frálíkur eygleiðari, og sum hevur skil fyri at gera royndir og uppfinna nýggj tól. Hann stendur fyri nýggjum tíðarhvarvið í vísindunum, ger ástøði og síðan royndir - eitt arbeiðslag, sum enn merkir vísindini. Við kikara, sum hann sjálvur hevur gjørt, uppdagar Galileo teir 4 galilesisku mánarnar, sum mala um gongustjørnuna Jupiter. Eftir at hava givið út bókina Dialogo, skipar kátólska kirkjan fyri at Galileo skammiliga verður eyðmýktur.
Eisini verður sagt frá um Isaac Newton, sum lyftir náttúruvísindi upp á eitt hægri stig. Hann gevur alisfrøðini tey ómissandi støddfrøðiligu amboðini, sum enn vera brúkt. Og hann sameinir alisfrøði, støddfrøði og stjørnufrøði.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (3:17)
			<description>Í hesum 3.parti verður sagt frá um Tycho Brahe sum sær at tørvur er á neyvum málingum, at hann fær fast tilhald á oynni Ven í Oyrarsundi. Tá hann sær eina spreingistjørnu og fylgir við eini halastjørnu í árinum 1577.  
Eisini verður sagt frá um Johannes Kepler, sum fær áhuga fyri ringrásunum hjá gongustjørnunum, og staðfestir, tær ganga í ellipsum um sólina. Eisini verður greitt frá um mánamyrking.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (2:17)
			<description>Í hesum øðrum parti verður sagt frá um kalendarar og ymsu tíðarrokningarnar sum hava verið. Um Erastosthenes og hansara vísindaligu roynd at rokna støddina á jarðarknøttinum, sum tann fyrsti nakrantíð 320 ár f.o.t. Um Hipparch sum staðfestir pólagongdina 130 ár f.o.t.
At Evropa svevur miðaldarsvøvn og gloymir fornu grisku vitanina, og hvussu hon aftur kemur undan kavi. Um hvussu Kuperikus kollveltir heimsmyndina og gevur lívsverk sítt út í bók.
Rúmdin - almenn stjørnufrøði (1:17)
			<description>Í hesum 1.parti verða tríggir teir fyrstu kapitlarnir, ið eru um søguligar keldur og fyrstu hugsanina um stjørnurnar og himmalhválvið, upplisnir.
Um fyrstu griksku kosmologarnar, og hvussu grikkar finna skapið á jørðini, og um Aristarch og aðrar víðskygdar teinkjarar í fornøld.
Og um stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn. Tá Hargabrøðurnir í 1602 upplivdu eina sólarmyrking.