Málteigurin
Verið góð við móðurmálið
Serliga nú trýstið uttaneftir og innaneftir er stórt.
Spurningurin er, um vit vita av, hvussu stóran part av okkum sjálvum vit spæla okkum av við, um vit ikki ansa eftir málinum.
Føroyskt er okkara mentan, okkara samleiki, okkara móðurmál, okkara felags fatanarstøði og grundarlag, og soleiðis skal tað helst halda fram við at vera.
- Verið góð við málið, er inniliga áheitanin frá Elini Henriksen.
Banka upp undir borðið
Hetta er næstseinasta sending.
Við eymk og fret
Vit viðgera, um tað eitur tað lív lagað ella lívið lagað, vit umrøða eisini orðingina at bíta høvdið av allari skomm og so tosa vit eisini um, hví vit siga við eymk og fret.Vit viðgera eisini, hví oyggjarnar í Føroum eita, sum tær eita, eins og orðið umlæra eisini verður umrøtt.
Pápi, babba og pabba eru javngóð
-Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn.
Mansnøvn sum enda við i
Tvær ymiskar bendingar eru av mansnøvnum, sum enda við i.
Tann vanliga veika bendingin av arvorðum, t.d. Atli, Heri, Ingi, Kári, Óli, Rúni, Sverri, Snorri. Tey fylgja vanligu veiku bendingini av kallkynsorðum (risi) og fáa a-ending í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli.
Hin bendingin er galdandi fyri bíbilsk nøvn, t.d. Levi, Eli, og nøvn, sum eru komin úr enskum. Har verða tey ofta stavað við y ella ei aftast, t.d. Timmy, Johnny, Tommy, Jeffrei.
Í flestu málførum hoyrist munur millum framburðin, har uppruna norrønu nøvnini enda við /i/ og tey bíbilsku og ensku enda við /ij/.
- Samanumtikið kunnu vit siga, at nøvn, sum enda vit y bara fáa eitt -s í endan í hvørsfalli, meðan hini, sum enda við i, fáa a í endan í øllum føllum uttan hvørfalli, sigur Elin Henriksen.
Jesu ella Jesusar
Summir prestar siga í Jesu navni, aðrir siga í Jesusar navni. Hvat siga føroysku stavsetingarreglurnar?
Sambært føroysku bendingarreglunum bendist Jesus til Jesusar í hvørsfalli, men Jesu fylgir latínsku bendingini, greiðir Elin Henriksen frá.
Lurtari spyr, um landið eitur Háland ella Holland, og Elin Henriksen vísir á ein triðja møguleika, sum er Niðurlond.
Hon mælir til, at fólk annaðhvørt siga og skriva Holland ella Niðurlond.
Í sendingini verður eisini tosað um, at hetlendingar og føroyingar skiltu hvønnannan fyrr, og í tí sambandi tosaðu vit um hetlendska málið norn, sum nú er burtur.
Um lurtarar hava hug til at lesa meira um norn, so ber tað til her.
Stavsetingarorðabókin er komin
Størsti parturin av sendingini fer til at tosa um Stavsetingarorðabókina.
Fleiri móðurmálsdagar
Fyrstu ferð, Móðurmálsdagurin varð hildin, var í 2019, sum var 200 ára føðingardagurin hjá V.U.Hammershaimb, og tí varð eisini dagurin 25. mars valdur til móðurmálsdag í Føroyum.
Vit hava okkara móðurmálsdag ein annan dag enn restin av heiminum.
Altjóða móðurmálsdagin setti ST-stovnurin UNESCO at vera tann 21. februar, og dagurin hevur verið hildin síðani ár 2000, meðan ES hevur máldagin 26. september.
Dagurin var ikki hildin í Føroyum fyrst í hesi øldini, og tá ið vit fingu okkum ein móðurmálsdag, so valdu vit okkara egna, 25. mars.
Vreiði og vreiða
"Vreiðan hevur ræðuligar fylgjur"
"Vreiða er ein sterk kensla".
Tað eru tvær ymiskar bendingar av kvennkynsorðum, sum enda við -i. Onnur fevnir um orð sum t.d. gleði, elli, møði, vreiði, -frøði, -semi, -speki.
Hesi orðini eita tað sama í øllum føllum í eintali:
Stór gleði var á fólki.
Hon lesur bókmentafrøði.
Hann var darvaður av møði.
Sjáldan nýtt í fleirtali og fáa har -ir í hvørfalli og hvønnfalli, men orðini verða ikki nýtt í hvørjumfalli fleirtali.
Hin bendingin er gomul og á veg út úr málinum.
Tað eru orðini byrði, ermi, heiði, oyri, veiði.
Ein byrði er blivið til byrða, ein ermi til erma, ein veiða til veiða, og so verða tey bend eins og vanlig veikt bend kvennkynsorð, sum genta.
Tað kann hugsast, at tá ið onkur sigur vreiða í staðin fyri vreiði, at her er bland komið við orð sum veiði > veiða.
Lektiecafé
Síggi onkur bjóðar inn til "lektie café". Er orðið "lektie" viðurkent orð á føroyskum, spyr lurtari.
Elin Henriksen greiðir frá, at orðið lektia stavar úr latíni: lectio, sum hevur ymsar merkingar, og tann, sum her er viðkomandi, er tað at lesa, lesing. Orðið er eisini uppruni til orð sum legenda (halgisøga), lektari og lektión.
Orðið lektia er komið so mikið tíðliga inn í norrønt, at tað stendur í fornnorrønum orðabókum: lektia við merkingini lestur, og tá kann eisini verða sipað til lestur úr bíbliuni.
- Vit hava ongan 'myndugleika', sum kann siga, hvat er viðurkent og ikki. Men tá ið tøkuorð úr latíni eru komin so tíðliga inn í norrønt, og tey eisini hava fingið norðurlendska bending, framburð og stavseting, verða tey vanliga góðtikin.
Orðið er mangan brúkt, og stavsetingin er við s: leksia, leksiur. Veikt bend kvennkyn.
Orð og orðingar
Ymsir spurningar, sum hava ligið leingi og bíða eftir svari, verða svaraðir í dag.
Vit tosa um orðini støðusnildi, konfirmantur, politikkur, slitin ella avbrotin og búfólk.
Eisini viðgera við orðingarnar í mínari verð og hatta klárar tú sum ein svisk.
Í sendingini verður víst til seðlasavnið hjá Fróðskaparsetrinum, sum er á hesum leinkinum
Heilsufrøði merkir annað enn reinføri
Lurtari ivast í, um fólk vita, hvat orðið merkir, og spyr samstundis, um tað kann brúkast fyri danska orðið hygieinu?
Talan er um sera stóran og áhugaverdan spurning, sigur Elin Henriksen og samanumtikið heldur hon, at tað, at nýta orðið heilsufrøði um hygieinu, er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv.
- Frægasta orðið um hygieinu er reinføri, og reinføri er bara ein lítil partur av tí, sum heilsufrøði fevnir um, nevniliga vísindi um heilsu og sjúkufyribyrging.
Goyma og fall
Orðið goyma hevur sett seg á fleiri onnur orð, sum vit annars hava brúkt. So sum fjala, krógva, dylja og so framvegis. Elin Henriksen, málkøn, harmast saman við lurtaranum og sigur, at tá ið orðið goyma verður nýtt um at fjala ella krógva, so hava vit ikki longur nakað orð um at goyma.
Og nú fótbólturin er farin í gongd aftur er viðkomandi at tosa um, hvørt tað eitur at ein spælari stríðist við ein ella einum skaða. '
Svarið frá Elini er stutt og greitt:
Skal vera hvønnfall, einki at ivast í. Hann stríðist við (ein) skaða í knænum. Vit spyrja t.d. hvat stríðist tú við? Ikki hvørjum stríðist tú við?
Sakna og brúðarsmyrsl
Ber til at sakna nakað, sum tú ongantíð hevur havt? Kvinna hevur sagt við mannin, at hon vil hava hillar upp at hanga í einum rúmi, tí hon saknar hillar har.
Maðurin vil vera við, at tað ikki ber til at sakna nakað, sum tú ongantíð hevur havt.
Elin Henriksen sigur, at hon er samdari við mannin - ið hvussu er, tá ið talan er um lutir.
- Hinvegin ber til at kenna sakn eftir onkrum, hóast tað ikki er nakað, sum tú hevur mist, t.d. vinum, ella tann staki/staka kann kenna sakn eftir einum maka. Kanska veldst tað eisini um, hvussu “stórt” tað er, sum saknur er í.
Ein annar lurtari spyr, hvat brúðarsmyrsl er.
Elin Henriksen fortelur, at í seðlasavninum er ein seðil, sum stavar frá Orðabókini í Útvarpinum.
Har stendur, at orðið var nýtt um onkra salvu, sum grøddi væl: “Hetta er sum Brú(ð)arsmyrsl”, og at orðið helst stavar frá mansnavninum Brú(ð)ar. Víst verður til Olgarskvæði.
Langt ella stutt a
Í sambandi við spurning um stutt ella langt a í staðar- og skipsnavninum Akraberg í síðstu viku greiðir Elin Henriksen millum annað frá, at ofta verður tað fatað sum, at navnið Akrar stavar frá orðinum akur.
Tað er tó ivasamt, tí summi vísa á, at navnið kann stava úr fornnorrønum ǫgr, ið merkir lítil, kílaskapað vík, og so skuldi stavsetingin verið á Øgrum, við g.
Hetta kann møguliga eisini vera galdandi fyri onnur staðarnøvn við Akra- sum fremra lið. Eivind Weyhe, staðarnavnagranskari, hevur skrivað eina grein um hetta; greinin er saman við nógvum øðrum greinum um staðarnøvn í bókini Eivindaródn frá 2012.
Bókin er tøk á netinum.
Skaldsligt orðasmíð
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald.
Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um.
- Vit fara tó ikki so djúpt inn í evnið myndbering, ella kenning, sum tað eitur um slík fyribrigdi í norrønum skaldskapi, men fara at hyggja at nøkrum nýggjari skaldsligum orðasamansetingum, sigur Elin Henriksen og nevnir Martin Joensen, sum hevur eitt stórt ríkidømi av nýggjum myndburðum.
Sólskinstøgn: tøgn nýtt sum mynd av friðsælu
Vøkumaðurin: var upprunaliga ein, ið vakti til útróðrar, men her við nýggjari merking: ein, ið vakir yvir tær
Dagmett sól søkir niðublund: sólin,mett av degnum. Niða er myrkur
Motormani: mani = bundin av
Pápalátur og mammutár: sigur seg sjálvt, men her liggja so nógv orð og nógvar merkingar fjald í hesum báðum sigandi orðunum
Blómubarnamold: blómubarn var orðmynd av rørsluni frá 60'unum, flower-power og make love, not war. Moldin, har blomstur vaksa. Umhvørvið av 'blómubarnamentan'
Skuggagestur: eru til í skugga - í dreymum
Fúsur og smettumætari
Tvey onnur orð eru til viðgerðar í dagsins sending.
Hví siga vit at vera til dystin fús, sama um talan er um mann, kvinnu ella barn? Um talan var um ein mann, átti tað so ikki at itið hann er til dystin fúsur - ikki hann er til dystin fús?
Og hvat er ein smettumætari?
'Omsorgssvigt' kann ikki eita umsorganarsvik á føroyskum
Hesa ferð tosa vit um reglurnar, tá ið navnorð verða gjørd til sagnorð, og í tí sambandinum tosa vit millum annað um, hví danska orðið omsorgssvigt ikki kann eita umsorganarsvik ella umsorganarsvíkur á føroyskum.
Ongar avgjørdar reglur eru um orðasmíð, men vit hava ymsar siðvenjur, nakrar mátar, sum hava verið nýttir í øldir og framvegis kunnu nýtast.
Tað eru heilt nógvir mátar, sum ymisk orð kunnu hava somu rót, ella hvussu nýggj orð verða til úr øðrum orðum. Lurtarin nevnir dømini at hoppa - eitt hopp og at nokta - ein noktan.
- Hartil er at siga, at tað fyrra er gamal og heilt vanligur máti at fáa sagnorð og navnorð burtur úr somu rót, greiðir lurtarin frá.
Dømi.
Hvørkikyn: at hvína - eitt hvin, at skjóta - eitt skot, at kóka - eitt kók,  at skriva - eitt skriv.
Kallkyn: at lesa - ein lestur, at bíta - ein biti, at stinga - ein stingur, at drekka - ein drykkur, at syngja - ein sangur.
Kvennkyn: at ganga - ein gonga, at koma - ein koma, at sita - ein seta, at fara - ein ferð.
- Í hesum dømunum er navnorðið tó rættiliga leyst av sagnorðinum, leggur Elin Henriksen afturat.
Professarin og orðini
Ein tann virknasti orðasmiðurin í nýggjari tíð er Jóan Hendrik Winther Poulsen, sáli.
Hann hevur sjálvur skrivað fleiri greinir um orðasmíð, harav fleiri eru prentaðar í bókini Mál og Mæti (2004), har hann eisini vísir til Christian Matras sum ein sera virknan orðasmið. JHWP hevur smíðað fleiri hundrað orð, harav summi eru so inngrógvin í málið, at vit als ikki hugsa um tey sum nýggjyrði; summi eru ókendari, men verða nýtt viðhvørt, og summi festu ongantíð røtur.
Dømi um orð, sum eru vorðin heilt vanlig:
almannastova, átak, bingja, burðardyggur, at dagføra, evstamark, farstøð, fartelefon, flogbóltur, framskák, gegnigur og ógegnigur, gosbað, hugburður, inntriv, kringvarp, kunningartøkni (kt), eitt leinki, lagatyssi, millumsending, pallborð, súrrómi, talgildur, telda, teldusníkur, tilbúgving, tekstvarp, tilfeingi, tvíflís, umlætting, viðfesti, vistfrøði.
Dømi um orð, ið nógv fólk nýta, men sum ikki eru líka vanlig:
ambætari, arvmentir, brimfjøl, bulald, dregil, endurbúgving, fitijavna, framskák, fimisrokning og greiðslurokning, greiðtóni, grindil, kvikil, mandlurís, móðurmjólkarlíki, rennifjøl, sniðhús, upprit.
Dømi um orð, sum ikki hava fest røtur:
bleðil, broddkál, brytil, dvalarviki, firring, føtil, geril, glit-øgn, heimskringing, hitil, irskrari, í-stunga, játin og neitin, kavnagli, kjørklingra, netjaður, pípil, ravindi, skyndil, tólíki, trind, útmylkja, at vera innvørgur ella útvørgur.
Skimma og umgjørd sernøvn
Vit tosa eisini um, hvussu tað ber til at vit kunnu skimma ein tekst, tá ið orðið at skimma, sambært Móðurmálsorðabókini, merkir at vaska.
Tá ið vit skriva Setrið, Fróðskaparsetrið og Fróðskaparsetur Føroya er so talan um trý ymisk sernøvn, og skulu øll skrivast við stórum?
Og hvussu so við stovnsnøvnum sum Fasti Gerðarrætturin, Kringvarp Føroya og Føroya Løgting? Hvussu eiga vit at skriva, tá ið vit gera hesi nøvnini um til gerðarætturin/Gerðarætturin, kringvarpið/Kringvarpið og løgtingið/Løgtingið.
Vit eiga at siga sjófrágreiðing
Tað orðið er ikki at finna í lógartekstunum og aðrastaðni. Er tað tí ikki betri at brúka orðið, sjóforkláring/sjófrágreiðing, spyr lurtarin.
Elin Henriksen, málkøn, tekur undir við lurtaranum og sigur, at út frá lógarteksti og øðrum leitingum er ongin ivi um, at rættast er at siga sjófrágreiðing.
Tørvur
Eg eri uppvaksin við, at tørvur er tað grundleggjandi í lívinum, sum umsorgan, kærleiki, matur o.s.fr., meðan mann hevur brúk fyri lutum so sum einum hamara, einum bili og líknandi.
Men nú virkar tað sum øll hava tørv ella tørva okkurt.
Og so umrøða vit eisini orðið spinning, sum verður brúkt í venjingarhølunum, tá ið fólk ganga til spinning ella fara at spinna.
Lurtari vil vita, hvussu orðið bendist - um tað bendist líka sum føroyska orðið: at spinna, spann, spunnið, ella um tað skal vera øðrvísi, tí talan er um enskt orð.
Við Løkin
Ein spyr, hvussu staðarnavnið Løkin í Runavík eigur at verða bent. Viðkomandi vil vita, um orðið kvennkyn ella kallkyn.
Í vanligum máli er ein løkur kallkyn. Úr Toftavatni rennur ein á, sum har verður nevnd Løkin, altso bundið snið av kvennkynsorðinum løk. Samanber: ein á, áin hon. Tað løgna er, at tá ið tey benda orðið, verður tað fatað sum kallkyn: við Løkin, Løksvegur. Var tað gjøgnumført kvennkyn, skuldi tað verið við Løkina, Løkjarvegur.
- So her er altso talan um eitt orð, sum er kvennkyn í hvørfalli, men viðhvørt verður kallkyn í hinum føllunum, greiðir Elin Henriksen frá.
Onnur orð, sum verða umrødd eru lekkurt, bekymrað ella stúrin, hoppa ella loypa, tilstaðar ella hjástaddur, onnur ella hin og kring landið.
Vit mugu skilja millum ymsu lopini
Málteigurin viðgerð hesi lopini, og hvat tey merkja. Eisini sleppa onnur sløg av lopum upp í part.
Orðaraðið hevur stóran týdning
Tá ið vit siga ein setning, geva vit okkum helst ikki stórvegis far um, hvar vit seta ymsu orðini, sum vit brúka. Men raðfylgjan á orðunum hevur alt at siga fyri, hvussu setningurin kann skiljast. Til dømis kann ein setningur fara frá at vera ein staðfesting til at vera ein spurningur bara við at flyta umsagnarliðin ella sagnorðið.
Dømi:
Má bøtast um trivnaðin í fólkaskúlanum (?)
Var torført at syngja við til tjóðsangin (?)
Hesi bæði eri dømi um yvirskriftir, sum eru orðaðar soleiðis, at lesarin kann ivast í, um talan er um eina staðfesting ella ein spurning.
Rímiliga og vegna
Vit fara eisini at tosa um orðið vegna og orðið rímiliga, tá ið tað verður brúkt við somu merking sum rættiliga.
Til dømis rímiliga nógvur vindur/rættiliga nógvur vindur.
Elisabeth og Elisabet
Nú kjakast eg og konan um, hvussu komandi diddan hjá okkum skal eita. Av eini ella aðrari orsøk gangi eg nógv uppí, at navnið verður stavað so “rætt” sum til ber. Nú eru vit samd um navni/nøvnini (for-millumnavn) og eitt teirra er Elisabet, ella sum konan ynskir tað skal stavast, tí tað er pent, (eingin ivi um tað) Elisabeth. Mín spurningur er. Er tað góðkent at eita (Lis-, Lisa-, Els-, Elsu-,)-beth á føroyskum?
Navnalistin yvir góðkend orð liggur á orðabókaportalinum hjá Sprotanum, NAVN og á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Har standa hesi nøvnini: Elisabet, Lisbet, Lisabet, Elsbet, Elsubet. Øll við ongum h.
- Tað vil siga, at einki av hesum nøvnum við h er góðkent, og tí einans loyvd við uppkalling, uttan so, at mann søkir um undantaksloyvi, greiðir Elin Henriksen frá.
At klóka og dirva
Í dagsins sending verður eisini tosa um lýsingarorðið klókur og navnorðið dirvi kunnu gerast um til sagnorð, so mann sigur: eg skal ikki klóka meg, og hann dirvdi meg.
Harafturat viðgerða vit orðingarnar at fáa í posa og sekk og at fáa sekkin, eins og vit eisini viðgera tað at siga nýggjheitir um klæðir í netsølu.
At hava áhuga ella vera áhugaður
Og tað fær lurtaran at spyrja, um fólk eru farin at siga so.
- Hetta er ikki so sjáldsamt, sigur Elin Henriksen, málkøn, og vísir samstundis á, at áhugi annars bert er til sum navnorð.
Hvørt/um og orðingar
Hvussu skal setningurin 'hvørt um annað' skiljast, tá ið orðið hvørt verður brúkt við merkingini um.
Dømi: Eg veit ikki, hvørt tað loysir seg.
At vága troyggjuna ella eg vági ikki troyggjuna.
Soleiðis siga vit, tá ið tað er okkurt, sum eg/vit ikki tora ella vága. Kenna tit tað, spyr lurtari úr Skálavík.
Elin Henriksen kennist ikki við hesa orðing, men hon vísir á, at orðingin er kend úr donskum sum at 'vove pelsen' og 'vove trøjen'.
Umframt hesi evni eru spurningar um mannlegg, eg dámi ella mær dámar, ymiskt og salatfat, sum politibilur eisini verður kallaður.
Fríðrikur er elligamalt
Fleiri lurtarar spyrja, hví kong Frederik verður til Fríðrik kong á føroyskum.
- Fríðrikur er elligamalt, greiðir Elin Henriksen frá og vísir á, at tað eisini kann hava nakað við tign at gera.
Ofta ella oftani
Hvat er merkingarligi munurin á 'ofta' og 'oftani' ella 'illa' og 'illani', og hví brúka summi fólk orð sum 'oftani', 'barastani', 'púrastani' o.s.fr?
Tá ið orð frá -ni ella -ani aftur at sær, er talan um eftirfesti, og onkuntíð hava hesi ein styrkjandi virknað, greiðir Elin Henriksen frá.
Og tað er hetta dømi um.
Framtøkumegi og fyndugt
Rendi meg í orðið, framtøkumegi, hjá einum motori nú ein dagin, og eg kendist ikki við tað.
Út frá samanhanginum las eg meg til, at hetta helst man merkja framdrift av onkrum slagi, og eg fór at grunda um, vit nú ikki sleppa at brúka orðið, framdrift, longur.
Elin Henriksen vísir á, at tað ber til at leita í frágreiðing á Sprotanum, og har sæst, at framtøkumegi á donskum eitur fremsdrivningseffekt, og á týskum Vorwärtskraft.
Og so viðgera vit eisini orðið, fyndigur, sum lurtari vil hava okkum at greiða frá.
Bein klokka er vorðin røtt
- Tað var heilt vanligt fyrr at siga ‘beint’ um tað, sum nú er ‘rætt’. Tú kundi rokna beint, øll roknistykkini vóru bein, t.e. røtt, greiðir Elin Henriksen frá.
Klokkan gongur beint, ella hon kann ganga skeivt.
Beinur er andnevni til skeivur, bæði í beinleiðis og fluttari merking.
Ein søga frá krígnum:
Tá ið ensku hermenninir komu til bygdina, var farið undir at læra børnini enskt í skúlanum - tað var annars ikki vanligt tá. Børnini vildu fegin samskifta við hermenninar, hóast tey ikki dugdu so væl, og eingin hevði ávarað um, at orð kundu hava ymsar merkingar.
Mamma fylgdist við nøkrum øðrum gentum um 12-14 ára aldur. Tær møttu nøkrum hermonnum, sum spyrja, hvat klokkan er. Ein genta svarar: “Leg clock is four.”
Hon hevð lært, at ‘bein’ eitur ‘leg’ á enskum, og klokkan hjá henni var bein.
Koma er ikki framtíð
At koma hevur trokað at fara burtur, og vit brúka oftari kemur ella vil, tá ið vit saktans kundu havt sagt fer ella fara.
Okkurt kemur at hava ávirkan ístaðin fyri fer at ávirka.
Tað vil hava við sær heldur enn fer at hava við sær.
Hava vit eitt føroyskt orð fyri avhengigheit ella er avhengigheit føroyskt?
Og hvaðani kemur orðið, saksalopin, og hvat merkir tað?
Onnur evni
Umframt hesi evni tosa vit eisini um hvat kyn vín er, um Gunda, sum er fremri liður í staðarnøvnum, um hjáorðið enn, um saksalopin og orðið, feril.
Vitlíki og 'vittlíki' eru bæði í lagi
Alt fyri eitt tók kjak seg upp um hetta orðið, og millum annað um hvussu tað skal framberast: vittlíki ella viitlíki.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at í eldri samansettum orðum er vit- stutt framman fyri hjáljóð: vitleysur. Tú sært, at eitt ljóð er langt, um eitt kolon stendur aftanfyri: [vi:t].
Men í nýggjari samansettum orðum er vanliga langt i: /vi:tborin/ (og ikki /vibborin/, sum tað hevði blivið við stuttum i), /vi:tlítil/, har seinni liður byrjar við l, eins og /vittloysi/.
Onnur dømi: viitmikil, viitsnjallur, viitskapur.
Vittlíki við stuttum i fylgir eldri siðvenju, og viitlíki við longum i fylgir nútíðar siðvenju.
- Vel sjálv/-ur. Eg sigi viitlíki, sigur Elin Henriksen.
Tabu og morreyður
Lurtari spyr, um orðið, tabu, verður framborið við longum a ella longum u.
- Orðið tabu /ta:bu/ stavar úr polynesiskum. Hvussu tað har verður framborið, finni eg ongastaðni, men á norðurlendskum er siðvenja at frambera orðið við herðing á fyrsta stavilsi og longum a: /ta:bu/, sigur Elin Henriksen.
Ein annar lurtari spyr, hvørjum morreyður kemur av.
Upprunin til orðið morreyður er mó-reyður, har mó er tað, sum við skerping eitur mógvur. Orðið er skylt við mýru, mýrulendi.
Mógvur:
plantuleivdir leggjast niður í svørðin og verða so við og við til mold. Undir serligum umstøðum verður mógvur og ikki mold; mógvur er tað, sum fyrr varð skorið til torv. Liturin á mógvi er myrkari enn á mold, harav orðið mó-reyður, morreyður.
Ovurnýtsla av orðum
Tvey onnur orð, sum eru til viðgerðar í hesi sending hava tað í felag, at vit brúka tey næstan ov nógv. Tað er orðið onkursvegna og orðingin í mun til.
Elin Henriksen leggur dent á, at tá ið tað kemur til orðingina, í mun til, at vit kunnu bert brúka hana, um tað er í samanabering við okkurt annað. Har skal vera onkur samanhangur.
Dømi:
Troyggjan er bílig í mun til tað arbeiðið, sum er lagt í hana. Her samanbera vit arbeiði og úrslit.
Ella at samanbera støddir:
Um Óli er 1,70 m høgur, Per er 1,80 m høgur, og Niels er 1,90 m, so er Per høgur í mun til Óla, men ikki í mun til Niels.
Í mun til verður mangan brúkt alt, alt ov nógv, eisini har einki er at samanbera. 'Eg lati meg í í mun til veðrið' > Eg lati meg í eftir veðrinum.
Gleðilig jól
Og jólini nærkast, men nær ynskja vit gleðilig jól?
- Eru tað fólk, vit síggja hvønn dag, ella ringja til at biðja gleðilig jól, so gera vit tað jólamorgun, og allan jóladag, kanska eisini annan jóladag. Men eru tað fólk, sum vit ikki vænta at hitta aftur fyrr enn eftir jóladag, so kunnu vit saktans biðja gleðilig jól nú, eina viku undan jólum, sigur Elin Henriksen.
Málteigurin ynskir øllum gleðilig jól og gott nýggjár.
Munur er á 'tá ið' og 'tá'
Eg havi lært, at tað gamla er at brúka 'tá ið'. Men hvat halda tit ... Ger tað mun, um eg sigi 'tá ið' ella bara 'tá'?
- Vit nýta orðið tá, tá ið vit vísa til okkurt, sum hendir ella hendi í einari ávísari tíð, greiðir Elin Henriksen frá.
Dømi:(Vit hugsa um seinasta aldarskifti):
Tá búðu umleið 45.000 fólk í Føroyum.
Tá vóru nógv fólk flutt av landinum.
Fólkatalið var tá ikki av álvara farið at vaksa aftur.
Nógvir føroyingar búðu uttanlands tá.
Dømi um nútíð:
Nú er veturin komin.
Tá er gott at vera væl skøddur.
Dømi um framtíð:
Nú nærkast jólini.
Tá fara vit at vitja skyldfólk.
Vit nýta orðið 'tá ið' at binda saman ein høvuðssetning og ein eykasetning.
Høvuðssetningurin kann standa einsamallur:
'Ofta er øgiliga hált.'
Og so legst eykasetningurin aftrat, og hann kann ikki standa einsamallur:
'tá ið tað frystir?'.
Eykasetningurin kann eisini standa frammanfyri:
'Tá ið tað frystir, er ofta øgiliga hált.' (og tá fær høvuðs­setningurin øvut orðarað).
Nøkur dømi aftrat: 'Tá ið vit vóru børn, tá spældu vit ofta úti.'
Tann fyrri setningurin kann ikki standa einsamallur:
'tá ið vit vóru børn'.
Tann seinni kann standa einsamallur:
'Tá spældu vit ofta úti'.
Larmandi tøgn og ítrótt/ur
Lurtari spyr, hví vit siga larmandi tøgn og ein annar vil vita, um tað eitur ítróttur ella ítrótt. Er talan um kall- ella kvennkynsorð.
Umframt hetta umrøða vit eisini orðini kykur, loypur og loypir og góðasti, eins og vit eisini umrøða ítøkiligan spurning um, hvussu ættin sunnan skal bendast.
At leggja hond á er harðskapur
Um tað fyrra verður brúkt, er ofta talan um harðskap, meðan tað seinna bara merkir, at viðkomandi bara leggur hondina vanliga á eitt annað fólk, ofta á høvdið ella herðarnar.
- Tað ber tó til at nýta 'hond' óbundið, tá ið vit tilskila, hvør eigur hondina: 'Hann legði hond sína á gentuna' er tað sama sum 'Hann legði hondina á gentuna', og at 'fáa prestsins hond á høvdið' er væl kent um at verða konfirmeraður, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Lýsa frið og fleiri fríggjadagar
Lurtari spyr, um ein og hvør kann lýsa frið yvir minnið um ein, ið farin er, og ein annar spyr, hvat máliskan: at hava tveir/fleiri fríggjadagar í vikuni merkir.
Aðrir spurningar í dagsins sending eru, um mann kann siga at kóka niður, hvat orðið gavstrikkur, merkir og orðið, jerdið, sum sumbingur hevur sagt.
Søgan um hálvhosurnar
- Fyrst er at siga, at fyrr var greiður skilnaður: menn nýttu hosur, og konur nýttu sokkar, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Longdin á hosunum má samsvara við longdina á brókunum. Upprunaliga var plaggið í tveimum, brøkur niður á lærið og so hosur upp á lærið.
T.d. á týskum eita buksur enn tann dag í dag “Hosen”.
Tey elstu okkara minnast kanska, tá ið knæbuksur vóru vanligar – tær er varðveittar í føroysku klæðunum. Tá koma hosurnar upp undir knæ. Hálvhosur røkka bara upp á hálvan leggin – helvtina av undanfarnu hosum.
Á donskum nevndar halvstrømpe.
Tí ella ta
Tað er vorðið nærum gerandiskostur at hoyra formin "tí", har tað eigur at vera "ta" (Stavað við ongum ð)
So sum "Eg sá tí gentuna í gjár." heldur enn "Eg sá ta gentuna í gjár".
- Ein stórur vansi við at siga tí í hvønnfalli er, at tað økir um vandan fyri at blanda saman hvønnfall og hvørjumfall. Tí hoyrir til hvørjumfall í øllum trimum føllum: tí manninum, tí konuni, tí barninum. Í hvønnfalli: tann mannin, ta konuna, tað barnið.
Nógv ymisk evni
Í hesi sending eru nógv ymisk evni á skránni.
Ein spyr um eitt føroyskt orð fyri frustreraður, og vit umrøða, hví tað eitur norðmenn, tá ið vit siga finnar, danir og sviar.
Eisini verður tosað um annað og Anna, hvat av orðunum hevur ð og ikki, munin á fyrr og áður, um fótsúkklu, um tað eitur á ella við Norðskála, um mann sigur: so leggur eingin merki til mín ella meg og at enda tosa vit um orðið, viðeiriligur.
Flóvur er føroyskt orð
- Eg eri vorðin varug við, at tað stavast "flovisligt". Kunnu tit umrøða hesi orðini, spyr lurtarin.
Orðið flóvur er komið úr donskum. Vit hava annars tvey orð við líknandi merking: nipin, snópin, og fyri flovisligt kann viðhvørt verða sagt nipisligt og snópisligt, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
- Merkingin er tó ikki heilt neyvt tann sama, sigur hon.
Og so er tað spurningurin um stavsetingina.
Her hava verið tveir møguleikar: tvey v, eins og ein vovvur; men tað er annars heilt ókent á føroyskum at skriva tvey v lið um lið. Ella við ó og v.: flóvur. Hetta seinna er tað, sum Málráðið hevur mælt til.
Vansin er, at tað bara samsvarar við framburðin í Havn og sunnanfjørðs, men tað vestanfyri og norðanfyri verður til flóvur, eins og munur eisini er á t.d. /geuvur/ og /gåuwur/.
Hinvegin kann eisini hugsast, at flóvur á norðanmáli fær framburin /fleuvur/, eins og t.d. klovnur er blivin til klónur /kleunur/. Eisini eru dømi um, at børn hava sagt ónur fyri ovnur.
Samanumtikið, so er stavsetingin f-l-ó-v-u-r, flóv og flóvt.
Gággupar
Maðurin, elsti sonurin og eg komu ein dagin at tosa um orðið, gággupar. Maðurin og eg hildu tað vera eitt par, sum er altíð saman, men sonurin sigur tað vera eitt par, har konan er eldri enn maðurin. Hvør hevur rætt?
- Eg giti, at orðið er sera staðbundið. Havi hvørki hoyrt ella sæð tað fyrr, og finni tað heldur ongastaðni, sigur Elin Henriksen. Men lurtarar hjá Málteiginum í hópatali gera vart við, at teir væl kenna orðið við ymsum merkingum.
Oman/niður og páfallin
Umframt flóvur og gággupar viðgera vit eisini munin á oman og niður, vit umrøða, hvat páfallin merkir og um tað eitur: AB koma ella AB kemur.
Vit mugu góðtaka, at flestu starvsheiti eru kallkyn
Stórur meiriluti av sjúkrarøktarfrøðingunum í Føroyum eru kvinnur, men starvsheitið sjúkrarøktarfrøðingur er kallkyn.
Helst hevur tað elvt til, at vit ofta hoyra setningar sum: sjúkrarøktarfrøðingarnar eru ónøgdar, sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnar til arbeiðis ... o.s.fr.
Elin Henriksen greiðir frá, at um vit fara eini seksti ár aftur í tíðina, so var markið millum mannfólkaarbeiði og konufólkaarbeiði heilt týðiligt. Á tingi var eingin kona, og heldur ikki í landsstýrinum. Ongar konur vóru prestar ella stjórar.
- Onkur hendinga lækni og tannlækni var kona, sigur hon.
Flestu starvsheiti eru kallkyn
Nú á døgum hava konur nógv ymisk arbeiði, har tað fyrr bara ella einamest vóru menn, og har starvsheitið er kallkynsorð, t.d.:
prestur, stjóri, leiðari, arbeiðsformaður, høvundur, lækni, tannlækni, ritstjóri, bussførari, skipari, stýrimaður, bilsmiður, timburmaður, kokkur, skrivari
- umframt nøkur nýggj starvsheiti, sum eisini eru kallkyn, men har meginparturin av starvsfólkunum eru konur:
heilsurøktari, heilsuhjálpari, tannteknikari, laborantur / bioanalytikari, námsfrøðingur/pedagogur, journalistur, bókavørður.
- Úr einum málsligum sjónarhorni haldi eg einki er at ivast í, at frægasta loysnin er at góðtaka, at uttan mun til, um talan er um konur ella menn sum starvsfólk, so er málkynið hjá flestu starvsheitum kallkyn, summi eru kvennkynsorð, og nøkur eru hvørkikynsorð, sigur Elin Henriksen.
Kettutunga, deyðs- og reyvafall
Onnur evni í dagsins sending er spurningur um upprunan til orðið, kettutunga, meðan ein annar spyr, hví tað eitur deyðsfall, men reyvafall.
Framleiða skúgvar onnur orð til viks
Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran, sum eigur hesi orðini.
- Orðið framleiða hevur trokað nógv onnur orð burtur. Ofta kunnu vit heldur siga 'gera', ella nýta tað orðið, sum framleiðslan ella gerðin snýr seg um, sigur hon.
Allahalgannadagur
Ymiskt er, hvussu allahalgannadagur verður skrivaður, summi skriva Allahalgannadagur, onnur Allahalganna dagur og uppaftur onnur Alla Halganna dagur. Hvat er rætt?
- Stavsetingin, sum stendur í Móðurmálsorðabókini, er allahagannadagur við tveimum n?um og í einum orði við lítlum, svarar Elin Henriksen stutt og greitt.
Hon sigur eisini frá søguliga upphavinum til allahalgannadag.
Ov nógv u
Soleiðis orðar lurtari seg í brævi til sendingina.
Dømi: enduliga í staðin fyri endiliga, um náttuna heldur enn náttina, og hurðuna í staðin fyri hurðina.
Í sendingini verður tann síðsti parturin av fyrisetingini, fyri, umrøddur, eins og vit eisini benda orðið, mánaður.
Fínasta slag
Ein orðing, sum føroyingar brúka rættiliga nógv, er fínasta slag.
Dømi:
Hvussu var í gjár? Tað var fínasta slag.
Hvussu smakkaði maturin? Fínasta slag.
Var tónleikurin góður? Hann var fínasta slag.
Men hvat merkir fínasta slag? Er tað nakað ordiliga gott, nøkulunda gott, brúkiligt, ikki betri enn fínt?
- Tá ið tað kemur til orðingar av hesum slag ber ikki altíð til at greina eftir, hvat orðini í sær sjálvum merkja. Annars er 'fínasta slag' rættiliga nýggj orðing; og slíkar orðingar hava tað fyri at vera heilt vanligar í einum tíðarskeiði, og verða so skiftar út við onkra aðra, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt
Dømi:
HB tapti 1-0 fyri KÍ.
Lurtarin skilir hetta, sum at KÍ ikki var á vøllinum, men eitt annað lið, sum vann dystin fyri KÍ.
- Hatta er skeivur málburður, sigur lurtarin. Tað eigur at vera, HB tapti ímóti.
Her hava vit eitt dømi um, hvussu nógv røtt fallbending hevur at siga, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
- Tað er munur á at tapa fyri eitt lið og fyri einum liði, sigur hon og biður okkum seta onnur orð í setningin fyri HB og KÍ, tí bendingin hoyrist ikki á hesum báðum heitunum.
- Havnarliðið tapti fyri klaksvíkingum, hevði mann sagt. Ikki havnarliðið tapti fyri klaksvíkingar, vísir Elin Henriksen á.
Hetta er eitt av dømunum um, hvussu fyrisetingin, fyri, verður brúkt, og vit tosa enn meira um hana í dag.
Benda nøvn og bóltarútstativ
Mangir føroyingar eita tvey nøvn og verða kallaðir bæði, men hvussu er við bending tá?
Skulu vit benda bæði og siga hjá Onnu Mariu, Jógvani Andriasi, ella hvussu eru reglurnar, tá ið vit skulu benda nøvn?
Og barnagarður spyr, hvussu eitt kolbøttestativ kann eita á føroyskum.
- Bóltarútstativ, svara Elin Henriksen stutt og greitt.
Ivast tú, sig heldur vaksa og minka enn hækka og lækka
Elin Henriksen hevur eina henta tummilsreglu:
- Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar.
Kostnaðurin/ prísurin veksur ella minkar, hann hækkar og lækkar ikki. Tøl eru stór tøl og smá, og tey vaksa ella minka.
Vit kunnu hækka, tá ið vit gera eitthvørt hægri, og lækka, tá ið vit gera eitthvørt lægri: Lækka gáttina - gera hana lægri. Hækka gólvið - leggja á gólvið, so tað verður hægri.
Og hvussu við minni og færri? Nær siga vit hvat?
Elin Henriksen greiðir frá, at tað eitur meira og minni, fleiri og færri.
- Um tað kann teljast sum t.d. fólk og egg, siga vit fleiri og færri. Um tað ikki kann teljast sum t.d. vatn og máling, siga vit meira og minni, sigur hon í stuttum.
Fyrisetingar og hvønn- og hvørjumfall
Vit viðgera eisini nakrar fyrisetingar, sum stýra bæði hvønn- og hvørjumfalli.
Her er talan um nógvar fyrisetingar, og vit fara at taka nakrar fáar í senn. Tær, sum vit fara at viðgera í dag, eru tær, sum eru lættastar at fáa skil uppá: á, undir og yvir.
fyrisetingar_og_fall_a_undir_yvir_002.jpg
Triði-og annar
Áðrenn lurtaraspurningar úr sms-skipanini sleppa framat, viðgera vit eisini skyldskaparorðið triði-og annar.
Her er talan um skyldskaparorð: triði-og-annar.
Tá ið tú og eitt annað fólk eru triði-og-annar, so er annað tykkara systkinabarn mammu ella pápa hin, greiðir Elin Henriksen frá.
Tøkulag og tøkugjald
Hvat merkir tøkan í hesum báðum dømunum?
Soleiðis spyr lurtari Málteigin, og Elin Henriksen greiðir frá navnorðinum, ein tøka.
- Navnorðið tøka hoyrir saman við sagnorðinum at taka; merkir altso 'tað at taka'. Í hesum døgum kunnu vit spyrja: hvussu stór var tøkan í ár? Og meina: hvussu nógv lomb tóku tit í ár, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Føll og fyrisetingar
Vit umrøða føll og fyrisetingar í dag, og vit taka tær fyrisetingarnar, sum stýra hvørjumfalli.
Umframt hetta tosa vit eisini um píkasjey og píkarill, eins og vit eisini umrøða hví nossligt merkir reint.
Fremmandaorðið, 'spísskompetansa' er eisini á breddanum, og um vit siga morginári og gjáramorgunin ella í morginári og í gjáramorgunin.
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
Eitur tað til dømis vegna tey ella vegna teimum?
Í dag tosa vit fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli.
Fyrisetingarnar eru hesi smáu orðini, sum standa framman fyri navnorð ella orð við navnorðsvirði.
Fyrisetingar stýra ongantíð hvørfalli og sjáldan hvørsfalli. Og alsamt fleiri eru farin at ivast í, nær tær stýra hvønnfalli og nær hvørjumfalli.
- Í summum førum er tó eingin grund til at ivast, og tað er, tá ið fyrisetingarnar kunnu taka hvønnfall, men ongantíð hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Vit hyggja fyrst at fyrisetingum, sum fyrr (og framvegis í føstum orðingum) tóku hvørsfall, men nú á døgum hvønnfall, og tær eru millum, til, vegna, innan og uttan.
Og so eru tað nakrar fyrisetingar, sum altíð stýra hvønnfalli og bara hvønnfalli. Tær kendastu eru: áraka, gjøgnum, rundanum, umframt, síðan, oman ella niðan, og hinumegin.
- Orð við -megin taka altíð hvønnfall og ongantíð hvørjumfall, og tey verða altíð skrivað í einum, leggur Elin Henriksen dent á.
Upp á sikt, holtur og okra
Í sendingini eru orðingarnar "upp á sikt", at fara í holtur ella holt við eitthvørt og at okra eisini til viðgerðar.
Einki eitur voksin ella voksið
- Vit kunnu royna, sigur Elin Henriksen, málkøn og greiðir frá:
- Einki eitur voksin á føroyskum. Tað eitur vaksin. Tey eru vaksin, vaksin fólk, hon er vaksin upp á bygd, tey vaksnu.
Føll og á berajólum
Stórur partur av sendingini fer eisini til at viðgera hvønn- og hvørjumfall, har millum annað verður tosað um, hví vit siga eg dámi og mær dámar, meg minnist og eg minnist.
Eisini verður hugtakið á berajólum viðgjørt.
Drekki- ella drekkingarvatn
Spurt verður um tað eitur drekki- ella drekkingarvatn.
Báðir formar eru til í føroyskum, og tí er svarið: bæði.
Umframt hetta viðgera vit eisini um tað eitur vinaligt ella vinarligt, um Føroyar eru eintal ella fleirtal og hvussu í áðni stavast.
Sagnorð og føll
Tað er ein stórur spurningur, og í dagsins sending tosa vit um sagnorð og føll.
Hví eitur tað til dømis vaska bilin, men vaska mær? Hví ikki vaska bilinum og vaska meg?
Dømi um sagnorð, sum stýra einum falli - annaðhvørt hvønnfalli ella hvørjumfalli:
HVØNNFALL
HVØRJUMFALL
Eg síggi hann.
Eg møtti honum.
Eg spyrji hana.
Eg svari henni.
Hon biður hann gera soleiðis.
Hon mælir honum til at gera soleiðis.
Teir flotaðu bátin.
Teir stýrdu bátinum.
Hann lyfti hana  upp á land.
Hann lyfti henni uppfrá.
Hon heldur ferðslulógina.
Hon heldur barninum í føvninginum.
Tú noyðir hann at gera tað.
Tú áleggur honum at gera tað.
Tú klæðir teg væl.
Frakkin klæðir tær væl.
Mjørkin darvar flogferðsluna.
Mjørkin forðar flogferðsluni.
Lærarin lærir børnini at lesa.
Børnini læra seg at lesa.
Lærarin undirvísir børnunum í lesing.
Bóndin fóðrar seyðin væl.
Bóndin gevur seyðinum hoyggj.
Hann styðjar hana í brattlendinum.
Hann hjálpir henni í brattlendinum.
Tey heiðra hann, nú hann fyllir 70.
Tey fagna honum, nú hann fyllir 70.
Snákingarsagnorð:
Ein heilt serligur bólkur av sagnorðum eru tey sonevndu snákingarsagnorðini, t.d. vaska, greiða, klippa, kína.
Tað serliga við hesum orðunum er, at tey taka hvørjumfall, tá ið talan er um fólk og húsdjór, og annars hvønnfall, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Dømi:
SNÁKINGARSAGNORÐ
HVØNNFALL
HVØRJUMFALL
vaska
(tváa)
Eg vaski bilin.
Hon vaskar føturnar á barninum.
Eg vaski mær.
Hon vaskar barninum um føturnar.
greiða
(kemba)
Hon greiðir fløkjuna.
Hann greiðir línuna.
Hon greiðir sær.
Hon greiðir hundinum.
raka
Hann rakar bøin
Hann rakar sær.
klippa
Hon klippir runnarnar.
Frisørurin klippir henni.
strúka
Hon strýkur klæðini.
Hann strýkur sær um ennið.
sleikja
Hon sleikir skálina.
Hon sleikir sær um munnin.
klappa
Hon klappar knetti.
Hon klappar honum á kinn.
kína
Hann kínir bilin.
Hann kínir kettuni.
mjólka
Tey mjólka landskassan.
Tey mjólka kúnni.
Sjáldsom orð
Umframt føll viðgera vit orðini, handdragin /hannrajin/ og krakel.
At vera sjálv er ikki at vera einsamøll
Dóttir mín, sjey ára gomul, sigu ofta: eg eri sjálv inni, og tá meinar hon einsamøll. Tá rætti eg hana, men onkuntíð so sigur hon til dømis: So fari eg bara sjálv, um eg ikki vil fara við henni onkrastaðni. Og tá kann eg fara at ivast. Nær eiga vit at siga sjálv, og nær eiga vit at siga einsamøll?
Á heysti 2019 viðgjørdi Málteigurin hetta evnið, og tá brúktu vit eina stuttsøgu eftir Elina Henriksen, sum tilskilar munin millum hesi bæði orðini nokk so væl.
Til ber at lesa ella lurta eftir søguni her.
Møta inn og raðtøl
Mann er farin at brúka orðingina at møta inn venjing, hvat man tað vera fyri nakað, spyr lurtari, og ein annar vil vita, um mann sigur fyrra og seinna ella fyrsta og annað, tá ið vit tosa um 1. og 2. næstforfólk í felagsskapum av ymsum slag.
KVF og Havnin
Lurtari illneitast inn á Kringvarpið og staðsetingarnar, tí tað gongur út yvir fyrisetingarorðini.
Næstan hvønn dag argast ein við at hoyra misbrúk o.el. líkasælu við nýtslu av fyrisetingarorðum, so tað skurrar í oyrunum.
Dømi: Seinni í sendingini fara vit ÚT í Kallsoynna. Vælsignaði fólk í KvF, ongin fer ÚT í Kalsoynna. Úr Klaksvík fara vit yvir,​​​​ á Syðradal ella Húsar og norður til Mikladals ella Trøllanes. Tað sama er galdandi, um ein t.d. kemur úr Leirvík. Fer ein úr Sortudyki, so fer ein norður í Kalsoynna.
Tit í KvF eiga ikki at "tvinga" okkum uttan fyri Havnina at hugsa okkum í Havn, tá ið vit lurta. Nógv tíðindi og aðrar sendingar eru málsliga ov nógv "ávirkaðar" av Havnini, helst uttan at tit hugsa um tað.
Tol og tolsemi eru hvør sítt
Fólk vera biðin at vísa varsemi og tolsemi í eina tíð, meðan arbeiðið fer fram.
- Tú kanst hava gott tol ella ringt tol. Gev tol! Tolið er uppi. Tolsemi og tollyndi er nakað heilt annað: tað, sum á útlendskum eitur toleransa. At góðtaka og rúma ymiskleika, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá.
Málsligir ella journalistiskir førleikar
Ein lurtari spyr, hvør førleiki vigar mest, tá ið journalistar skulu setast í starv - tann málsligi ella journalistiski?
Til hetta svarar Elin Henriksen, at tað ber illa til at skilja tann journalistiska førleikan frá tí málsliga. Málið er amboðið, og journalistikkurin handverkið, sigur hon.
Í sendingini verður eisini tosað um, hví vit siga millum skins og hold, og hví eitt undirskot eisini eitur hall, um beinaskip, at vísa eitt lag, um tað eitur eftirlit við einum ella eitt og orðið tjokkfult.
Boðsháttur og ynskisháttur
Soleiðis spyr lurtari í sendingini hesa ferð.
Elin Henriksen sigur, at her er einki at ivast í, at hetta er boðsháttur og endar við ð.
Ein góður máti at kanna tað er at seta setningin í eintal, greiðir hon frá og vísir á eitt dømi:
'Hygg inn á gólvið, tá ið tú ert í Havn' ella 'Hyggi tú inn á gólvið, tá ið tú ert í Havn'.
Boðsháttur er ikki eins í eintali og fleirtali, ynskisháttur ella hugsháttur er eins í eintali og fleirtali.
- Eg vildi ynskt, at hesir hættir itu okkurt annað, tí tað eru alt ov nógv, sum ivast í teimum. Og tað skal so at siga altíð vera boðsháttur, tí hann fevnir bæði um boð, ynski, bønir og áheitanir, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Uttaneftir, søkja og sóknast
Vit hava uttanífrá og inneftir. So hava vit uttaneftir, sum ljóðar eitt sindur sum úteftir, men merkir í veruleikanum inneftir. Hvussu skal hetta skiljast?
Og hvat er munurin á at søkja eftir onkrum og so at sóknast eftir onkrum?
Onnur orð, sum eru til viðgerðar eru rinda, sum kann hava merkingina at fíra, aftan, sum hevur -ft, meðan uttan hevur -tt, umkalfatra, slåbrokkur og vissi og um.
Etymologiskt mið
Tá ið upprunin til eitt orð skal lýsast, verður ofta víst til etymologi. Tað fekk lurtara at spyrja, hvar Elin Henriksen leitar eftir føroyskari etymologi.
Elin Henriksen vísir til íslendska orðabók, sum finst her.
Pisa var ein nýklaktur studentur
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at orðið pisa varð upprunaliga nýtt um nýklaktar studentar.
At nevna nýútbúgvin fyri nýklakt, er ikki serføroyskt; da. nyudklækkede studenter. Tey fyrstu nógvu áratíggjuni við føroyskum studentum hóskaði myndin av pisu væl: klár at fara á flog úr reiðrinum, tí at kalla allir studentar fóru uttanlands at lesa.
Men tey vóru fá, sum fingu studentsprógv. T.d. fyrst í 1970'unum vóru tað umleið 10 % av einum árgangi, sum fingu studentsprógv, ið tá var einasta miðnámsútbúgving. Og fyri ta tíð enn færri.
- Nú á døgum verður eingin útbúgving nevnd studentaskúli, alt er blivið til miðnámsskúlar; eisini gymnasialt miðnám. Tað vil siga, at orðið pisa, sum varð knýtt at studentum, hevur einki longur beinleiðis at knýta seg at, sigur Elin Henriksen og leggur afturat, at hon sær broytingina frá at siga pisuveitsla til húgvuveitsla sum eina natúrliga avleiðing av avgerðini um at gera studentaskúlarnar til miðnámsskúlar, ið eisini fevna um aðrar miðnámsútbúgvingar.
Nísa á grønlendskum
Í Grønlandi verður nísa kallað niisa - tað er hvalurin, sum danir rópa marsvin og á latíni eitur Phocaena Phocaena. Man tað vera so, at niisa er lániorð úr føroyskum ella er tað øvugt, spyr lurtari.
Nísa eitur á norskum nise, á íslendskum hnísa og á hetlendskum (norn)nisek. Hnísa á fornnorrønum. Heitið er eftir ljóðinum, sum nísa ger, og orðið er m.a. skylt við at gnísta og at gnisa.
Serliga heitið niisa víkur so nógv frá øðrum grønlendskum hvalanøvnum, at tað er lítið at ivast í, at talan er um norrønt tøkuorð. Men um tað er komið við norðmonnum, íslendingum ella føroyingum er ilt at siga, greiðir Elin Henriksen frá.
Grettur ikki og dysjadólgur
Lurtarar spyrja, hví vit siga tað grettur ikki, og hvat ein dysjadólgur er.
Harafturat tosa vit eisini um ríðingar/bíðingarhøll ella ríði/bíðihøll, um gingið úttalast við [gji] í báðum endum og um tað eitur at ráða ella bestemma.
Á føroyskum vakna og steingja vit
- At siga hevði eg nær sagt, er kanska ein máti at umbera seg, um tað, sum varð sagt, var ov beinleiðis, heldur Elin Henriksen, málkøn, fyri.
Harafturat verður tosað eitt sindur um orðið, vorðin, eins og tikið verður afturíaftur nakað av tí, sum var sagt í síðstu sending um bygdina Hvannasund og viðoyingar.
Danismur í Málteiginum
Danisma
Føroyskt
Føroyar eru komnar í ringt ljós ...
Føroyar eru komnar í ringt orð ....
Arbeiðið verður gjørt yvir tíð ...
Arbeiðið verður gjørt yvir longri tíðarbil ...
Hetta skal síggjast í ljósinum av ...
Við tí tí huga ...
Søtur musikkur í tínum oyrum ...
Tú hevur nakað at gleða teg til/gleðast um ...
Hann/hon er so góður til tað ...
Hann/hon dugir so væl
At bera halakukk
Eg sum ung var ofta borin halakukk. Hetta er eitt sjáldsamt orð. Hvør er upprunin til orðið?
- Her er einki endaligt svar, men í seðlasavninum verður orðið samanborið við Habakkuk, sum er ein av profetunum í gamla testamentið, men har man ikki vera annað felags, enn at orðini líkjast, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Í gomlum donskum máli kundi Habakuk verða sagt um ein løgnan stavn ella ein, sum var illa fyrikomin. Kanska skuldi hann verða borin - halakukk, hugleiðir hon.
Sprakla, Noreg, ið og "berøringsangst"
Umframt at vera borin halakukk, tosa vit um orðini sprakla, sprella og sparka, vit umrøða stavsetingina av grannalandi okkara, Noregi, og vit tosa eisini um, nær vit brúka orðið, ið, og um vit hava eitt føroyskt orð fyri "berøringsangst".
Hagagongd og oyggjanøvn
Fleiri ferðir hevur Málteigurin umrøtt gongd í haga, og hvussu tað skal sigast, og hvat tað merkir. Nú skjýtur lurtari upp at siga hagagongd eins og kirkjugongd, bakkagongd og so framvegis.
Elin Henriksen sigur, at hagagongd er hóskandi orð, minst líka gott sum gongd í haga.
Í aðrari sending hava vit viðgjørt lesiframburð, og lurtari skrivar í hesum sambandi, at hann stúrsar við, tá ið hann hoyrir oyggjanøvn í útvarpinum verða úttalað sum t.d. Fugloy og Suðuroy við einum rammligum oy.
Longur verður brúkt um tíð
Elin Henriksen, málkøn, sigur, at her eru ymiskar frágreiðingar og tummilsreglur, og tað er ikki full semja um tær.
Meginreglan er, at miðstig endar við -ri, bæði hjá lýsingarorðum: stórur - størri - størstur; og hjáorðum: ofta - oftari - oftast.
Tað eru sambært reglunum bara trý orð, sum enda við -ur í miðstigi, og tey eru øll hjáorð:
gjarna - heldur - helst
væl - betur - best
leingi - longur - longst
Tummilsregla ella minnisregla:
Tá ið tú skalt vita, um tað eitur betur ella betri, spyrt tú fyrst, um tú kanst siga ringt ella væl: 'Nú gongur ringt' ber ikki til, 'nú gongur illa' - illa og væl hoyra saman, og væl og betur hoyra saman, so tað verður til 'Nú gongur betur'.
Vælbjálvað/ílatin og spýggja
Orðini vælbjálvað og vælílatin eru upprunaliga ætlað húsum og klæðum, men tey verða bæði brúkt um fólk í dag. Hetta heldur lurtari hoyrir ongastaðni heima og vil hava tað at halda uppat.
Og so er tað orðið, spýggja, í lýsingarhátti, eitur tað ein varð spýgdur? Spoðin?
- Hesin formurin finst ikki, og tí má setningurin umskrivast, sigur Elin Henriksen.
18 ár og eldri, gø og rørar
Onnur evni í sendingini hesa ferð eru orðini gø og rørar, og so spyr lurtari, um tað eitur 18 ár og eldri ella 18 ár ella eldri, tá ið tað snýr seg um aldurmark.
Hvør ella hvat er støðan?
Hetta argar lurtara, sum hevur sent okkum hesi dømi um hetta fyribrigdið:
Hvat fyri ein kjóla var hon í, heldur enn hvørjum kjóla var hon í.
Mánakvøldið bar av, tá ið ítróttarverturin segði frá støðuni í leikinum millum HB og B36. Hon spurdi tá, hvat er støðan í kampinum? Skuldi hon ikki heldur spurt: hvør er støðan í kampinum?
Dømi úr øðrum sendingum:
Hvat er kappingin?
Hvat er trupulleikin? Ísambandi við samrøðu um fólkatalið í Kollafirði.
Vita ikki hvat bein tey skulu standa á.
Tað sýnist, sum orðið, hvat, verður nýtt meiri í ymsum sambondum, og eg fari at spyrja á nýføroyskum:
Hvat er hetta fyri nakað?
- Hetta er ikki altíð so lætt at halda skil á, men vit kunnu royna. Vit kunnu brúka spurnarfornøvn at spyrja við, og tá bendast tey í kyni og falli, eins og onnur fornøvn, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Hygg at talvuni niðanfyri:
Spurnarfornavn
Kallkyn
Kvennkyn
Hvørkikyn
Eintal - hvørfall
Hvør er hasin maðurin?
Hvør er handa konan?
Hvat dýr er hatta?
Hvønnfall
Hvønn mann sást tú?
Hvørja konu sást tú?
Hvat dýr sást tú?
Hvørjumfall
Hvørjum manni møtti tú?
Hvørjari konu møtti tú?
Hvørjum dýri møtti tú?
Fleirtal - hvørfall
Hvørjir menn eru hetta?
Hvørjar konur eru hetta?
Hvørji dýr eru hetta?
Hvønnfall
Hvørjar menn sást tú?
Hvørjar konur sást tú?
Hvørji dýr sást tú?
Hvørjumfall
Hvørjum monnum møtti tú?
Hvørjum konum møtti tú?
Hvørjum dýrum møtti tú?
Vit kunnu eisini brúka tað, sum eitur spurnarhjáorð at spyrja við, og tey orðini verða ikki bend, t.d.: Hvat, hvar, hvussu, hví.
Tað eru ongar beinleiðis reglur fyri, nær vit nýta hvat slag av orðum, spurnarfornavnið, sum verður bent, ella spurnarhjáorðið, sum ikki verður bent. Onkuntíð kunnu bæði brúkast.
Dømi:
Hvat er støðan í dystinum? ella Hvør er støðan í dystinum? (kvennkyn)
Hvat er trupulleikin? ella: Hvør er trupulleikin? (kallkyn)
Í setningum av hesum slag var tað vanligari fyrr at spyrja 'hvat', men 'hvør' hevur so við og við trokað 'hvat' burtur. Tað kann kanska fatast sum eitt slag av 'hyperkorrektión' bara at vilja loyva spurnarorðinum 'hvør' og ikki 'hvat' í slíkum førum.
Í øðrum dømum er einki at ivast í, tí at vit benda spurnarfornavnið: Hvørjum kjóla var hon í?
Viðhvørt er ymisk merking, alt eftir, um vit spyrja hvør ella hvat.
Dømi:
Hvør er handan konan? So verður svarið: hon er mamma Sáru, ella hon er kona Mikkjal, ella hon er tann, sum býr við síðuna av hjá okkum.
Hvat er handa konan? So kann svarið t.d. vera, at hon er frisørur, at hon er røsk ella at hon er smart ílatin.
Samdøgur og syftar súður
Vit greiða eisini frá, um munur á orðunum samdøgur og døgn, og hvaðani orðatakið, enn eru allar súður ikki syftar, stavar.
Ryggurin er innaní, bakið er uttaná
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað gamla var, at bakið er uttaná, og ryggurin inni í, altso ryggjageislarnir.
- Tú kanst bera okkurt á bakinum, ikki á rygginum. Men kortini siga vit ryggsekkur - og bera hann á bakinum, sigur hon.
Kann orðið tíðliga bendast, spyr lurtari, sum greiðir frá, at tá ið tey gjørdu matpakkar eitt kvøldið og vóru tíðliga liðug, var sagt:
Hetta má vera tað 'tuljasta', vit nakrantíð hava avgreitt matpakkarnar.
Hví stavast orðini, gólv og mjólk, við ó, hóast tey verða úttalað við ø [gølv] og [mjølk]?
Umframt hesi evni tosa vit eisini um sagnorðið at kýta seg, um munin á oddanum og oddinum, um havnismur, um okur og um klokkan er 19 ella sjey á kvøldi.
Varmi ikki líka góðkent sum hiti
Hóast orðið varmi er líka gamalt sum hiti, so er tað ikki líka góðkent.
Lurtari skrivar í drúgvum brævi um hetta evnið, at hann plagdi at tosa við Jóan Hendrik Winther Poulsen, sála, um hetta, og at hann plagdi at siga, at mong góð orð tíverri vóru komin í mótrák, tí tey ljóðaðu ov danskt.
Elin Henriksen er samd og heldur, at tað kann vera tað, sum ger seg galdandi í hesum førinum.
Vend í hurðini
Ferð eftir ferð hoyrist í tíðindinum í kringvarpinum, at onkur verður vend ella vendur í hurðini. Ber tað til at verða vendur í hurðini sjálvari? Eigur tað ikki at vera í durunum?
Stavar, ælingur og oddur
Og hvat merkir: sólin stavar?
Vit tosa eisini um orðini, æl og ælingur, og fiskiamboðið, oddur.
Danga kemur av 'danger'
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað sigst, at navnið kemur av, at føroyingar í Bretlandi høvdu sæð eitt orð málað á gomul skip, sum høvdu fingið maskinu: DANGER. Flutt yvir í føroyskan málburð verður tað til danga.
Hon vísir til bók um upprunan av orðum eftir Tórð Jóansson. Bókin eitur 'Ensk lánorð í føroyskum'.
Nógv ymisk orð
Vitlíki er eitt føroyskt orð fyri AI - 'artificial intelligence', eitt annað er tilgjørt vit. Lurtari heldur vitlíki vera genialt orð.
Síðan tosa vit um lønarlyft, sum er orð, ið er vorðið viðkomandi, nú ávísir fakbólkar skulu hava meira í løn.
Vit tosa eisini um, hvat ein agaputtur er og hvat sjeyndi himmal merkir.
Lurtari spyr, hví fólk siga, at hundar knurra og logra, og at kettur spinna, heldur enn, at hundar grenja og lata við halanum, meðan kettur murra.
Ein annar lurtari spyr, hví útvarpsvertur sigur suðureystur Italia heldur enn landsynnings Italia.
Onnur evni, sum vit viðgera í dag, eru fornavnið, mann, orðingin, tað fyrigongur, stovuhædd, tíðartambari og ganir.
Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn
Eitt orð, sum verður viðgjørt, er enska orðið 'baby', sum verður meira og meira brúkt.
Dømi: hon hevur 'baby' í búkinum.
Úr sms-skipanini hjá KVF:
Ein beybi er kvennkyn. Beybian hjá tykkum er sooo ker. Eg vænti at okkara beybiur vera bestu vinmenn, tá ið tær vera stórar...
Eitur tað eitt baby ella ein baby, og stava vit tað beyby ella beybi?
Í sendingini kemur fram, at orðið verður umtalað sum øll trý kynini, og tí er púra ógreitt, hvussu tað skal bendast.
Tað merkir, at hetta enska orðið ikki so lætt at taka inn í málið og lata í føroyskan málbúna, og tí mælir Elin Henriksen, málkøn, til, at vit sleppa hesum orðinum.
Orð og orðingar
Umframt orðið, 'baby', eru onnur orð og orðingar, sum eru tikin inn í føroyskt upp á ymsar mátar, til viðgerðar.
Orðingar:
'At lata tey ungu væl í' við merkingini at brynja, 'at vera frammi í skónum' og 'tað fyrigongur'.
Orð:
Útfordring, quooker, skyndil, begynna, gjalda og betala, pimpaður, nominerað og Charles ella Karl kongur.
Talorð
Í fleiri sendingum hava vit umrøtt talorð, og í hesum sambandinum hevur Elin Henriksen víst á, at tíggjutalsskipanin er einfaldari enn tann, sum vit brúka nú, og at hon hevði kunnað lætt um hjá teimum børnum, ið hava ilt við at læra seg tøl.
Lurtari hevur vent sær til okkara um hetta og sent okkum grein í Miðnámsriti 9 um, hví børn í eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í vesturheiminum.
Greinin kann lesast her.
Begynna og byrja eru bæði føroysk
Føroyskt hevur eina ørgrynnu av líknandi dømum, og í dagsins sending umrøða vit tvey av teimum, tí lurtarar hava spurt um hesi orðini, og hvat er rættari á føroyskum.
- Eg havi einki ímóti orðum sum at begynna og at snakka. Tað týdningarmesta er, at vit varðveita fjølbroytni: nógv ymisk orð og orðingar, so vit hava okkurt at velja í, alt eftir samanhangi og stíllegu, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Eitt annað dømi er orðið, for, sum eisini eitur ov á føroyskum. Lurtari spyr, um mann kann brúka for í skriftmálinum.
Dømi: eg bleiv for seinur til bussin.
- Eg haldi meg bara hava sæð ov seinur upp á skrift, sigur lurtarin.
Elin Henriksen greiðir frá, at orðið, for, við merkingini ov /o:/ stendur í fø-fø, merkt talumál.
- Tað kann saktans nýtast í gerandis skriftmáli, men í formligum tekstum er framvegis betri at skriva ov, sigur hon.
Í sendingini verður tosað um purismu, herundir stavsetingar- og bendingarpurismu.
Vit hava eisini nógvar viðmerkingar til undanfarnu sendingar um millum annað talskipanina, snældur og um orð skulu skrivast í einum ella ikki.
Málteigurin um purismu
Orðið hava vit fingið úr latíni, og vit kenna tað aftur úr nútíðarmáli: fø. púra (fullkomiliga), da. "det pure guld" - reint gull, en. pure - reint, óblandað, ektað.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað eru fleiri sløg av málsligari purismu, og málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum.
Orðpurisma
Eitt er orðpurisma: t.e. at nýta føroysk orð heldur enn fremmandaorð ella donsk orð, t.d. sjónvarp heldur enn fjernsýn, karðalás heldur enn burrelás, bókasavn heldur enn bibliotek, fyribrigdi heldur enn fenomen.
Vit kunnu tó eisini tosa um purismu viðvíkjandi setningsbygnaði, og hvussu vit nýta vanlig orð.
Dømi:
'At fáa skaða' heldur enn 'at koma til skaða'.
Í skúlagarðinum: 'tað hevur ringt inn' heldur enn 'tað er ringt inn'.
'Nú fer NN at halda røðu' heldur enn 'nú kemur NN at halda røðu'.
'At taka upp epli' heldur enn 'at taka epli upp'.
'Lata seg í skógvar' heldur enn 'taka skógvar uppá'.
Bendingarpurisma
Purisma kann eisini snúgva seg um bendingar. Eitt nú at varðveita -ur ending í nýkomnum kallkynsorðum, serliga starvsheitum: journalistur, pedagogur, fysioterapeutur. Umframt at varðveita bendingar sum heild, t.d. 'eg sá allar bátarnar' heldur enn 'eg sá allir bátarnir'.
Stavsetingarpurisma
Og at enda hava vit eisini fyribrigdið 'stavsetingarpurisma'. Tað vil siga at laga stavsetingina av fremmandaorðum til føroyskt.
Klassiska dømið er frá 'trawler' til 'trolari', og nýggjari dømi eru at skriva kul heldur enn cool, geyming heldur enn gaming, at leika heldur enn to like.'
Málreinsan ella varðveiting
Vit kunnu umrøða purismu út frá tveimum høvuðssjónarmiðum: annað er royndin at lúka danismur og anglismur úr málinum, stutt sagt málreinsan. Hitt er at leggja dent á at varðveita føroysk orð og skapa nýggj orð til nýggj fyribrigdi; stutt sagt nýgerð.
- Hetta seinna verður vanliga fatað jaligari enn tað fyrra, sigur Elin Henriksen.
Gamla talskipanin er einfaldari
Hetta spyr lurtari, sum við árunum er farin at halda tað vera púra logiskt at nevna tølini í røttu raðfylgju, og nógv lættari at læra børnini tey stóru tølini.
Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran og sigur, at tað hevði uttan iva verið øgiliga nógv lættari hjá børnum at lært at telja og at rokna, um vit søgdu talorðini, sum hóska til tíggjutalsskipanina heldur enn tjúgutalsskipanina.
Hon greiðir frá, at fimmti er fimm tíggjarar, og hálvtrýss er hálvatriðju ferðir tjúgu, seksti er seks tíggjarar, og trýss er tríggjar ferðir tjúgu (trý-sins-tjúgu), sjeyti er sjey ferðir tíggju, og hálvfjerðs er hálvafjórðu ferðir tjúgu.
Elin Henriksen leggur afturat, at í nýggjastu roknibókunum verður mælt til at siga fimti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og at nevna tølini í somu raðfylgju, sum tey verða skrivað: tvey hundrað og sjeytitrý.
Spontanitet og annarleiðis
Lurtari saknar eitt føroyskt orð fyri spontanitet og vil fegin brúka bráðlyntur ella bráðlyndi, men Sprotin sigur, at tað at vera bráðlyntur er at vera snarsintur.
Og vit tosa eisini um annarleiðis, ið lurtari heldur vera brúkt meira enn øðrvísí í miðstaðarøkinum.
Afturat/aftrat og rovnur
Hvat er tað rætta at skriva av hesum: aftrat-avtrat ella afturat, spyr lurtari, sum sjálvur mest brúkar aftrat, men sær, at øll vera brúkt.
Og í Suðuroy er orðið, rovnur, ikki óvanligt, men tað stendur ikki í móðurmálsorðabókini. Undir viðgerðini av orðinum eru fleiri boð frá lurtarum, sum siga seg kennast við hetta orðið.
Faktiskt er óneyðugt ífylluorð
- Vit hava nógv í at velja, so tað man einamest vera vani at siga t.d. faktiskt, tá ið vit líka so væl kundu sagt t.d. í grundini, satt at siga, av røttum, rætt og slætt og so framvegis, sigur Elin Henriksen, málkøn.
Vit tosa eisini um veðurorð sum surk og at lotið trilkar, eins og vit eisini viðgera, hví tað eitur gongd í haga og ikki gongd í haganum, og hví fjallið Vørðufelli stavast við ð.
Eivind Weyhe hevur granskað nógv staðarnøvn og m.a. skrivað eina bók um fjallanøvn. Har greiðir hann frá, at Vørðufelli hevur navn eftir orðinum varði, sum nú er kallkyn, men sum fyrr hevði síðuformin vørða, kvennkyn. Harav Vørðu-felli.
Hevur tú ikki bókina Fjallanøvn hjá tær, so ber til at finna hana á netinum: ojs.setur.fo.
Og eftirsum vit nærkast 8. mars, taka vit tvey orðatøk, ið hava við kvinnur at gera:
Fyrr trýtir vatn í á enn kvinnu trýtir ráð
Fátt er sum faðir onki sum móðir
Tundur og flamingo eru hvør sítt
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá hesum báðum orðunum, og evninum, polystyren, sum føroyingar kalla flamingo ella tundur. Men flamingo og tundur eru púra hvør sítt.
Flamingo er navnið á donsku fyritøkuni, sum framleiddi lutir úr polystyren, og tað er bara í danska kongaríkinum, at hetta evnið verður kallað flamingo heldur enn polystyren.
Málburður og samskifti
Í dag spyrja vit eisini, hvat hevur størri týdning:
At duga at málbera seg rætt ella tað at samskifta, soleiðis at øll skilja hvørt annað.
Upphavið til hetta evnið er hugleiðing, ið lurtari hevur sent okkum:
Okkurt um 10% duga stavsetingina.
Okkurt um 10% duga bendingarlæruna.
Okkurt um 10% brúka føroysk orð og heiti.
Børnini læra ikki føroyskt í føroyska fólkaskúlanum.
Sá herfyri ein tekst hjá fólkaskúlanæmingi, sum var her í starvsvenjing. Hevði tú sæð, tú hevði bæði signað teg og biðið Jesus standa hjá tær.
Men málið er eitt samskiftisamboð. Tey 90 prosentini siga, eg skilji teg, og tú skilir meg, 100%.
Er ikki kjarnin í øllum samskifti, at fólk skilja hvørt annað? At boðskapurin kemur til høldar?
So: latið okkum 10% nørdast í friði. Og gevið teimum 90% frið at samskifta.
Ella.......?
Vit tosa eisini um, hvør hann, sum javnan verður víst til, tá ið vit tosa um veðrið, er.
Barnsburður og tvíburi
Mamma segði, at hon vaskaði syllarnar, greiðir lurtari frá. Men hvat merkir syllarnar?
Og orðatakið hesa ferð er: At koma heimaftur sum av torvheiðum.
Hvørkikynsorð og ð
Fyrst av øllum: ð sum ending kann bara vera í orðum, sum eru hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkyn, so er ð aftast bara tá ið tað er partur av orðinum/stovninum, ikki sum ending.
Ein stivli ella ein hosa kann aldrin fáa ð skoytt upp í seg.
- Hvørkikynsorðini eru torførari, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Eitt hús, tað húsið. Her hoyra vit mun.
Men so eru tað hvørkikynsorðini, sum enda við i ella a:
Eitt kvæði, hitt kvæðið; eitt eyga, hitt eygað - tað seinna er bundið og endar við ð, men vit hoyra tað ikki.
Tá er tað, vit hava lært at seta eitt kallkynsorð inn í staðin, ofta 'bátur' - endar hann við n, so endar hvørkikynsorðið við ð:
Her er nógv virksemi - her er nógvur bátur - einki ð.
Virksemið veksur skjótt - báturin veksur skjótt - her er ð.
Men ofta kunnu vit ivast hóast hesa tummilsreglu. Hetta er alt mítt virksemi - hetta er alt mín bátur. Her kunnu vit ikki siga 'hetta er alt mín báturin', og so hevur virksemi ikki ð.
Síður, síð, sítt
Er tað ikki bara galdandi um tað, sum veksur úr erva, tað er niðureftir. Til dømis hár er sítt.
Men so er tað, eg spyrji sum eitt býtt: kann gras vera sítt? Tað veksur jú uppeftir.
Poul E. Petersen/s
Lurtari spyr, um ikki heiðursskjal Poul E. Petersen hjá Ítróttasambandi Føroya eigur at eita Petersens. Vit umrøða hvørsfals-s'ið í hesum sambandi.
Ítróttasamband Føroya hevur spurt seg fyri hjá Málráðnum, um tað skuldi eita Petersen ella Petersens, og haðani fingu tey at vita, at Petersen er í lagi, tí sen-eftirnøvn verða ikki bend, men einans faðirs- og móðurnøvn.
Røðari er gamalt orð fyri rógvara
Eitt dømi um hetta var herfyri, tá ið útvarpsvertur brúkti orðið, røðari. Orðið, røðari er kanska ikki so ókent, men í hesum førinum var tað brúkt um rógvara.
Mong hava vent sær til okkara í Málteiginum um hetta og gjørt vart við, at ein røðari er ein, sum heldur røðu, og ein rógvari ein, sum rør.
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at lurtarar fevna eisini um gomul fólk, ja tey eru kanska tey, sum lurta mest eftir útvarpinum.
- Og eg haldi, at nógv gomul fólk kenna orðið røðari um rógvari, og kanska er tað framvegis livandi í onkrum málføri, sigur hon og leggur afturat, at hon sær einki skeivt í hesum.
Innan og handan
Fyrisetingar eru orð, sum vit javnan verða ørkymlað av, og tvær av teimum eru tær báðar innan og handan, og hesar verða ofta brúktar í førum, har tær ikki kunnu brúkast - so sum fólk handan felagsskapir ella arbeiðið innan eina vinnu.
Handan merkir hinumegin, og tí skal tað einans brúkast í tí samanhangi.
- Tí eiga vit at siga fólkini aftan fyri felagsskapin, og arbeiðið í einari vinnu, sigur Elin Henriksen.
Innan hevur eisini fleiri merkingar, men eingin teirra kann brúkast til at siga “innan hetta økið”.
Innan kann sum hjáorð vera
·    haðan tú kemur: Eg eri komin innan av Skálafjørðinum.
·    á innaru síðu: mála húsini innan
sum fyriseting
·    innan fyri: innangarðs, innanveggja
·    um tíð - áðrenn: arbeiðið skal vera liðugt innan 3 vikur
Innan kann eisini vera sambindingarorð, men tað er lítið brúkt longur.
Í stuttum:
tað eitur ikki innan fiskivinnuna, men í fiskivinnuni
tað eitur ikki innan hetta økið, men á hesum økinum
og tað eitur ikki innan skúlaskap, men í skúlaskapi
Dagsins orðatøk eru:
vera sum kúgv í heimabeiti.
vera sum kúgv í tjóðri
vera sum hundur og ketta
Onnur evni, sum eru umrødd í dag, eru orðið, at pendla, orðingin, tímir tú at gera hetta fyri meg, grót ella rótføroyskt, gravskitið og fipur.